Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 8. mars 2010 – Nr. 46 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Vonn vann World Cup Við sigri í stroki hjá kvinnum í Crans Montana í Sveis, tryggjaði Lindsey Vonn sær leygardagin samlaða sigurin í World Cup. Amerikanski skíðarin var ein hundraðpart av einum sekundi framman fyri italsku Johanne Scharf. Sostatt hevur Vonn vunnið World Cup í bæði stroki, blandaðari skíðing og super-G. Undan seinastu kappingini er hon 197 stig á odda! Kapping fyri bonkin Eftir hetta kappingarárið skulu menninir á bonkinum í donsku superliguni ikki longur spæla sínar dystir í triðbestu deildini. Í staðin verður stovnað ein kapping burturav fyri eykaliðini hjá superligu- feløgunum. Samstundis verður talið á liðum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini minkað úr 16 niður í 12 lið – tó stigvíst yvir tvey kappingarár. Christian Lamhauge Holst skoraði í sannførandi sigrinum hjá Silkeborg á Køge. Uppflytararnir liggja eftir vetrarsteðgin nummar fýra í SAS-deildini, og tað gevur sjálvsálit. – Nú er ikki longur talan um hepni. Vit eru góðir, sigur føroyski landsliðsleikarin Silkeborg hevur tikið flest øll í Dan- mark á bóli. Christian Lamhauge Holst og hinir í Silkeborg spældu sein asta ár í næstbestu deildini, har teir ikki vóru serliga sannførandi. Tað eydnaðist teimum kortini at spæla seg upp í SAS-deildina, har hava verið ógvuliga sannførandi og hava yvirraskað tey flestu, eisini seg sjálvar. – Vit eru sera yvirraskaðir. Ikki minst tí, at vit upp á ongan máta imponeraðu seinasta kappingarár, men spæla frálíkan fótbólt nú vit eru fluttir eina deild upp, sigur Christian Lamhauge Holst. Eru ikki hepnir Tá danska fótbóltskappingin fór í vetrarfrí, lá Silkeborg á fjórða plássi. Um vikuskiftið vaknaði fótbólts dan- mark aftur úr dvala, og Silkeborg liggur framvegis á fjórða plássi. – Tað hevði alstóran týdning, at vit fingu eina góða byrjan eftir steðgin. Ikki minst tí, at vit hava nógv at liva upp til, eftir at tað hevur gingið so væl hjá okkum, heldur Christian Lamhauge Holst, sum vísir aftur, at talan er um hepni hjá upp- flytarunum. – Vit eru ikki hepnir longur. Eftir góðu úrslitini eru vit farnir at trúgva upp á okkum sjálvar og spæla eisini væl. Øll hasi tingini hanga saman, so tað heila sær rættiliga skilagott út hjá okkum, sigur Christian Lamhauge Holst. At okkurt er um tað, Christian Lam hauge Holst førir fram, sæst aftur á stigatalvuni. Silkeborg hevur vunnið níggju av sínum 19 dystum, spælt fimm javnleikir og hevur tapt hinar fimm. Somuleiðis hevur liðið skotið 34 mál og tað eru einans FCK og Brøndby, sum hava gjørt hetta betri enn uppflytararnir. Munur á uppflytarum Er støðan góð í Silkeborg, so er hon munandi øðrvísi hjá hinum uppflytaraliðnum Køge. Teir hava einans vunnið ein dyst. Eins og Silkeborg hevur Køge hálað fimm javnleikir í hús, men ósigurin fyri Holst og hinum í gjár, var nummar 13 hetta kappingarárið. Leingi varð tó ivast í, um dysturin millum HB Køge og Silkeborg IF skuldi spælast í gjár. »Underlaget i Køge lignede noget, som ville blive afvist i Zulu Djævleræs. Is, mudder og vandpytter var fordelt ud over noget, der bedst kan betegnes som en pløjemark«, skrivaði danska heima síðan spn.dk eftir dystin. – Ja, vit ivaðust leingi í, um tað yvirhøvur var ráðiligt at spæla dyst- in, soleiðis sum vøllurin sá út. Men nú kunnu vit ikki siga annað enn, at hetta er fantastiskt, segði sera fegni Christian Lamhauge Holst, tá Sosia- lurin tosaði við hann eftir dystin í gjár. Holst skoraði síðsta málið í dyst- inum, sum endaði 1-4 til Silkeborg. Føroyski landsliðsleikarin kom á vøllin í 57. minutti og ein minutt seinni, tá Holst nært bóltin fyri fyrstu ferð, fór hann í netið. Holst var ongan tíð skaddur Hóast danskir fjøl- miðl ar hava skrivað um ein umfatandi skaða hjá Holst, so vil høvuðspersónurin sjálvur ikki kennast við annað enn smásnuddir Christian Lamhauge Holst hev ur verið skaddur í fleiri vikur, men er líka við at verða klárur aftur. Soleiðis skrivaði almenna heimasíðan hjá Silkeborg fyri trimum vikum síð ani, men sambært høvuðs- persóninum sjálvum hevur hann ongantíð havt nakran nevni verdan skaða. – Nei, eg skilji ikki heilt, hvussu hatta hongur saman. Tað er rætt, at eg havi havt eitt sindur ilt í rygginum og tí havi spart meg eitt sindur til onkra venjing, men tað er eisini tað einasta, sigur Christian Lam- hauge Holst. Hann leggur aftrat, at hann hevur hoyrt frá fleiri øðrum, at hann hevur verið skaddur, men tað er altso ikki hald í tí – heldur ikki, hóast almenna heimasíðan hjá Silkeborg ber tíðindini. Spardur av taktiskum ávum Christian Lamhauge Holst, sum vanliga er við frá byrjan teir flestu dystirnar hjá Silke- borg, byrjaði ikki inni í dyst- inum móti Køge seinnapartin í gjár. Vøllurin var pent sagt í elend igum standi, og í danska fótbóltsheiminum undrast tey eisini á, at dysturin yvirhøvur varð spældur. Ringi vøllurin var eisini óbeinleiðis orsøkin til, at Holst byrjaði dystin á beinkinum. – Vøllurin legði ikki upp til annað enn fysiskt spæl og langar bóltar, so tað var av takt iskum orsøkum, at eg ikki byrjaði inni, greiðir Holst frá. Føroyski landsliðsleikarin slapp tó upp í part og fekk ein góðan hálvan tíma á vøllinum. rólant Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Málið hjá Christian Lamhauge Holst í sigrinum móti Køge í gjár var hansara sætta hetta kappingarárið Mynd: Rólant Waag Dam Vit eru góðir