Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mars 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 46 - 8. mars 2010 viðmerkingar Navn: Maud Wang Hansen, eri 44 ár, búsitandi í Tórhavn og eigi trý børn. Útbúgving: Frítíðarpedagogur frá Grådyb seminarium í Esbjerg í 1989. Leiðslu­ útbúgving á Føroya Lærara skúla í 2000. Pæda­ gogisk diplom í Århus í 2003. Næstan liðugt út ­ búgvin marte meo tera­ peutur. Starvsroyndir: Dag stovn­ ar frá 1989 – 1997, m.a. sum stuðul á frítíðar skúla­ økinum og børn og ung í Esbjerg. Barnagarðurin við Velbastaðvegin 1997. Sambýlið á Bóndaheygi 2007­08. Verkstaðið Vón 1998 til nú. Førleikar annars: 2007­ 2010: Undirvíst á Heilsu­ skúlanum á Tvøroyri, umframt á øðrum stovnum og í nevndum. Taki virknan lut í samfelagskjakinum og havi drúgvar royndir frá ymiskum nevndararbeiði. Havi verið virkin í poli­ tikki og havi stillað upp til bæði býráðsval og løg­ tings val. Fakfelagsarbeiði: Eg havi drúgvar royndir sum virkin lesandi í Danmark, og nógv ár í nevndini í Føroya Pedagogfelag hava alsamt økt hendan áhugan, og eri eg nú til reiðar at taka við leiðsluni í Føroya Peda­ gogfelag. Havi luttikið í fleiri samráðingum og havi nomið fleiri viðkomandi skeið á hesum øki. Álitisváttan: Eg taki tað sum eina stóra álitisváttan, at so nógvir limir valdu meg seinast, tá formansval var, og eg eri als ikki sinnað at trekkja meg aftur. Heldur er dirvið enn størri hesa ferð, og eg meti meg hava eina góða barlast til at røkja hetta týdningarmikla starv. MÍNI MÁL Sáttmálasamráðingar Felagið skal til samráðingar aftur í ár, og avbjóðingin er størri enn nakrantíð. Eg havi royndir av at hava tikið lut í fleiri samráðingum. Samskifti er mín sterka síða, og eg kenni mótpartin. Sam­ felagviðurskiftini bjóða okkum vaksandi arbeiðs­ loysi og eitt kostnaðar­ miklari húsarhald. Í hesum sambandi var nýliga varpað ljós á viðurskiftini hjá børnum, sum vaksa upp í relativum fátækra­ dømi. Tí er tað serliga neyðugt, at vit leggja dent á týdningin av náms frøði­ liga arbeiðinum fyri at vinna okkum ta virðing, vit hava uppiborið og harvið eina góða løn. Uttan virð­ ing fyri okkara faki vinna vit onga hóskandi løn. Hóast tíðirnar ikki tala fyri stórum lønarhækkingum, so er tað neyðugt fyri at fáa lønina upp á eitt hóskandi støði. Hetta er av stórun týdningi, júst fyri ikki at vera í tí vandastøðu, at okkara limir framhald­ andi skulu vera ein lág­ lønarbólkur. Eisini er neyðugt at rudda allar skeivleikar í lønartalv un­ um, so sama løn fæst fyri somu útbúgving. Tað er ein sjálvfylgja, at munur er á lønini, um limir hava nom­ ið sær útbúgving ella ikki, eins og tað er ein sjálv­ fylgja, at viðbót verður latin, tá ófaklærd taka á seg uppgávur hjá faklærd­ um. Førleikaviðbót eigur at verða latin øllum, sum víðariútbúgva seg, so tað ikki longur er upp til hvønn einstakan arbeiðs­ gevara at lata hesa viðbót. Eitt av lyklamálunum í samráðingarhøpi er eisini at vinna okkum rættin til veruliga fyrireikingartíð. Hetta er av alstórum týdningi nú • námsætlanir og virkis­ ætlanir skulu gerast á hvørjum ári, • børn við serligum tørvi eru integrerað á dag­ stovnunum og • námsfrøðiligt arbeiði sum heild krevur nágreini liga skjal­ prógvan. Seta námsfrøðina á breddan Felagið verður sterkt við einum formanni, sum torir at ganga á odda og einari støðutakandi nevnd, sum vil taka lut í námsfrøðiliga og samfelagsliga kjakinum. Nevndin skal saman við formanninum seta dags­ skránna og gera alt fyri at røkka ynskjum limanna og tala teirra søk. Vit skulu seta fokus á námsfrøðina, so eingin longur ivast í, hvat vit veruliga gera, og hvat vit standa fyri. Í einum livandi og virknum námsfrøðiligum umhvørvi eru vit før fyri at stuðla menningini hjá børnum, ungum og gomlum, eins og vit eru før fyri at menna tey við skerdum førleika, so eisini tey kunnu kenna seg sum týdningarmiklan part í samfelagnum. Felagið skal ganga á odda í námsfrøðiliga kjakinum, og vit skulu skapa karmar fyri førleikamenning og víðarilesnaði fyri allar okkara limir. Nýggja pedagogútbúgvingin er ein hornasteinur fyri framtíðar námsfrøðingin, og eingin ivi er longur um, at vit ikki búgva okkum út til ansing, men til veruliga menning, líkamikið hvar vit arbeiða. Sum formaður vil eg virka fyri, at allir limir fáa møgu leika at førleika­ menna seg, og at lesandi á pedagogútbúgvingini kunnu gerast virknir limir í Føroya Pedagogfelag. Felagið er limirnir Formaðurin skal ikki vera bundin av fyrisitingarligum uppgávum, men hava stundir til at røkja upp­ gávuna sum formaður og kunna taka virknan lut í samfelagskjakinum og røkja áhugamálini hjá limunum. Um formaðurin skal hava møguleika fyri at vera andlitið og kenda rødd in hjá felagnum, eigur ein professionell fyrisiting at taka sær av limamálum og røkja áhugamálini hjá formanni og nevnd. Fram­ yvir skal eingin limur ivast í, at felagið er fyri teg; veruleikin er, at felagið er limirnir. Skal formaðurin saman við nevndini røkja uppgávuna til fulnar, er neyðugt við tykkara hjálp. Tað eru tit, limirnir, sum hava fingurin á pulsinum og vita, hvat rørir seg á júst tykkara øki. Í framtíðini fara vit at brúka orku upp á at hyggja at arbeiðsum­ støð unum hjá okkara limum og virka fyri, at hes ar umstøður eru soleiðis, at starvsfólk ikki kenna seg noydd at fara niður í tíð ella kenna seg slitin longu í virknum aldri. Vit skulu virka fyri, at arbeiðstíðarreglur verða gjørdar fyri dagstovnaøkið, og at arbeiðið á serstovna­ økinum verður mett út frá teirri starvsfólkaorku, sum er neyðug. Forskúlar og læring Kjakið um forskúlar er nógv frammi í løtuni, og tað, sum undrar meg í hesum kjaki, eru útsøgn­ irnar um, at børn nú skulu sleppa at læra nakað, tá tey eru 6 ára gomul og ikki skulu bíða, til tey verða 7 ár. Børn læra, so leingi tey eru í einum mennandi um hvørvi við ábyrgdar­ fullum vaksnum rundan um seg. Tey læra heima, tey læra í vøggustovu og barnagarði, og tey læra, um tey hava skerdan før­ leika ella sosialar trupul­ leikar ella menningrórógv av ymiskum slag. Fremsta uppgávan hjá náms frøð­ ingum er at geva børnum umstøður at læra og menn­ ast í. Tí er tað mín hugsan, at um børn skulu í forskúla sum 6 ára gomul, eiga námsfrøðingar at starvast har. Ein forskúli eigur ikki at vera ein framskundan av skúlagongdini, men ein fyrireiking til at fara inn í eina nýtt læriumhvørvi. Eitt sterkt felag fyri allar limir Føroya Pedagogfelagið er myndað av fleiri lima bólk­ um; leiðarar, námsfrøð­ ingar og hjálparfólk. Álitis­ fólkini eru skipað í bólkar, og tað er mín fatan, at hesir bólkar eru góðir og gevandi fyri limirnar. Í fjør bleiv leiðararáðið stovnað, og sum virkin limur í hes­ um bólki kann eg ásanna, at tað er bæði gevandi og mennandi at taka lut í hesum arbeiði, serliga við uppgávum, sum limir heita á okkum um. Eg ímyndi mær, at vit á sama hátt kunnu skipað felagið í áhugabólkar við umboðs­ fólkum fyri hvønn lima­ bólkin sær, sum síðani skipa seg, eins og leiðara­ ráðið hevur gjørt. Spurn­ ingurin, um tað er best fyri okkara felag og limirnar, at vit øll eru í sama felag, er javnan frammi. Tað havi eg einki einfalt svar uppá, hóast eg skilji væl argu­ mentini fyri og ímóti. Tó ivist eg ikki í, at tað er ikki nú, vit skulu taka støðu til at fara í smærri bólkar. Heldur skulu vit standa saman og skipa okkum soleiðis, at hvør limur kennir seg bæði hoyrdan og sæddan. Arbeiðsgevarin blívur ein alsamt størri eind at samráðast við, og tað hongur treytaleyst sam­ an, at jú størri eindirnar eru, jú størri vald hevur ein. Tað hevur týdning fyri meg, at felagið er eitt sterkt felag fyri alt tað námsfrøðiliga økið, og at vit sleppa vanahugsanini um dagstovnaøkið og ser­ stovnaøkið sum hvør sítt øki. Størstu fyrimunirnir eru í at síggja alt sum eitt samlað starvsøki og síggja okkum sum samstarvs­ partar heldur enn mót­ støðu partar. Tað eri eg til reiðar at virka fyri, m.a. við at fáa í lag eina felags grundløn. Serliga er tað umráandi, at vit fáa somu eftirløn til allar limir; og hetta samsvarar eisini við ynskini hjá Fíggjarmála­ ráðnum. Samstarv Fakfelagssamstarv er nú ein staðfestur táttur í felagsarbeiðinum, og tað styrkir okkara støðu á arbeiðsmarknaðinum. Tað er mín fatan, at vit skulu hugsa enn størri og eisini leggja upp til samstarv við aðrar smærri fakbókar, sum hava líknandi arbeiðs­ umstøður sum nakrir av okkara limum. Norðurlendskt samstarv er neyðugt, gagnligt og styrkir okkum fakliga. Vit hava drúgva siðvenju á hesum øki, og vit skulu framhaldandi røkja tað. Gott samstarv við arbeiðs gevaran er ein neyðugur partur í fram­ tíðini, og tað er mín fatan, at vit røkka longst við jøvnum og virðiligum samskifti partanna millum. Tað er mín vón, at vit sum fakfelag kunnu ganga á odda við fáum starvs fólka­ málum og nógvum áhuga­ málum. Vit skulu seta námsfrøðina á breddan Maud Wang Hansen Í heili fimm ár hevur Innlendismálaráðið ligið oman á arbeiðinum at gera eina einfalda kunngerð um bunkring í føroyskum havnum. Orsaka av hesum virkisloysi í Innlendismálaráðnum stendur tað einum og hvørjum frítt at sleppa olju á sjógv í samband við bunkring. Kommunusamskipan Føroya heitir tí á Innlendismálaráðið um at fara til verka, og fáa gjørt nevndu Kunngerð. Føroya rættur hevur nú staðfest, at tað er loyvt at sleppa olju á sjógv, tá ið skip bunkrað. Hetta er greitt, eftir at strandferðslan og førarin av einum tangabili eru fríkend í Føroya rætti fyri í ósketni at hava slept 2.400 litrum av olju á sjógv í samband við, at Teistin bunkraði olju í Skopun 26. apríl 2006. Dómarin metti ikki, at havumhvørvislógin gevur heimild til at døma partarnar fyri at hava latið olju renna á sjógv í samband við bunkring. Trupulleikan viðvíkjandi bunkring hava allir partar verið varugur við, líka síðani havumhvørvislógin var gjørd fyri skjótt fimm árum síðani. Í viðmerkingunum til havumhvørvislógina stendur, at lógin gevur heimild til at gera ein kunngerð um bunkring av olju í føroyskum havnum. Hetta verður positivt nevnt í viðmerkingunum, tí sum tað stendur »seinastu árini eru staðfestir fleiri tilburðir av oljudálking í samband við bunkring«, og tí verður mett neyðugt at gera eina kunngerð um bunkring. Hetta er skrivað í 2005, og nú fimm ár eftir at staðfest varð, at trupulleikar høvdu verið í samband við bunkring í fleiri ár, er framvegis eingin kunngerð gjørd. Seinastu árini hava tað verið óteljandi dømi um, at havnarløg, bátahylar, firðir og sund eru illa dálkað av olju, serliga í samband við ósketni, tá ið bunkrað verður. Hetta hendir, uttan at tað fær stórvegis avleiðingar fyri dálkaran. Tí vil kommunusamskipan Føroya heita á Innlendismálaráðið um at fara til verka og fáa gjørt nevndu kunngerð, í dag heldur enn í morgin. Innlendismálaráðið loyvir dálking í føroyskum havnum formaður, Kommunu­ samskipan Føroya Heðin Mortensen