mánadagur 8. mars 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 46 - 8. mars 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Legðist til hvíldar eitt elskuligt skinn,
alt ov tíðliga løgdust árarnar inn.
Ikki tí at tú ynskti tað sjálv,
pyntar tú nú um tað himmalska hválv.
Eg tær møtti, tá mítt hjarta var sjúkt,
tú av sonnum av Várharra bleiv brúkt.
Smílandi tókst tú sjúklingum mót,
hjálpti á føtur teim, fót fyri fót.
Ongantíð gloymi eg tárið á kinn,
tá eg til kanningar ein dag kom inn.
Og eg tær segði, ”eg royki enn nú”,
tár í eygnakrókinum tá hevði tú.
Tað ið tú segði seg setti so fast,
at eg umsíðir bleiv kvitt hesa last.
Minnist tá eg kundi siga tær tað,
og hvat tú svaraði takksom og glað.
Tú tókst av sonnum títt starv fyri fult,
ei nakað bleiv fyri sjúklingum dult.
Vísti tú okkum, tað var álvari í,
altíð tann sama, so smílandi blíð.
So djúpt inn í hjartað tann sorgin meg skar,
at eingin hjálp var at heinta hjá tær,
nú tá í sjúkan hjá tær kom á gátt,
og dagurin slóknar, og tað gjørdist nátt.
Ein er tó uggin, eg veit fyri vist,
tú hevur ikki hjá fremmandum gist,
nú tú ei longur ert okkum íhjá,
klárt alt í Himlinum fyri tær lá.
Hvíl tú í friði í Himlinum trygt,
har hevur bústaðin Jesus tær bygt.
Takk fyri alt sum í lívi tú gav,
og at so nógvum tú gavst burturav.
Í djúpari samkenslu við tykkum avvarðandi.
Spg.
Til minnis um Jórun Askham
Rannvá var dóttir Tóru og Jógvan
Hendrik Jensen á Sandi.
Hon giftist við beiggja mínum
Kristian Oskar, og fingu tey son
in Jógvan Jón.
At vit skuldu byrja árið so
tungt, droymdi eg ikki um, væl
vitandi at Rannvá var álvarsliga
sjúk, so vónaði eg, at tær skuldi
unnast at uppliva várið og summ
arið enn einaferð.
Góða Rannvá, á hvat ríkari eru
vit, at tað untist okkum at kenna
teg.
Vit øll vóru so glað um konuna,
sum Kristian Oskar hevði funnið
sær, og saman høvdu tit ein
dreym, tit vildu fylgjast í gøgnum
lívið í viðgongd og mótgongd.
Lívið lá ljóst framman fyri
tykkum, høvdu bæði gott arbeiði
sum tykkum dámdu so væl, og
ein son sum tit vóru so stolt av.
Jú, tit høvdu góðan byr.
Og í heimbygdini áttu tit hús,
har tit stákaðust við at gera tað
soleiðis, sum tit nú einaferð vildu
hava tað, alt var sum tað átti at
verða hjá einari ungari familju.
Tó tíðliga skuldu tit merkja til
mótgongd, men sum tú plagdi at
taka til, hettar skuldi nokk ganga,
og vit ivaðust nokk ogna løtu í, at
so skuldi tað eisini fara at
ganga.
Tú fekk staðfest herviligu sjúk
una bróstkrabba, fekk viðgerð og
so aftur til arbeiðis har tú stór
treivst. Alt var nú ikki, sum tað
plagdi, tú føldi teg móða og so
aftur til kanning, og vísti tað seg,
at sjúkan aftur var farin at gera
um seg.
Og tú fekk aftur viðger, tú
stríddist móti sjúkuni, var so
trygg í at hettar skuldi ganga.
Tað vísti seg tó, at hetta fór at
verða strýggi, aftur og aftur fekk
tú at vita, at sjúkan hevði gjørt
meira um seg. Ongantíð gav tú
upp men hugsaði um tíni nærm
astu, og hvussu tú skuldi hjálpa
okkum sum vóru rundan um teg.
Góða Rannvá, tú var heilt eina
standandi, fari altíð at minnast til
hvussu sterk tú var. Tú tordi og
orkaði at síggja veruleikan í eyg
uni um so var at tú ikki bleiv
frísk, og tú fyrireikaði eisini okk
um so væl sum ein nú einaferð
kann.
Tað lá tær tungt á hjarta at vita,
at tú skuldi kanska ikki uppliva
barnaárini saman við Jógvan Jón.
Men trygg var tú um at hann átti
besta pápa og bestu ommur og
abba ið hugsast kunnu, og so var
tað gott, at tú visti at hann treivst
serstakliga væl hjá báðum omm
unum og abbanum ikki at
gloyma.
Takk Rannvá fyri tað tú var.
Altíð klár at hjálpa eitt nú til
føðingardagar so var kvarkkakan
hjá Rannvá á borðinum, og tú
bjóðaði tær so seint sum til
føðingardagin hjá Súsannu at
gera eina kaku til hennara føðing
ardag 22. desember. Um tú ikki
var so væl fyri, so vildi tú fegin
hjálpa, Súsanna og Vavva sum
hon rópti teg vóru serstakliga
góðar.
Dagin fyri sum Rannvá doyði
var eg heima hjá henni. Vit prát
aðu sum vanligt, og hon lá og
hvíldi seg. Hevði fingið kemo
viðger dagin fyri so hon var eitt
sindur ússalig. Rannvá helt tá
fyri við meg, at nú blivu tað so
nógvir dagar í seingini, og tað
tímdi hon als ikki. Ikki droymdi
eg um, at tað skuldi verða síðstu
ferð vit prátaðu saman.
Nakað eftir at vit vóru komin
inn í nýggja árið, orkaði Rannvá
ikki meira. Sjúkan var vorðin ov
tung at bera. Rannvá vildi fegin
verða heima, og har fekk hon eis
ini loyvi at leggja seg til hvíldar
fyri seinastu ferð. Eftir at tit
høvdu verið í barnaheimi hennara
saman við familjuni um árskiftið
og komin til hús, var lívsleiðin
hjá Rannvá at enda komin.
Stóri skarin ið fylgdi Rannvá
til gravar, vísti hvussu nógv
avhildin hon var. Vit eru farin
inn í nýggja árið, men tað verður
ongantíð tað sama. Allir merkis
dagar fara at verða øðrvísi elsk
aða Rannvá, tí nú manglar tú her
hjá okkum.
Góða mamman, Tóra, Jógvan
Hendrik og syskin við familjum.
Vit hava mist so nógv. Vil bara
takka tykkum fyri alt ið tit hava
gjørt, tí uttan ein so góðan stuðul
ið tit hava verið allan vegin ígjøg
num allar túrarnir til Danmarkar
og til Landssjúkrahúsið og sam
stundis var tað so gott og trygt
hjá Jógvani Jón, altíð var ein av
tykkum um hann. Hetta er dýra
bart hjá einum barni, sum er far
in ígjøgnum tað sum Jógvan Jón
hevur upplivað. Jesus styrki og
hjálpi tykkum.
Góði Kristian Oskar og Jógvan
Jón. Orð kunnu ikki lýsa, alt tað
tit báðir áttu í Rannvá, og so veit
eg, at hetta skal vera til styrki hjá
tykkum, og minnini um hana
eiga tit, og sum tú segði á grøvuni
Kristian Oskar, so er hon ein
eingil nú, og hon er um tykkum
altíð. Tak hettar versið til tín
Kristian Oskar.
Og um tú eina kennir teg
og verðin vil tær ilt
um sólin burt vil fjala seg
hjá Jesusi er stilt
Við djúpastu samkenslu
Arndis
Rannvá Henriksen til minnis
f. 17.apríl 1978 - d. 1.jannuar 2010