Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46 Tá Paul Scholes skoraði avgerandi málið móti Wolverhampton leygar­ dagin, var tað mál numm ar 100 hjá honum í Premier League. Í FA Cup­ kappingini svaraði John Terry kritikkinum aftur Leygardagin hevði Manchester United møguleikan at leggja seg á odda í Premier League, men á úti­ vølli móti Wolverhampton høvdu gestirnir tað torført. Í 72 minuttir gekk illa hjá Manchester United at skapa stórvegis møguleikar uttan Wayne Rooney, men so traðkaði Paul Scholes til. Bólturin endar fyri føturnar á honum í brotssteiginum. Fyrst snýtti hann Wolves­verjuna, áðrenn hann sendi bóltin í handara síðunet til 1­0. Manchester United á odda í Premier League, og fyri triðju ferð hetta kappingarárið skorar ein Man­ chester United­spælari sítt mál nummar 100 í Premier League. Bæði Ryan Giggs og Wayne Rooney eru farnir um 100­máls markið hetta kappingarárið. Tað eru 17 aðrir spælarar, ið hava rokkið 100 málum í Premier League – teirra millum Andy Cole, Teddy Sherr ingham, Michael Owen, Dwight York og Dion Dublin, ið allir hava umboðað ella umboða Man­ chester United. Tað, ið er serligt við Paul Scholes er, at hann er miðvallari, og á listan­ um eru tað bara hann og Frank Lamp ard, sum eru miðvallarar. Har eru tó eisini Mattew Le Tissier og Ryan Giggs, sum eisini kunnu rokn­ ast fyri at vera miðvallarar, men restin er framherjar. Tað sigur ikki so lítið um mannin við 18­talinum hjá Manchester United. Øll eygleiða Terry Í London stríðist John Terry fyri eftir­ mælinum hjá sær. Um ársskiftið var hann liðskipari á enska landsliðnum og hevði heiti »Father of the Year« í Onglandi. Í dag er hann avsettur sum liðskipari og tað er ilt at ímynda sær, at hann nú hevði fingið flestar at ­ kvøð ur til heitið »Father of the Year«. Øll hava eina meining um mannin, sum framvegis er liðskipari hjá Chelsea. Hvørt fet hann tekur, hvør nærdystur og hvør andadráttur verð ur viðgjørdur, sum var tað heims friðurin, ið stóð upp á spæl. Mill um teirra, ið eru blivnir sterkari av nógvum mótgangi, eru David Beckham og Cristiano Ronaldo. Nú er so spurningurin, um John Terry ger tað sama ella um bukkar undir fyri trýstinum. Sunnudagin fekk Chelsea vitjan av Stoke City í fjórðingsfinaluni í FA Cup­kappingini. Frank Lampard legði Chelsea á odda 10 minuttir fyri hálv leik. John Terry var fyrstur á bóltin eftir horna og legði hann fyri føturnar á Lampard, sum smekkaði bóltin í málið. Um miðjan seinna hálvleik økti John Terry sjálvur, tá hann stútaði eitt horna frá Lampard í mál. Tað sást týðiliga á John Terry eftir málið, at hann ætlar at taka dystin upp við restina av fótbóltsheiminum. Reading ikki víðari Chelsea skal í hálvfinaluni møta Aston Villa, sum var á vitjan hjá Read ing, ið millum annað sendi Liver pool úr FA Cup­kappingini. Tað sá eina løtu út til, at Reading fór at knekka Villa. Fyrst stútaði Shane Logan heimaliðið á odda. Síðani átti hann seinasta fótin á einum skjót­ álopi, so Reading kundi fara til hálv­ leiks við eini tvey máls leiðslu. Hvat Martin O’Neill, venjari hjá Aston Villa, hevur sagt við sínar spæl arar í hálvleikinum, er óvist, men tað riggaði. Áðrenn eitt korter var farið av seinna hálvleiki, høvdu Ashley Young og tvær ferðir John Carew vent dystinum á høvdið. Í sein asta minutti fekk norski fram­ herjin enntá sítt hat­trick, tá hann skoraði upp á brotsspark til endaliga úrslitið 4­2 til Aston Villa. Hin hálv­ finalan verður millum Portsmouth og vinnaran av Tottenham og Ful­ ham. Somu trý eru fremst Arsenal vann leygardagin í Premier League­kappingini 3­1 á Burnley. Lið skiparin, Cesc Fabregas, legði vertirnar á odda, men David Nugent javnaði fyri Burnley. Við málum frá Theo Walcott og Andrei Arshavin tryggjaði Arsenal sær sigurin á Emirates Stadium. Arsenal hevur nú lagt seg undir liðina á Chelsea við 61 stigum, tvey stig aftan fyri Man­ chester United. Chelsea hevur ein dyst til góðar í mun til hinum bæði. Bosingwa ikki til HM Portugisiski Chelsea­spælarin, José Bosingwa, er liðugur við alt fótbóltsspæl hetta kappingarárið. 27 ára gamli verjuspælarin var júst komin í gongd við løttu venjníngina eftir skurðviðgerð í vinstra knæi, tá tað gjørdist greitt, at alt ikki var í lagi, so hann má skerast umaftur. Sostatt sleppur hann ikki við Portugal til HM í Suðurafrika. Íslendingar til láns Svenska felagið, GAIS, fer at lána onkrum íslendskum felagi spælararnar, Guðjón Baldvinsson og Guðmund Gunnarsson. Fimm íslendsk feløg liggja framvið, nú GAIS ikki skal brúka teir báðar komandi árið. Guðjón Baldvinsson, sum er framherji, og Guðmundur Gunnarsson, sum er verjuspælari, komu undan síðsta kappingarári til Svøríkis frá KR í Reykjavík. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Man Utd. 29 20 - 3 - 6 67 24 43 63 2 Chelsea 28 19 - 4 - 5 65 26 39 61 3 Arsenal 29 19 - 4 - 6 69 32 37 61 4 Tottenham 28 14 - 7 - 7 50 27 23 49 5 Man City 27 13 - 10 - 4 52 35 17 49 6 Liverpool 28 14 - 6 - 8 45 28 17 48 7 Aston Villa 26 12 - 9 - 5 37 21 16 45 8 Everton 28 11 - 8 - 9 44 40 4 41 9 Birmingham 27 11 - 7 - 9 26 28 -2 40 10 Fulham 28 10 - 8 - 10 32 29 3 38 11 Stoke 27 8 - 10 - 9 27 32 -5 34 12 Blackburn 28 9 - 7 - 12 30 45 -15 34 13 Bolton 28 7 - 8 - 13 32 50 -18 29 14 West Ham 28 6 - 9 - 13 36 45 -9 27 15 Sunderland 27 6 - 9 - 12 32 44 -12 27 16 Wigan 27 6 - 7 - 14 26 53 -27 25 17 Wolves 28 6 - 6 - 16 21 46 -25 24 18 Hull 28 5 - 9 - 14 26 59 -33 24 19 Burnley 28 6 - 5 - 17 29 60 -31 23 20 Portsmouth 27 5 - 4 - 18 23 45 -22 19 Tað er bara ein Paul Scholes argetrondur@ofir.dk Tróndur Arge Fyri triðju ferð hetta kappingarárið skoraði ein Manchester United spælari sítt mál nummar 100 í Premier League, tá Paul Scholes leygardagin avgjørdi dyst in ímóti Wolver­ hampton Leygardagin Arsenal­Burnley 3­1 West Ham­Bolton 1­2 Wolverhampton­ Manchester United 0­1 Sunnudagin Everton­Hull 5­1 Mánadagin Wigan­Liverpool Úrslit, Premier League