Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 8. mars 2010 29 Elskaða kona mín og mamma okkara Jórun Askham Tórshavn andaðist í heiminum leygarnáttina, 55 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer týsdagin kl. 13.00. Nils Rannvá og Durita Tey, ið ynskja at minnast Jórun við blómum ella kransi, kunnu í staðin senda eina peningagávu til Zarepta, konta í peningastovnunum. Dagurin 8. mars. Beata. Er ikki at finna í halgimannatali. Navnið merkir hin sæla ella hin eydnuríka. Dagurin er altjóða kvinnudagur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Ein tunga er tagnað á Gjógvarágarði, ein rødd, hon er horvin, sum øllum var góð, við henni eitt stórmenni frá oss er farið, sum vitugt og orðfimt ímillum oss stóð. --- Vit kendu teg, Jógvan, sum mannin hin fróða, sum stillførur inti títt verk millum menn, sum listilært smílandi gavst oss tað góða í verki og orði og øllum í senn. Tú bart okkum torvið tað nýggja til grúgvu, tú hitaði eisini væl við títt orð, tú hittinorð gávmildur gavst oss í rúgvu, tá prát gekk í túni og inni við borð. Tú vart okkum øllum og tínum hin frægi, sum vísur og vitur ímillum oss var, ein hugarenslkelda, sum okkara staði ein sopa í smáum av vísdómi bar. Nú legði tú leið burt úr lívsins rósi, nú helsótt teg tærdi av foldum, nú hvílir tú sælur í øðrum ljósi: Vár vinur sov blítt undir moldum. pmp Jógvani hjá Geila-Hansi in memoriam 14.08.1927 – 26.02.2010 Merkisdagar 75 ára føðingardagur 10. mars fyllir Torleif Matras, Fosságøta 7, Klaksvík, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur 11. mars verður Thora Magnussen Tjørnuvík 80 ár. Dagurin verður hildin 12. mars kl. 18 í bygdarhúsinum í Tjørnuvík. Øll eru hjataliga vælkomin. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn mánadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Prógv Barbara Sonja Berg úr Havn hevur í februar 2010 lokið prógv sum kandidatur í námsfrøðiligari sosiologi á Danmarks Pædagogiske Universitet í Keypmannahavn. Prógv Svend Højgaard av Skála hevur í februar 2010 tikið prógv sum kandidat í Biblioteks- og Informationsvidenskab, Cand. scient.bibl. á universitetinum Danmarks Biblioteksskole í Keypmannahavn. Ein heilsan til pápa mín nú hann er blivin 75 ár Eg vil ynskja tær hjartaliga tillukku og takka fyri, at tú ert akkurát tú. Tú byrjaði lívið sum son- ur hjá Rosu og Jóhan Jacob Winther í Skopun, næstelst av níggju systkjum - sera vøkrum systkjum skal sigast. Væl vitandi um, at tú ikki ert fyri at verða róstur, vil eg her við bert siga nøkur fá orð um teg. Tú hevur strítt - bæði á sjógvi og á landi - kanska einamest hevur sjógvurin drigið teg og harhevur tú forvunnið til dagin og vegin hjá okkum beiggjum og mammu. Sjálvt um heilsan hevur spælt tær eitt puss tey sein- astu árini, so er tú altíð í sving við onkrum: seyði, egning, tú málar og ikki minst hjálpir tú mammu við tí dagliga arbeiðinum heima. Eg má siga, at tú pápin er so ríkur - fimm synir, fimm verdøtur, 22 abbabørn, onk- ur við maka eisini og 15 langabbabørn, sum øll eru líka góð við teg - ja, hvussu ríkur kann man vera. Eg vil bert takka fyri, at tú er pápi mín. Tak er kun et fattigt ord. Heilsan Karlon Petur Hans Winther 75 ár John S. Myllhamar hevur latið úr hondum nýggja lestrabók við heitinum “Í fyrstuni var orðið”. Hetta er onnur lestrabókin frá honum. Fyrra bókin, ið nevnist “Orð títt er sannleikin” kom út í 2006. Hóast hon var prentað í 1050 eintøkum, gekk bara stutt tíð til eingin var eftir. - Heldur enn at prenta bókina upp aftur, valdi eg at skriva eina heilt nýggja bók og prenta eitt størri upp- lag, sigur John Myllhamar. Nýggj nøvn Eins og í fyrru bókini er talan um lestrar til bæði fyrru og seinnu tekstarøð. Eitt sum er øðrvísi við hesi bókini og øðrum lestrabókum er, at nógvir av sunnudøg- unum hava fingið nýggj nøvn. Trinitatis sunnudagur eitur Tríeindar- dagur, sostatt verður tað nú: Fyrsti sunnudagur eftir tríeindardag, annar sunnudagur eftir tríeindardag o.s.fr. Sama við septuagesima, seksagesima og sunnudegi í føstuinngangi, hesir nevnast nú: Triði sunnudagur fyri føstu, annar sunnudagur fyri føstu og sunnu- dagur fyri føstu, tó standa gomlu nøvn- ini í klombur, um onkur heldur vil brúka tey. Hetta verður gjørt til tess at fylgja nýggju ritualbókini, sum helst fer at geva sunnudøgunum hesi nøvnini. Hóast tað krevur nógva tíð og er stórt arbeiði at skriva og leggja eina lestra- bók til rættis, hevur høvundin tó valt at fylgja siðvenjuni við sjálvboðnari tæn- astu, sum hevur verið í føroysku kirkjuni gjøgnum tíðirnar, at lata bókina ókeypis til skip, stovnar og einstaklingar, sum vilja ogna sær hana. Eisini tær kirkjur, ið ynskja at brúka bókina, fáa hana ókeypis. Leggjast kann afturat, at helmingurin av kirkjunum í Føroyum saman við stovnum, kommunum og fyritøkum, hava veitt fíggjarligan stuðul til báðar lestrabøku-rnar, ið hann hevur givið út. Nýggj lestrabók komin út John Myllhamar hevur skrivað næstu lestrarbók sína Mynd: Jens Kristian Vang Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæri Albert Hansen Argir andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 6. mars, 72 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirjuni mikudagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Ingibjørg Hervør Paulina Tey, ið vilja minnast Albert við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Krabbameinsfelagið, konta í pengastovnunum