Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Vit koma sterkt aftur – Hetta var so tað, og nú hyggja vit frameftir. Vit vita, at vit eiga bestu unglingaspælarar í landinum, og tað kann eingin taka frá okkum. Teirra tíð skal nokk koma, so vit arbeiða hart víðari, sigur Marjun Kalsø, eftir at Mjølnir við tapinum fyri TB misti finalumøguleikan hesa ferð. – Gjøgnum kappingarárið er hópurin hjá okkum nógv broyttur, tí vit hava mist fleiri góðar spælarar, men vit hava gjørt okkara besta. Nú er so bronsan eftir at stríðast um, og henni fara vit sjálvandi eftir. hil Hetta hevur verið málið – Hetta er ótrúliga deiligt, og hetta er tað, sum vit hava arbeitt fram ímóti í allan vetur, tí vit høvdu sett okkum sum mál, at vit skuldu røkka í FM-finaluna, sigur Gudrid Nolsøe, ið sjálv gekk undan á vøllinum – ikki minst við nógvum góðum servum, ið góvu Mjølnir trupulleikar. – TB var aftast í fjør, men er nú í finaluni, og tað er fantastiskt. Teir fyrstu dystirnar í vetur máttu vit brúka eitt sindur av tíð at spæla liðið saman, men síðani hevur tað bara koyrt hjá okkum. Nú ætla vit at fara allan vegin. hil Nógvir og mælskir áskoðarar og serliga Teraflex-gólvið skaptu góðan karm um dystin millum kvinnurnar hjá TB og Mjølnir í Trongisvági í gjár. Har eydnaðist TB at vinna, og tað merkti samstundis, at tvørakvinnur skulu spæla í FM-finaluni ímóti SÍ Enn eina ferð var toppdystur á skránni í Eik-liguni hjá kvinnum, og enn eina ferð var talan um ein væl spældan dyst millum tvey góð lið, tá TB í gjár tók ímóti Mjølnir. TB kundi við sigri tryggja sær pláss í finaluni, og vann Mjølnir, so vóru klaks víks- kvinnur eitt týðandi fet nærri finalu- plássinum. Tað vísti seg tó, at TB var við yvirlutan, tá avtornaði, og so var finalusessurin vísur, tí Mjølnir hevur við einum dysti eftir ikki møguleikan at taka TB aftur. Mjølnir legði væl út í fyrsta setti og kom framum 10-5, áðrenn TB svaraði aftur. Spælandi venjarin, Gudr id Nolsøe, servaði TB framum 14-11, og hóast Mjølnir megnaði at fara fram um eina ferð aftrat og enn tá vera á odda 23-20, so endaði tað við, at TB tók setti. Og enn eina ferð var tað Gudrid, ið servaði tað mestsum heim hjá TB. Yvirhøvur var tað størsti trupul- leikin hjá Mjølnir í dystinum, at liðið ongantíð fekk fatur á fløtu serv u- num frá Gudrid, ið allan dystin gjør- du lívið súrt fyri klaksvíkskvinnurnar. Í øðrum setti fylgdust liðini eina løtu, men nokk so tíðliga hevði Mjøl nir hug at fara trý og fýra stig fram um, og tann munurin helt sær allan vegin, so nú stóð 1-1 í settum. Mjøl nir hevði gott servutrýst í øðr- um setti, tá TB ongantíð fekk mót- tøkurnar at koyra. Kolldømdar servur Eitt sindur rokaligt gjørdist tað, tá ein løta var spæld av triðja setti. Enn eina ferð var tað Gudrid, ið hevði gjørt um seg við fýra góðum serv- um, so TB var komið á odda 5-2, men so varð funnið útav, at TB hevði gjørt feil í uppstillingini. Dómararnir vóru náðileysir og skrúvaðu stiga- talvuna heilt aftur, so har stóð 0-1 til Mjølnir! Tá so spælið aftur kom í gongd, var spælið sera javnt og liðini skift- ust um at vera á odda, áðrenn TB fekk smoygt sær framum í avgerandi løtuni og vunnið settið. Samstundis høvdu tær í Mjølnir hug at ilskast inn á dømingina, sum tær ikki hildu vera nøktandi, og tað sá út til at kos- ta í konsentratiónini. Í øllum førum fekk TB øgiliga lætt spæl í fjórða setti, sum varð vunnið uttan stórvegis mótstøðu, og so statt kundu tvørakvinnur strúka av stað við sigrinum og finalu sess i- num, meðan Mjølnir nú í besta føri kann royna at fáa fatur í bronsuni. Óansæð, so høvdu teir mongu áskoð ar arnir verið vitni til ein góðan dyst, har bæði liðini vístu gott spæl. Ikki minst servaðu spælararnir á báðum liðum væl, men tá avtornaði var tað altso TB, sum hevði munin. Rom og Venedig ynskja OL Tveir italskir býir liggja framvið at hýsa olympisku summarleikunum í 2020, tí bæði Rom og Venedig hava spurt seg fyri hjá italsku olympisku nevndini, sum nú skal gera av, hvønn bý Italia skal satsa uppá í kappingini um at sleppa at hýsa OL. Rom var vertur í 1960, men Venedig hevur ongantíð áður hýst olympisku leikunum ella nakrari stórkapping. Tiger milliónir í boði Hóast stórar fyritøkur sum Gatorade, Tag Heuer, Accenture og Gillette hava vent golfspælaranum, Tiger Woods, bakið eftir ótrúskapsgølu hansara, vilja onnur heldur enn fegin nakað við hann at gera. Írska veddingarfyritøkan, Paddy Power, roynir nú at fáa eina sponsoravtalu í lagi við Woods, sum tó higartil hevur aftrað seg. TB-Mjølnir 3-1 (26-24, 22-25, 25-21, 25-12): TB er í finaluni einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen TB og Mjølnir spældu ein fínan dyst í Trongisvági í gjár, har tað tó vísti seg, at TB hevði munin og vann sær finalusess Mynd: Áki Bertholdsen