mánadagur 8. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46
Neistakvinnurnar høvdu
allar møguleikar at taka
eitt óvæntað stig frá
Stjørn uni. Men í avgerandi
løtu num vóru royndirnar á
muni
Hóast tað fyri langari tíð síðani var
greitt, at Neistin ikki kundi hótta
Stjørn una ella Tjaldur í finalu kapp
renningini, so hevur málið støðugt
ver ið at tað í onkrum av dystunum
móti báðum oddaliðunum skuldi
eydnast at taka stig.
Og tað var um reppið, at hetta
eydn aðist sunnudagin.
Fyrstu løtuna var annars ikki so
nógv, sum bendi á, at Stjørnan
skuldi fáa teir heilt stóru trupul leik
ar nir.
Steypavinnararnir
løgdu
bragd liga fyri, og hóast verjan hjá
vert unum riggaði hampuliga væl,
so hekk álopsparturin ikki nóg væl
saman.
Hetta broyttist tó nakað eftir
steðgin. Neistin vann seg heilt nær
Stjørn uni, men tá gestirnir aftur
øktu ferðina, tóktist alt avgjørt.
Neist in noktaði tó at geva seg, og tá
Fríða Petersen í málinum fór at vísa,
hví hon er sjálvskrivað í lands liðs
málinum, fór at sansa at hjá Stjør n
uni.
Seinastu 10 minuttirnar eydnaðist
bara tvær ferðir at finna málið hjá
gestu num, og tað gav av álvara
møgu leikan til Neistan. Ikki minst tá
Kristina Griksaite móti dystarenda
fekk tveir fingrar frá dómaraparinum.
Tað eydnaðist tó ikki Neistanum
at skora upp á brotskastið, og yvir
talsstøðan sum heild var heldur ikki
nóg væl nýtt, og so slapp Stjørnan
við skrekkinum, hóast tær sjónliga
høvdu nervar hesa seinastu løtuna.
Tað vóru tær ikki einsamallar um,
og so máttu tær í Neistanum bara
ásanna, at tú skalt eisini tora at taka
av, tá møguleikin er har.
Kollfirðingar fingu ongan
tíð fatur í longra enda num,
tá strandingar vitj aðu
í gjár. Í staðin gjørd ist
úrslitið ein knúsandi StÍF
sigur
Tá KÍF tíðliga í kappingini einki fekk
burturúr, stimaði StÍF avstað, men
brátt vóru leiklutirnir umbýttir.
Brád liga stóð fast hjá StÍF, ið ikki
vann í mánaðir, meðan KÍF byrjaði at
fáa stig og sigrar – ikki minst ímóti
teim um liðunum, tey fægstu vænt
aðu tað.
Men dysturin í Kollafirði í gjár
kundi fyri tað verið spældur í fyrsta
lands kappingarumfarinum, tí StÍF
var so ruddiliga omaná, meðan KÍF
einki formáddi sær. Longu beinan
vegin sást, at kollfirðingar ikki fingu
verjuna at rigga, og tí spurdist held
ur einki burtur úr álopsspælinum.
Ein onnur orsøk til, at KÍF ikki fekk
nakað burtur úr sínum álopum og
skot royndum, var málverjin hjá StÍF,
Marian Cirluganescu, ið mestsum
tók alt, hann fekk ímóti sær av skot
um, umframt at hann hevði eina
sterka verju framman fyri sær. Hann
var ein livandi múrur og helst
fremsta orsøkin til, at sjálvsálitið hjá
koll firðingum varð pilkað sundur.
Ráðaleysir
Strandingar høvdu toppskjúttan hjá
sær, Cristian Preda, sitandi uttanfyri í
gjár, og tað hevði kanska sítt at siga
fyri spælið hjá StÍF. Kollfirðingar
høv du óivað gjørt seg út uppá, at
hon u m skuldu teir ansa serliga væl
eftir, men tá hann slett ikki spældi,
tóktust teir ikki sørt ráðaleysir.
Samstundis spílaðu hinir á StÍF
lið num seg bara enn meira út, so tí
gjørd ist skjótt greitt, hvønn veg tað
bar í hesum dystinum. Eisini høvdu
teir í StÍF lisið væl uppá, tí hvørja
ferð KÍF royndi at seta ferðina upp
og fáa gongd á sítt skjóta spæl, hál
aðu strandingar stikkið úr og vístu,
at teir ikki lótu seg lumpa.
Longu í hálvleikinum vóru sjey
mál á muni, og í seinna hálvleiki økti
StÍF spakuliga um leiðsluna, so talan
altso gjørdist um ein sera tryggan –
og ikki minni kærkomnan sigur – til
strandingar, sum harvið smoygdu
sær upp á triðjapláss, meðan KÍF
dragn aði enn eina ferð og datt
niður á fjórða plássið.
KÍF-StÍF 18-28 (8-15)
10 min: 35
20 min: 511
40 min: 1218
50 min: 1323
Málskjúttar
KÍF: Teitur Joensen 4, Andrias
Nielsen 4, Niklas Reginsson 4,
Rógvi Weyhe 4, Regin
Petersen 2
StÍF: Marius Joensen 8, Leivur
Justinussen 7, Súni Ernstsson
3, Jóannes Prestá 3, Bárður
Danielsen 2, Borgar Danielsen
2, Mortan Hansen 2, Jógvan
Berg 1
Útvísingar: KÍF 4, StÍF 5
Dómarar: Sámal Paulason &
Kári Hansen
FAKTA
Neistin-Stjørnan 24-26 (12-
15)
10 min: 46
20 min: 811
40 min: 1722
50 min: 1924
Málskjúttar
Neistin: Katrin á Neystabø 8
(3), Anja Heinadóttir 4, Birita
Wardum 4, Unn Kragesteen 3,
Jacklin Durhuus 2, Marjun F.
Danberg 2, Lina Andriulyte 1
Stjørnan: Valentina Suciou 7
(1), Joan Midjord Joensen 6,
Simona Petersen 6 (1), Una
Olsen 3, Durita Mikkelsen 1,
Judith Hansen 1, Bára Skaale
Klastein 1, Annika Ljósstein 1
Brotskøst: Neistin 5, Stjørnan 3
Útvísingar: Neistin 1, Stjørnan 3
Dómarar: Rúni Mohr &
Ragnar Simonsen
FAKTA
Strandingar vóru væl fyrireikaðir og lótu ikki kollfirðingar sleppa
at stýra dystinum, sum eisini endaði við StÍF-sigri og 10 málum á
muni
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir steðgin var Neistin
um reppið at fáa Stjørnuna
aftur. Verjan stríddist væl,
og Fríða Petersen tók tað
nógva av tí, sum slapp inn
um verjuna
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
NeistinStjørnan 2426 (1215):
Neistin var ov heitur
KÍFStÍF 1828 (815):
Strandingar vunnu stórt
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Rooney í ónáðir
Manchester Unitedvenjarin, Alex Ferguson, sigur, at
Wayne Rooney sjálvur hevur skyldina av, at hann er
skaddur. Ferguson er ikki nøgdur við, at Rooney spældi
meginpartin av venjingardystinum móti Egyptalandi, tí
hann hevði ein minni skaða í knænum. Hóast skaðan, so
spardi 24 ára gamli framherjin seg ikki, og tí gjørdist
skaðin bara verri.
Óbroytt í Italia
Oddabrakið í Seria A um vikuskiftið var millum AS Roma
og AC Milan. Liðini elta Inter, sum í síðstuni hevur spælt
fleiri javnleikir. Men hvørki Roma ella Milan megnaðu at
skora. Inter tók á heimavølli móti Genoa, og heldur ikki í
tí dystinum kom nakað mál. Inter er framvegis fýra stig
framman fyri Milan, meðan Roma er á triðja plássi, sjey
stig aftanfyri Inter.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen