mánadagur 8. mars 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 8. mars 2010
31
Í mong ár hevur verið kjakast
um kommunusamanlegging,
greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti
millum land og kommunur,
javningarskipan o.s.fr. Til-
gongd in hevur verið ómetliga
long, og spurningurin er, um vit
yvirhøvur eru komin nakran
veg á kommunuala økinum. Ein
so long tilgongd stríðir ímóti
øllum tilráðingum um, hvussu
bygningarbroytingar av tílíkum
slag skulu skipast.
Men sum við einari og hvørj-
ari tilgongd so búnast mein-
ingar, hugsanir broytast og
spurningurin er, um ikki løtan
er hin rætta til at taka tað tunga
takið at umskipa kommunala
geiran.
Ì januar mánað í fjør setti eg
ein arbeiðsbólk, ið skuldi koma
við einum tilmæli um, hvussu
kommunali geirin í Føroyum
kundi umskipast. Arbeiðs setn-
ingur varð orðaður og málið var
at koma við tilmælum um:
• Kommunueindir, sum hevði
støði í lógini um sjálvbodna
kommunusamanleggning
• Millumkommunala
javningarskipan, sum skuldi
tryggja, at kommunurnar
vóru førar fyri at loysa
kommunalu uppgávurnar.
Talan var um eina inntøku-
og útreiðslujavning.
• Eitt greitt uppgávu- og
ábyrgdarbýti millum land og
kommunur
• Blokkstuðulsskipan, sum
skuldi tryggja, at tað var
neyðug fígging til tær
uppgávur, ið vórðu fluttar til
kommunurnar at umsita.
Niðurstøðurnar hjá nevndini
vóru m.a. hesar:
- 7-9 kommunur 1. januar
2011
- Regulering í skattabýtinum :
455 mió. kunnu flytast frá
landinum til kommunurnar
uttan at skeiklað skattaskip-
anina. Hvørt skattastig
gevur 65 mió.
- Afturberingarskipan skal
setast í verk: Orsakað av
ymsum frádráttum eitt nú
sjómannafrádráttinum rakar
hetta kommunurnar ymiskt
og fyri at bøta um hendan
ójavnan kunnu 250 mió kr
berast aftur til
kommunurnar.
- Javningarskipan – latin upp
til politiska myndugleikan
at taka støðu.
- Fólkaskúlin 1. jan 2012:
Landsins partur í dag 270
mió kr.
-
Eldrarøktin 1. januar 2013:
Landsins partur í dag 340
mió. kr.
Sum við einari og hvørjari
konstruktión er meiningin, at
allar súlurnar skulu setast upp
samstundis fyri at kunna styrkja
og fáa javnvág í konstruk-
tiónina. Tí var og er ætlanin
framhaldandi at hava ein
samlaðan pakka av øllum fýra
súlum, sum má metast at vera
sjálvt grundarlagið fyri
broyting unum. Hvussu stórur
ella lítil pakkin verður, vil
politiska tilgongdin nú vísa,
men neyðugt er, at tað er
konsensus í tí vit gera, og er tað
eisini greiða niðurstøðan hjá
nevndini, at tað ikki er ráðiligt
at bara seta eina súlu upp, tí
konstruktiónin er sterkast, tá ið
allar 4 súlurnar verða settar
upp.
Vit eru ymisk á máli um
nógvar partar í kommunala
bygnaðinum. Tað liggja nógvar
kenslur í lokalpolitikkinum, tað
eru ymsar hugsjónarligar
meiningar um kommunurnar,
og hvussu tær skulu fíggja síni
viðurskifti. Tí vil eg heita á
tingfólk at finna saman í semju
og fáa konsensus um hetta stóra
og týdningarmikla mál. Tað er
ógvuliga umráðandi, at komm-
un urnar loksins fáa greitt at vita
frá politiska myndugleikanum,
hvat skal henda á kommunala
økinum. Tað hevur ávirkan á
kommunurnar, at vit hava meld-
að út í eyst og vest, tí tað
skapar ótryggleika og fjáltur á
kommunurnar, og tí er ætlanin
at seta ein bólk við løgtingslim-
um úr øllum politiskum flokk-
um og avvarðandi landsstýris-
fólkum at finna fram til eina
loysn á málinum. Hetta er
neyðugt fyri at tryggja eitt
parlamentariskt grundarlag fyri
einari loysn á kommunala
økinum. Tær breiðu semjurnar
eru tær, sum vara longst, tí
kommunubygnaðurin skal helst
ikki broytast radikalt, so hvørt
samgongur skifta. Kommunu-
feløgini verða sjálvsagt ein
nátúrligur hoyringspartur í
allari tilgongdini, soleiðis at
broytingarnar verða gjørdar í
tøttum samstarvi við kommun-
urnar, og harvið fáa feløgini
bæði ávirkan á politisku
tilgongdina.
Spurningurin, vit nú standa
við, og sum nógv seta sær er,
hvat er veruliga endamálið við
kommunusamanleggingini? Er
tað bara vorðið eitt mantra, tí
vit nú hava tosað um hetta í so
mong ár, at nú má bara okkurt
henda? Hetta okkurt meti eg
vera skaðiligt. Spurn ingurin,
sum vit eiga at seta okkum er,
hvat er okkara visjón við
kommunualu broyting unum?
Hvat er tað fyri eitt samfelag,
vit vilja fáa burtur úr hesum
broytingum? Er visjónin eitt
bílígari samfelag? Er visjónin
at varðveita bygda samfelagið?
Er visjónin eitt meiri
gjøgnumskygt samfelag ella er
visjónin, at vit fáa eitt betri
samfelag at búleikast í.
Fyri at vera erlig, so vænti eg
ikki, at vit fáa eitt bílígari
samfelag her og nú, sum kann
hjálpa okkum úr fyristandandi
fíggjarkreppu - men eg vænti,
at vit fáa eitt meiri gjøgnum-
skygt og meiri rúmsátt væl-
ferðarsamfelag. Størri umsit-
ingar kosta væl meiri í rakstri,
og verður tað óivað ein dýrkan
av umleggingini; men í
longdini fáa vit eitt vælferðar-
samfelag, har tað verður
spennandi at búleikast í. Tað
verður meiri attraktivt hjá
føroyingum og øðrum at flyta
heim aftur, og við øktum
fólkavøkstri fáa vit eisini
búskaparvøkstur. Eg skal greiða
eitt sindur nærri frá hesum, og
eftirsum vit hava altjóða ár fyri
lívfrøðiligt margfeldi, vil eg
taka eitt dømi frá lívfrøðini.
Orðið burðardyggleiki er eitt
heiti, vit ofta seta í samband
við lívfrøðina. Ein vistfrøði-
skipan eru uppbygd av fleiri
lívsløgum; í sjónum kunnu
nevnast plankton ella æti,
fiskur og hvalur, sum eru tengd
at hvørjum øðrum. Minkar ella
doyr ein bólkur, er stórur vandi
fyri, at tað fær stóra ávirkan á
aðrar lívverur í føðiketuni ella í
vistfrøðiskipanini. Tann minna
veran er líka so týdningarmikil
sum tann stóra, tað lítla plank-
toni er líka so týdningarmikið
sum tann stóri hvalurin, tí at tey
eru beinleiðis ella óbeinleiðis
tengd at hvørjum øðrum.
Soleiðis er tað eisini við
kommunum. Vit skulu fjálga
um hvørja einstaku eind,
soleiðis at vit fáa eina burða-
dygga kommunuskipan. Tann
minna eindin er tengd at teirri
størru kommununi og øvugt, tí
tær komplementera hvørja aðra,
sum ein og hvør vistskipan ger.
Tá ið kommunurnar trívast,
so trívist landið eisini. Hesar
burðardyggu kommunurnar
tryggja okkum, at vit fáa eitt
sunt vælferðarsamfelag, tí at
tað er í lokalumhvørvinum, í
nærdemokratiinum, at vit síggja
tey bestu úrslitini. Tað er tá ið
borgarin fær ávirkan á
fólkaskúlan, á
barnaansingarøkið, á eldraøkið
at broytingarnar henda. Vit
kunnu taka eitt dømi við barna-
ansingarøkinum. Um hetta økið
framvegis hevði ligið hjá
landinum, so var hesin trupul-
leiki neyvan loystur í dag -
men økið varð lagt til komm-
unurnar, og tað bleiv meiri og
minni loyst. Vit kunnu taka
fólkaskúlan - eg ivist í, um
landið hevði bygt allar teir
fólkaskúlar, sum nú blomstra í
teimum ymsu kommununum í
dag
Alfa og omega í øllum hesum
er, at við størri eindum og
veruligum kommunalum
sjálvræði fáa kommunurnar
møguleika til at disponera og
raðfesta sínar uppgávur til
fyrimunar fyri borgarin. Man
kann siga, at jú minni eindin er,
jú størri ávirkan hevur borgarin.
Hetta er nokk so einfalt at siga,
tí tað er samstundis neyðugt at
hyggja eftir, hvat og hvørjar
uppgávur er tað, sum borgarin
hevur ávirkan á. Ì einari lítlari
kommunu er nærleikin millum
borgaran og politikaran tættur,
men her er neyðugt at hyggja
nærri eftir, hvørjar hesar
uppgávur eru, og hvussu tyngd-
in er í hesum uppgávum. Eg
meti, at borgarin hevur størri
ávirkan jú fleiri týdningar-
miklar uppgávur liggja hjá
kommununum t.d. fólkaskúlin
og eldraøkið, sum í síðsta enda
gevur borgaranum størri
ávirkan.
Somuleiðis er tað eisini neyð-
ugt at tryggja fólkaræðisligt
gjøgnumskygni, tvs at tað er
greitt fyri borgaran, hvør
veruliga hevur ábyrgdina á
teimum ymsu økjunum. Sjálvt
um lógarverkið sigur okkum,
hvar ábyrgdin liggur, so er hetta
langt frá líka greitt fyri borg-
aran. Vit kunnu taka eldraøkið
sum eitt dømi. Her er lógar-
verkið so mikið fløkt, at tað er
trupult hjá veljaranum at
plasera ábyrgdina til eitt val,
um man ynskir at vísa sína
ønøgd ella nøgd við, hvussu
økið verður umsitið.
Vit størri burðardyggum
eindum fáa vit eisini sterkari
fyrisitingar, ið kunnu tryggja
borgarunum ta rættartrygd,
hann eigur í einari og hvørjari
saksviðgerð. Borgarin setir
krøv til rættartrygd og fyri-
stingarliga professionalismu í
allari sakarmálsviðgerð og tað
ber til at fáa hetta við størri
kommunalum eindum.Við
sterkari fyrisitingum skapa vit
eisini áhuga hjá útbúnum
fólkum at leita út til útjaðaran,
og vil hetta fáa positivar
ringvirknaðir á
kommunueindina. Við størri
kommunueindum fáa
kommunuarnar eisini størri
rásarúm til at raðfesta mentan,
ungdómshús, tilboð til ung og
eldri til tess at fjálga um
trivnaðin á staðnum. Økt
mentanartilboð er ein treyt fyri
trivnaðin. Borgarar seta størri
og størri krøv til trivnaðin á
staðnum, og jú størri fíggjarligt
rásarum kommunan hevur til
tess at raðfesta trivnaðin, tess
meira fjálgar man um borgaran
og ger tað áhugavert at
búleikast í kommununi.
Eg eri onga løtu í iva um, at
við størri kommuneindum, har
kommunuarnar hava
kommunalt sjálvræði til at
raðfesta tey ymsu økini, har
kommunuarnar fáa fíggjarligt
grundarlag at raðfesta
uppgávur so sum
barnaansingarøkið, fólkaskúlan
og eldraøkið, vil hetta verða
viðvirkandi til økta vælferð og
øktan trivnað á staðnum. Við
øktum trivnaði og øktari
vælferð fáa vit eitt betri
samfelag, eitt meiri rúmsátt
samfelag, sum er ein
grundleggjandi fortreyt fyri
fólkavøkstri og harvið
búskaparvøkstri. Mín vísjón við
kommunalu bygnaðar-
broytingunum er tí at skapa
umstøður fyri vælferð, trivnað
og vøkstri.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Hví kommunu
samanlegging?
tíðargreinin
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í innlendismálum
Tíðargreinin