mánadagur 8. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46
Bayern München-savn
Týska stórfelagið, Bayern München, hevur ætlanir um at
gera eitt serligt interaktivt savn, sum skal lýsa stórslignu
søgu felagsins. Bygningurin skal standa klárur um eitt
ár, og bilframleiðarin, Audi, er partnari í verkætlanini, ið
kemur at húsast við síðuna av Allianz Arena. Felagið
eigur týska metið í bæði meistaraheitum og
steypasigrum.
FIFA friðar bóltin
Eisini í framtíðini verða tað dómararnir, ið eftir bestu
sannføring skulu gera av, um bólturin er farin um
málstrikuna ella ikki í einum fótbóltsdysti. Tað er greitt,
eftir at lógarnevndin hjá FIFA hevur vrakað eitt uppskot
um at brúka bóltar við innbygdum telduchippi og
einum málupptøkutóli. Hesin teknikkurin er eitt nú
kendur frá íshockey.
Talan var um eina endurtøku av
steypafinaluni, tá kvinnurnar hjá
Drátti og SÍ hittust á Giljanesi í gjár.
Úrslitið gjørdist eisini tað sama, 3-2
til SÍ, men hesa ferð var Dráttur á
odda 2-0, áðrenn SÍ fekk vent
dystinum tey bæði næstu settini –
og síðani vunnið fimta settið og
dystin.
Karin Mikkelsen var ikki við hjá SÍ,
og tað var kanska ein viðvirkandi
orsøk til, at tað ikki bar so væl til tey
bæði fyrstu settini, tí liðið mátti
umskipast tilsvarandi. Men einki
bilti spælinum og stríðsviljanum
hjá Drátti, ið veruliga vísti, at liðið
ætlaði sær at taka síðsta sigurin í
slagnum um Vágar.
Tað koyrdi eisini væl hjá
heimaliðnum. Ikki minst í øðrum
setti, har Maja Filipovic legði fyri við
at serva Drátt framum 9-0, áðrenn
SÍ vann fyrsta stigið. Tá var settið
longu avgjørt og Dráttur á odda
2-0.
Men so gjørdi SÍ nakrar
broytingar í uppstillingini, ið
hjálptu væl til. Talan var enn tá um
sera gott spæl í bæði triðja og
fjórða setti, har SÍ greitt hevði
munin – ikki minst á gólvinum, har
farið var eftir øllum, sum bara rørdi
seg – hóast Dráttur av øllum alvi
royndi at fylgja við.
Í fjórða setti vildi Vivian Joensen
vísa, at hon eisini dugdi at serva, tá
hon í einum høggi servaði ikki færri
enn 14 stig á kontuna hjá SÍ, sum
vann settið greitt.
Dysturin var tó ikki liðugur enn,
hóast tað sá út til, at SÍ hevði
vunnið sær sálarligu yvirvágina
undan fimta setti. Tvørturímóti
legði Dráttur væl út og var á odda
bæði 6-1 og 12-9, men kortini ikki
kláraði tað. Støðan var enntá 13-12
til Drátt, tá SÍ gjørdi seinasta vørrin í
dystin og tók tríggjar teir seinastu
bóltarnar, so sigurin fór til Sørvágs.
hil
Hóast Fleyr endaði hetta kapp ingar-
árið á bronsuplássinum fyri nøkrum
vikum síðani, tá tað gjørdist greitt,
at finalukjansurin ikki longur var til
staðar, megnar havnarliðið fram-
veg is at geva teimum ovaru lið-
unum dygga mótstøðu. Ikki minst í
gjár, tá Fleyr kom á odda 2-0 í sett-
um ímóti SÍ, áðrenn dysturin spaku-
liga vendi hinvegin.
Spælið hjá Fleyr var gott og
varierað tey bæði fyrstu settini, tá
hin vegin einki vildi bera til hjá SÍ.
Ser l iga í álopsspælinum formáddu
sør v ingar sær lítið, og teir vóru í
grund ini á veg ímóti at tapa dystin,
tá spælandi venjarin, Ragnar í Har-
alds stovu, valdi sjálvur at koma inn.
Hann munaði beinanvegin væl
fram mi við netið, har hann blokkaði
av lívsins kreftum – gjarna saman
við Inga Ole-Jacobsen. Men fyrst var
tað Jón Joensen, ið fekk givið álop i-
num slagkraft, tá hann mestsum
bein an vegin í triðja setti rakti form-
in og gekk undan.
Líka so sannførandi, sum Fleyr
hevði vunnið tey bæði fyrru settini,
vann SÍ triðja og fjórða sett, og skul-
di alt avgerast í fimta settinum. Her
hevði SÍ eisini munin og vann, so
enn er spenningur um, hvør av FM-
finalistunum, Mjølnir ella SÍ, endar
landskappinga ovast.
hil
KÍF-ÍF 0-3
(24-26, 14-25, 20-25):
ÍF vann
botndystin
Tá KÍF í gjár tók ímóti ÍF, var tað við
rætti liga stórari vissu seinasti møgu-
leikin hjá teimum ungu KÍF-kvinn-
un um at fáa nakað stig hetta kapp-
ing a rárið. KÍF er aftast og ÍF næst-
aftast, og fyrr í vetur hevur KÍF so
vunn ið okkurt sett frá kvinnunum úr
ÍF.
At byrja við sá tað eisini lovandi
út, tí KÍF fór avstað og sá út til kanska
at taka fyrsta settið. Men tað helt
bara ikki allan vegin, og í evstu løtu
streyk ÍF avstað við settinum. Í øðr-
um setti var stórur munur á, og
somu l eiðis vann ÍF triðja sett trygt,
so talan gjørdist um ein – hóast alt
– greiðan ÍF-sigur í Kollafirði.
hil
Dráttur-SÍ 2-3 (25-21, 21-15, 16-25, 15-25, 13-15):
Finaluendurtøka
Fleyr-SÍ 2-3 (25-21, 25-21, 17-25, 18-25, 11-15):
SÍ blokkaði
Fleyr út
Fleyr vann tey bæði fyrstu settini
og var á veg ímóti sigri, tá SÍ fór
at satsa upp á blokkin og fekk
tvingað dystin út í fimm sett – og
vunnið hann
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir