Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Carragher kann fara Jamie Carragher hevur sáttmála við Liverpool til endan av komandi kappingarárið, og bjóðar felagið honum ikki ein nýggjan, hevur hann ongar trupuleikar við at fara úr felagnum. 32 ára gamli Carragher hevur spælt yvir 600 dystir fyri enska felagið og er væl umtóktur millum viðhaldsfólkini fyri sín »never say die« stríðshuga. Real yvirhálað Barca Real Madrid vendi 0-2 til 3-2 upp á ein hálvan tíma, tá Sevilla var á vitjan leygarkvøldið, meðan FC Barcelona, ið fekk Zlatan útvístan, spældi 2-2 móti Almeira. Tað merkir at Real Madrid nú er nummar eitt, hóast bæði liðini hava 62 stig, tí málúrtøkan hjá Real Madrid er tvey mál betri enn tann hjá Barcelona. Fimm av okkara frægu ungu rennarum vóru um vikuskiftið við í kapp­ ingunum um donsku meistara heitini í innan­ dura renning. Og trý teirra komu heimaftur við fýra gull­, einum silvur og einum bronsu heiðurs­ merki, umframt at trý nýggj met vórðu sett Hjá Bjørk Herup Olsen og Rúna Seloy er tað blivið ein vani, at tey hava heiðursmerki av gyltum slagi hangandi um hálsin, tá tey koma heimaftur frá DM-kappingini. Henda kapping var í Skive um vikuskiftið, og enn eina ferð eydnaðist teimum báðum at vinna kappingar og heið- urs merki. Men eisini var stuttligt at síggja, at ungi morskranesmaðurin, Marnar Djurhuus, sum fyri kortum er komin upp í skipaðu renningina, eisini megnaði at vinna eitt gullmerki og annars gera vart við seg í teimum kappingum, hann var partur av. Hetta boðar frá góðum fyri fram- tíðina, tí hesi trý saman við Rebekku Fuglø og Jan Elmari Sørensen eru ung og hava tíðina fyri sær. Øll fimm eru nøvn, vit kunnu vænta okkum at hoyra meira til, tá tað kemur til renning, bæði burturi og heima. Gull og føroysk met Bjørk Herup Olsen gjørdi bart í báð- um kappingunum, hon var við í, so tí kemur hon nú heimaftur sum tví - faldur danmarksmeistari. Fyrra kapp ing hennara var í 3.000 metra renning fyri gentur 18-19 ár leygar- dagin. Har sprongdi hon føroyska metið við 14 sekundum, tá hon vann við tíðini 10.02,47 minuttir – um - framt at hon var heili 25 sekund framm an fyri næsta rennaran í kapp ing ini! Men har steðgaði Bjørk tó ikki, tí í gjár var hon við í 1.500 metra renn- ingini í sama bólki, har hon enn eina ferð rann frá øllum hinum og vann gull við tíðini 4.47,95 minuttir. Eingin ivi um, at hetta var eitt serstakliga gott avrik hjá henni báðar dagarnar. Eisini Rúni Seloy, sum kappaðist í bólkinum dreingir 15-16 ár, legði bragdliga fyri, tá hann leygardagin vann gull á 800 metra teininum, samstundi sum hann við tíðini, ið var 1.59,62 minuttir, fyri fyrstu ferð setti nýtt føroyskt met. Sunnudagin kappaðist Rúni í ein- um eldri aldursbólki, dreingir 16-17 ár, men eisini har megnaði hann at vinna heiðursmerki og seta nýtt føroyskt innanduramet. Hann rann teir 400 metrarnar við tíðini 52,35 sekund, sum rakk til bronsu. Marnar blandar seg Tað gleðiliga við innandura kapp- ing ini í Skive var, at eitt triðja navn eisini blandaði seg uppí toppin og fór avstað við einum gullmerki. Talan er um blaðunga morskranes- drongin, Marnar Djurhuus, sum í heyst rann fullan marathontein, tá skúlarenning var á Strondum. Fyri tað fekk hann skreytblað og umrøðu á hesum síðum, tí hetta var merkis- vert. Í vetur hevur hann fyri fyrstu ferð vant regluliga saman við øðrum og verið við í kappingum, og nú hann fekk møguleikan í DM-kappingini, tók hann av, tí hann kemur heimaftur við tveimum heiðursmerkjum. Marnar vann í gjár gull á 1.500 metra teininum í bólkinum dreingir 14-15 ár, og har gjørdist hann sostatt danskur meistari við tíðini 4.25,73 minuttir. Eisini leygardagin hepnað- ist væl hjá honum, tá hann í sama bólki vann silvur á 800 metra tein- inum við tíðini 2.14,91 minuttir. Hinir báðir rennararnir, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen, blivu bæði tvey nummar seks í sínum kappingum leygardagin. Í gjár rann Rebekka 400 metrar og Jan Elmar 1.500 metrar, men tey fingu ikki tíðir, ið rukku til heiðursmerki. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Bjørk, Rúni og Marnar seks DM­heiðursmerki Rúni Seloy og Bjørk Herup Olsen vunnu um vikuskiftið ávikavist eitt og tvey gullmerki, umframt at bæði settu nýggj føroysk met, tá tey kappast um donsku meistaraheitini í innandura renning Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Marnar Djurhuus av Morskranesi vann eisini gull í DM. Henda myndin av honum var tikin, eftir at hann fekk skreytblað, tí hann á ítróttardegnum hjá Stranda skúla rann fulla marathonteinin Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir