Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46 Hóast stóru landsliðshóparnir blivu nevndir sum ein orsøk til, at lands­ liðið var við til at geva roknskapinum hjá Fótbóltssambandinum fyri í fjør slagsíðu, sæst tað ikki aftur í ársins fyrs tu úttøku, nú landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur tikið hópin út til dyst in ímóti Íslandi um tvær vikur. Tilsamans hava 20 spælarar fingið landsliðsboð til dystin, sum – eins og í fjør – verður spældur í Kórinn­ høll ini í Kópavogi. Liðið hevur nakað at liva upp til, tí í fjør eydnaðist fyri fyrstu ferð nakrantíð Føroyum at vin na á Íslandi, og ta ferðina vóru eisi ni nógvir av teimum við, sum nú aftur hava fingið boð. Úttikni hópurin er hesin: Fróði Benja min sen (HB), Jákup á Borg (B36), Egil á Bø (EB/Streymur), Atli Daniel sen (Roskilde), Jóhan Troest David sen (NSÍ), Jóan Símun Ed munds son (Newcastle), Atli Greger sen (Víkingur), Einar Hansen (NSÍ), Rógvi Jacobsen (ÍF), Meinhardt Joen sen (B36), Bogi Løkin (Frem), Vagnur Mohr Mortensen (HB), Christ ian Restorff Mouritsen (B36), Gunn ar Nielsen (Manchester City), Jónas Þór Næs (Frem), Andreas Lava Olsen (Frem), Súni Olsen (Víkingur), Jan Ingi Petersen (NSÍ), Símun Samuel sen (HB), Høgni Zachariasen (ÍF). hil Summi eru meira líka enn onnur… At ein og hvør er sær sjálvum næstur, gekk sjón fyri søgn í farnu viku, tá 11 av teimum 14 hond bólts feløgu­ num heittu á Hondbóltssambandið um vaksa bestu deildirnar upp í sjey ella átta lið Ofta verður tikið til, at øll skulu vera líka fyri lógini og at mannamunur ongan tíð eigur at verða gjørdur. Hetta eru eisini vís orð, sum kunnu vera sera nyttug og gagnlig, verður eisini gjørt eftir teimum. Orð hava tað við at vera eitt sindur tómlig, um ikki gerðir liggja aftanfyri eisini. Onkur, ið dug ir væl at hugsa, hevur so aftur spælt sær við hesi vendingini um, at »øll skulu vera líka«, og burtur úr tí er so komin ein onnur vending um, at »summi eru meira líka enn onnur…« Soleiðis hevur tað eisini sæð út síðstu vikurnar, nú alsamt fleiri hond bóltsfeløg eru farin at tosa um, at nú skulu bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum víðkast, so ikki verður neyðugt við nakrari niðurflyting í ár. Hetta ljóðar óivað skilagott í mongum oyrum, men verður hugt eitt sind ur aftur um tað, ið hesir tankar botna í, gongur sjón fyri søgn, at ein og hvør er sær sjálvum næstur. Fólk hava lovprísað landskappingini hjá monnunum, tí nú var hon blivin so spennandi, sum hon kanska ongantíð fyrr hevur verið tað. Ikki færri enn fimm lið kunnu koma í FM­finaluna ímóti Neistanum, sum hev ur flogið væl hægri enn øll hini, og – ups, so er tað líka eitt aftrat: Tað ber jú eisini til, at okkurt av hesum fimm liðunum ikki bara endar uttan fyri finaluna, men enntá uttan fyri bestu deildina! Tað er nokk so undrunarvert, at hesir tankar nú brádliga skuldu gerast so átroðkandi, tí tá tað fyrst í kappingini bara var KÍF, sum sá út til at vera í niðurflytingarvanda, var tað ikki ein kjaftur, ið segði eitt orð um at umskipa kappingina. Men so skjótt sum tað snúði seg um, at møgu liga VÍF ella Kyndil kundi flyta niður, og kanska eisini, at bæði hoy vík ing ar og strandingar vóru í sama vanda, so mátti okkurt álvarsligt gerast – og tað skjótt eisini… Nakað tað sama hevur støðan verið í kvinnukappingini, har tað jú hev ur verið VB, ið hevur verið í vanda. Tað hevur VB verið alt kapp ing ar árið, so tað er einki nýtt, men fyri tað hevur eingin fyrr sagt eitt orð um, hvussu umráðandi tað er, at »hondbóltsfamiljan ikki má minka« og alt hetta blabbið, feløgini nú brádliga koma fram við – bara tí tað brennir und ir reyvini á teimum sjálvum! Óivað kann tað vera skilagott at hava sjey ella átta lið í teimum bestu deild unum, men tað var nú stuttligt, at so mong feløg skuldu vera so samd, at tey máttu fundast mitt í viku fyri at fáa sent hesa góðu áheitan. Nógv kann sigast um tað, men fyrst og fremst er hetta ein dupult moralur, ið veruliga vil nakað! Landsliðsvenjarin hjá Norður írlandi, sum altíð hevur trupulleikar á úti­ vøl li ímóti smátjóðum, stúr ir fyri vølli og veðri, tá norðurírar í komandi EM­ und an kappingini skulu til Før oya At tað verri enn so altíð gongst eftir vild, tá Norðurírland spælir á útivølli ímóti smærri tjóðum, kom til sjónd­ ar mikukvøldið, tá Norðurírland á úti vølli í Tirana tapti 1­0 fyri Albania. Eftir dystin heftu norðurírskir miðlar seg við, at vøllurin var ótrúliga vána­ ligur og at spælandi var ikki á hon­ um. Hetta sama hevði norðurírski lands liðs venjarin, Nigel Wort h ing­ ton, longu gjørt vart við undan dysti num, men mótvegis fjøl miðlu­ num, ið hildu vánaligu vallar um­ støður nar vera eina orsøk, helt hann ikki, at tað gjørdi allan munin, tá norð u r írar vóru á útivølli. – Vit vita einki um, hvussu stand­ ur in verður á vøllunum í Estlandi og Føroyum, tá vit koma hagar. Sjálvur leggi eg einki í, um tað er regn ella vindur, sum um Norðurírland hvørki kenn ir til regn ella vind. Í mínum eyg um er munurin heilt einfalt, at men ta li hugburðurin hjá okkum á úti vølli ikki er nóg góður. – Úrslit okkara á útivølli hava ver­ ið vánalig, og soleiðis hevur tað ver­ ið í áravís. Men eg ætli mær at venda hvørj um steini, so eg kann finna útav, hvussu vit fáa rættað hetta. Og tá vallarumstøðurnar annars ikki eru so góðar, sum vit kundu ynskt okk­ um, mugu vit bara royna at fáa sum frægast burturúr. Umframt Norðurírland, eru Italia, Ser bia, Slovenia og Estland í bólki sam an við Føroyum í komandi EM­ undan kapp ingini, sum ætlandi byrj­ ar í september mánaði. Enn er ikki greitt, hvussu dystarskráin fer at sígg ja út. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Venja seg við vind og regn Úttøkan til Íslandsdystin Norðurírski landsliðsvenjarin, Nigel Worthington, vil ikki skylda upp á veður, vind og vánaligar vøllir, tá hann skal finna orsøkina til, at Norðurírland sjáldan stendur seg væl á útivølli einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Brian Kerr hevur tikið 20 spælarar út til vinardystin ímóti Íslandi um tvær vikur Mynd: Kjartan Þorbjörnsson/Morgunblaðið Kapping undan kava Árliga Klaksvíkskappingin í fótbólti, sum skuldi verða 27. februar og 28. februar, er seinkað av nógva kavanum, sum hevur verið, men nú verður hon í staðin 13. og 14. mars. Flytingin hevur annars við sær, at kappingin nú verður munandi veikari, tí upprunaliga skuldu HB, EB/Streymur, Víkingur og KÍ kappast, men nú verða liðini í kappingini B68, ÍF, TB og KÍ. Umboðsmannaroynd Eina ferð um árið kunnu tey fara upp til roynd, sum ganga við einum dreymi ella ynski um at gerast leikaraumboðsfólk. Hesa ferð verður royndin tann 15. apríl klokkan 10, og hon verður í FSF­húsinum í Gundadali. Henda royndin er samstundis sum tilsvarandi roynd er í øllum FIFA­londunum. Freistin at melda seg til royndina, er úti 22. mars.