Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46 Skjótt klárar aftur Svensku tvíburarnir, Susanna og Jenny Kallur, eru kendar frá frælsum ítrótti, men hava ikki verið við í kappingum í hálvtannað ár, tí tær hava verið skaddar. Nú gongur tó framá hjá báðum tveimum, og tær síggja ljóst upp á komandi kappingarárið, tí framgongdin er eyðsýnd. Báðar satsa uppá at vera klárar at kappast, tá EM-kappingin verður í summar. Fíggjarlig ávirkan Um ein mánað byrjar svenska kappingin í kvinnufótbólti, men eisini har merkja tey fylgjurnar av fíggjarkreppuni. Øll feløgini í bestu kvinnudeildini, Damallsvenskan, hava skert hópar sínar, og tey hava ikki ráð til bestu spælararnar, sum tey annars hava havt tað fyrr. Umboð fyri fleiri feløg siga, at nú er at minka vónirnar og royna at byggja upp í staðin. Í seinna hálvleiki setti Tjald ur ferð á og rann frá StÍF, ið á ongan hátt megn­ aði at hótta. Dysturin bleiv av g jørd ur í eitt korter, tá Tjald ur skoraði 13 mál og StÍF einki Grækarismessa er ikki fyrr enn fríggja dagin, men longu í gjár fekst ein forsmakkur í ítróttarhøllini í Runa vík, har fáur mundi ivast í, at okkurt Tjaldur longu var komið. Ein ávísur spenningur var undan dysti num, tí nú hevði StÍF fyrr í viku- ni havt Stjørnuna á knøunum, uttan tó at megna at halda, tá mest ráddi um. Ofta hevur StÍF eisini givið Tjald ri dygga mótstøðu, so tað kun- di jú hent seg, at hetta fór at gerast ein av teimum døgunum. Men longu, tá tað vísti seg undan dystinum, at StÍF ikki hevði sín besta skjútta, Rebekku Justinussen, við í Runa vík, mundi standa teimum flestu greitt, at so var hóttanin í øll- um førum ikki líka sterk. Tað var hon heldur ikki, tí í hesum dystinum var Tjald ur ongantíð tað allarminsta í van da fyri at snáva ella søpla nakað burt ur. Verjuspælið hjá føroya meistar u n- um var einki at reypa av í fyrra hálv- leiki, samstundis sum tað heldur ikki lá serliga væl fyri at skjóta mál í hin- um endanum, tí tað komu ikki fleiri enn níggju í fyrra hálvleiki. Guðrun í Lágabø var hinvegin so mikið væl uppløgd í Tjaldurs máli- num hesa ferð, at StÍF púrt einki fekk burturúr, men bara skoraði fimm mál fyrsta hálva tíman. Tað man hava verið langt síðani síðst… Uttan profilarnar Í seinna hálvleiki fekk Tjaldur so alt tað upp á pláss, ið einki hevði verið at sæð til fyri steðgin, og tí gjørdist hetta ein dystur millum tvey sera ójøvn lið. Nú koyrdi verjan øgiliga væl, samstundis sum Guðrun helt stílin frá fyrra hálvleiki, og tí gjørdist seinni helmingur av seinna hálvleiki ein vegis ferðsla. Fyrstu 10 minuttirnar royndi StÍF at fylgja við, men so fór Tjaldur at líkj ast meira og meira einum FM-finalisti, tí verjan var at kalla løst. Í eitt heilt korter skoraði Tjaldur heil- ar 13 ferðir, uttan at StÍF fekk nakað mál! At liðið í Runavík er annað og meira enn útlendingar, fekst eisini høvi til at síggja í seinna hálvleiki, tá tað í longum løtum var ein manning utt an teir vanligu profilarnar, ið gjørdi arbeiði. Og tað broytti einki upp á samlaða innsatsin, tí sjálvt ikki tá slapp StÍF upp í part. Enn eru tvey lands kapp ing ar um- før eftir, áðrenn komið verður til FM- finalurnar, men sum tað sá út í gjár, tykist Tjaldur vera í ferð við at finna aftur formin, sum í øllum førum skal til, um liðið ætlar sær at gera nakað við Stjørnuna. VB fekk einki stig í Vest­ man na í gjár. Tí er so at siga greitt, at vágskvinnur verða á aftasta plássinum, tá seinasta leikumfar er spælt. Víðkanin av Sunset­ deild ini er tí einasta bjarg­ ing in hjá liðnum 11 av teimum 14 hond bólt s feløg- unum í landinum hava sent skriv til Hondbóltssambandið um at víðka bestu kvinnu- og mansdeildina til kom an di kappingarár. Tá ársins út gáva av landskappingunum er av geidd skal HSF at taka støðu um kapp ingarskipanina fyri næstu árini. Avgerðin kann gerast bjargingin hjá VB. Tað verður at kalla vónleyst hjá VB at bjarga sær tilveruni í Sunset- deild ini. Tað varð staðfest í gjár, tá vágskvinnur taptu greitt í Vest- manna. VB skal komandi vikuskiftið vitja StÍF, sum er næstniðast. Mun ur- in millum liðini er fýra stig nú tveir dystir resta í. Tí er greitt, at ein víð- kan av deildini kann verða bjarg ing- in hjá liðnum. Hóttu ongantíð Skuldi VB framvegis gera sær vónir um at vinna seg av botnsessinum, var neyðugt við einum sigri á VÍF. Men gestirnir úr Vági hóttu ongan- tíð. VÍF rann avstað beinanvegin, og mið skeiðis í fyrra umfarinum skræd- di guli herðurin seg leysar. Tá megn- aði VB ongantíð at svara aftur. Við avrikinum í gjár staðfesti vágs kvinnur sítt pláss á stigatalvuni. Tær framdu eina rúgvu av mistøkum og spældi við væl lægri ferð enn heima liðið. Liljan Djurhuus var toppskjútti hjá VÍF. Hon skeyt 12 mál. Tað sama gjørdi Migle Senvaityte fyri VB. Tjaldur-StÍF 30-14 (9-5) 10 min: 3-1 20 min: 7-3 40 min: 15-9 50 min: 22-11 Málskjúttar Tjaldur: Annika Thomsen 8, Ad i na Petrea 7 (1), Alina Olaru Ang hel 6 (1), Heidi á Lakjuni 3, Bena dik ta Johannesen 2, Jóhan na í Króki 2, Hanna I. Høj gaard 1, Mary-Ann Zacharia sen 1 StÍF: Roxana Bodirlau 7 (2), Anna Petersen 2, Adriana Bobra 1, Fríðrún Danielsen 1, Oddrún Danielsen 1, Rósa Danielsen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, StÍF 3 Útvísingar: Tjaldur 3, StÍF 1 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA VÍF-VB 33-25 (16-12) 10 min: 5-3 20 min: 10-7 40 min: 22-16 50 min: 28-22 Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 12 (6), Agnas Olsen 6, Heidi Joensen 4, Halla Midjord 3, Elisa Leo 2, Tóra Seloy 2, Linda Davidsen 1, Finngerð Jensen 1, Torgun Johansen 1, Rakul Joensen 1 VB: Migle Senvaityte 12 (7), Bára Mortensen 5, Una Egillsdóttir 2, Rannvá Johannessen 2, Andrea Nielsen 2, Monika Samuelsen 1, Svava Vestergaard 1 Brotskøst: VÍF 7, VB 7 Útvísingar: VÍF 5, VB 7 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Tjaldur­StÍF 30­14 (9­5): Grækarismessuhýrur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen VÍF­VB 33­25 (16­11): VB staðfesti sítt pláss uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen VÍF vann greiðan sigur á VB, ið ongantíð megnaði at svara aftur, eftir at VÍF var farið avstað Mynd: Álvur Haraldsen