mánadagur 8. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Síðan Harald Bjørgvin
setti seg í venjarasessin
í Vestmanna er støðan
fullkomil iga broytt. VÍF
hev ur vunnið seg av aftas
ta plássinum og er nú á
finalu kós. – Eg havi bara
giv ið teimum tað, sum rest
aði í, sigur venjarin
Hann hevur tikið við venjara upp
gávuni í Vestmanna sum eitt óløgi.
Við sínum siðiliga og friðarliga fram
ferðarhátti er hann farin í herna
móti afturhaldssinnaða hu g burði
num hjá vestmenningum. Úrslitini
tala eisini sítt greiða mál. Við lág
vaksna Haraldi Bjørgvin við stýri s
vølin miða vestmenningar nú brád
liga aftur eftir hæddunum í før oysk
um hondbólti.
Men hann hevur ikki hug at gera
stórvegis hóvastak burtur úr sínum
avrikum. Honum dámar ikki reiðiliga
at vera í andglettinum, men heldur
at úrslitini skulu tala sína søk. Og
eingin váðar sær at seta fingurin á
hansara arbeiði. Tí við seks stigum
av seks møguligum hevur hann
prógv að sítt virði.
Hugburðsbroyting
Jónleif Sólsker hevði ongantíð
fingið fótin fastan í venjara starv in
um, tá hann gavst sum venjari hjá
VÍF í farna mánað. Vestmenningar
av rikaðu langt frá tí, teir vóru mentir,
og støðan varð so hættislig, at stolt
leikin í Vestmanna, besta mansliðið
hjá VÍF, var á niðurflytingarplássi. Tí
fekk Harald Bjørgvin seg veruliga
roynd a n, tá hann loysti Sólsker av.
Men eitt miðvíst arbeiði við hu g
burð inum hjá leikarunum hevur víst
seg at rigga framúr væl.
– Eg havi bara givið teimum tað,
sum restaði í. Jónleif Sólsker hevur
heilt víst givið teimum væl í beinini,
tí rennimynstrini eru júst, sum tey
skulu. Eg havi serliga lagt dent á at
sett leikararnar upp til dystirnar, tí
annað hevur ikki verið neyðugt. Eg
eri ikki hann, sum stendur og geylar
í skiftingarrúminum. Ítøkiliga og
siði liga havi eg greitt teimum frá,
hvat hevur riggað væl og hvat, vit
skulu broyta, sigur Harald Bjørgvin.
Uppgávan
í
Vestmanna
er
hansara fyrsta sum høvuðsvenjari. Í
far na kappingarári hjálpti hann til
við kvinnunum hjá Neistanum, sum
end aðu á triðja plássinum. Harald
Bjørg vin ger onga roynd at dylja, at
hann stórtrívist í venjaraleiklutinum
við evstu ábyrgdini.
– Tað er mest sum sjálvsagt, tí
higar til hevur gingið serstakliga
væl. Eg eri sera stoltur av úrslit
unum, sum eg og leikararnir hava
framt. Vit hava reist okkum eftir
fá um vikum, og tí er uppgávan
vorð in meira áhugaverd enn vænt
að, greiðir Harald Bjørgvin frá.
Tað er longu nú greitt, at hann
ikki fer at standa á odda fyri VÍF eftir
summarfrítíðina. Hann hevur játtað
at hjálpt til í hesum kapp ing ar ári
num, men tíðin loyvir honum ikki at
halda fram í sessinum.
Sami málsetningur
Tað eru ikki meira enn tríggjar vikur
síðan, at VÍF var besta boðið upp á
ein komandi niðurflytara. Men síðan
er fullkomiliga vent í holuni. Við
trim um leikumførum eftir at spæla
eru vestmenningar á veg í FM
finalu na.
Men kortini vil Harald Bjørgvin
ikki hoyra talan um finalupláss og
gull merki. Hansara málsetningur
var at varðveita sætið í deildini.
– Eg gjørdi greitt á fyrsta leikara
fundinum, at vit fyrst og fremst skul
du vinna okkum av aftasta plássi
num. Tað hevur eydnast. Men vit eru
fullgreiðir yvir, at tað ikki eru fleiri
enn trý stig niður til aftasta plássið.
Fáa vit einki stig komandi vikurnar,
eru vit av álvara í niðuflytingarvanda.
Tí ræður um at fáa armarnar niður
sum skjótast. Men sjálvsagt ynskja
vit eitt finalupláss, sigur Harald
Bjørgvin.
VÍFH71 2925 (1210):
Meist
arar í
trupul
leikum
Føroyameistararnir
úr H71 eru nú á aftasta
plássinum
Fyri einum ári síðan stríddust
hoy vík ing ar fyri at fáa fyrsta
føroya meistaraheitið í hús. Tað
eydnaðist. Men eitt ár seinni
stríðast hoy vík ingar fyri at
sleppa av aftasta plássi num.
H71 tapti í gjár uppiborið á
úti vølli móti VÍF, sum hevði við
sær, at føroya meistararnir nú
eru botn propp ur í Atlantic
Airways deildini.
Avgerandi løtan var eftir
hvíldina, tá vestmenningar
vunnu sær eina tryg ga leiðslu.
Hóast H71 royndi at svara aftur,
vann VÍF við 2925.
Kvinnurnar venja
Alandsliðið hjá kvinnum í hondbólti er væl á veg við
sínum fyrireikingum til komandi Challenge Trophy
kappingina. Ein partur av tí var dysturin ímóti danska
U18landsliðnum herfyri, men nú eru ikki fleiri dystir
áðrenn kappingina. Í staðin verður vant dúgliga, og
landsliðið møtist í ítróttarhøllini í Kollafirði nú
fríggjakvøldið til venjing í tveir tímar.
ÍF vann kappingina
ÍF vann í gjár finaluna í Eysturoyarkappingini, sum ÍF
sjálvt hevði tikið stig til. Í finaluni vann ÍF 20 á Víkingi,
eftir at B68 fyrr um dagin hevði vunnið 31 á NSÍ í
dystinum um triðja plássi. Báðir innleiðandi dystirnir
leygardagin, NSÍVíkingur og B68ÍF, endaðu við javnleiki
11 og máttu avgerast við brotsspørkum.
Bjørgvin bjargar
barndómsfelagnum
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
VÍF-H71 29-25 (12-10)
10 min: 32
20 min: 87
40 min: 2014
50 min: 2417
Málskjúttar
VÍF: Joen P. Høgnesen 6,
Sámal Joensen 6 (1), Agnar
Joensen 5 (1), Bjarti
Hansen 4, Áki G. Olsen 4
(1), Áki Olsen 3, Sjúrður
Poulsen 1
H71: Dánjal Tórgarð 10 (5),
Janus Sørensen 6, Esbern
Patursson 5, Bárður
Brimvík 1, Poul Kjartan
Dam 1, Hans Kári Hansen 1,
Rógvi Sørensen 1
Brotskøst: VÍF 5, H71 5
Útvísingar: VÍF 3, H71 5
Dómarar: Eyðun
Samuelsen & Andreas F.
Hansen
FAKTA
– Eg eri ikki hann,
sum stendur og geylar
í skiftingarrúminum,
sigur Harald Bjørgvin,
ið hevur tikið við
venjarauppgávuni í
Vestmanna sum eitt
óløgi
Mynd: Álvur Haraldsen