Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2010 17 tíðindi Lívssøga Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Við Áir: - Ein má stremba eftir tí sum ein vil, slær Tanja Joensen fast. Sjálv hevði hon ein trupul- leika - ella rættari sagt tveir: Hon stamaði rættiliga illa. Og hevði haraftrat trupult við at konsentrera seg í stórari mannfjøld. Fyri hana var tað nóg ringt at hava slíkt at stríðast við. Stuttligari varð tað heldur ikki, tá hon einaferð varð stungin við hesum av einum lærara. Tað var ikki júst tað, ið ein ung kvinna við slíkum talibreki hevði brúk fyri at hoyra og uppliva. Men hvat ger ein ung genta í Kollafirði, sum hev- ur hug at fara víðari á skúla- gøtuni, men sum ikki hættar sær í ein størri skúla ella eina størri mannfjøld í ein- um flokki. Mamma hennara visti tíbetur ráðini: Í skúlanum við Áir kann ein taka FHS; har eru fáir næmingar í hvørjum flokki, og har eru tey øll sum ein stóra familja, hóast aldursmunurin kann vera stórur. Óttin var kortini í Tanju fyri, hvussu hini í flokkinum fóru at taka tað við ógvusligu staming henn- ara. - Hetta var faktiskt tað sum eg stúrdi allarmest fyri. Men tá eg so kom her á skúlan, fann eg útav, at eg hevði als einki at stúra ella stama fyri. Her vóru bara góð fólk, góðir lærarar og fittir næmingar, greiðir Tanja frá. Her var eingin sum hugs- aði negativt um nakran av hinum næmingunum. Her var heldur eingin sum flenti eftir einum øðrum, tí við- komandi bar eitt brek ella hevði ikki klárað seg væl í skúlanum frammanundan. - Her sá eg, at øll høvdu ikki nakað brek, men høvdu kanska brúk fyri einum skumpi at koma víðari, ella bara fyri at fáa ein hægri kar- akter í onkrari lærugrein. - Nei, eingin er verri fyri, um ein gongur í skúlanum við Áir, á miðnámsskúlum kring landið ella til taluped- agog á Sernámsdeplinum. Tú skalt í øllum førum ikki gera teg minni, tí at tú ert soleiðis sum tú ert, slær Tanja fast. Mikudagin í farnu viku fór hon ein túr framvið gamla skúla sínum. Og her nýtti hon høvið at greiða verandi næmingunum frá upplivingum sínum, áðrenn hon fór á skúlan, meðan hon gekk her og hvussu hon sjálv er komin víðari. - Jú, eg veit ikki, hvar eg hevði endað, um eg ikki fór her, - kanska á einum flaka- virki. Men eg kom so víðari. Og í dag havi eg eitt læru- pláss hjá Bakkafrost á Glyvrum. Smátt er stórt Gjøgnum árini hevur eitt stórt tal av næmingum ging- ið á skúlanum við Áir, sum hann verður nevndur manna millum. Fyri fýra árum síðani trein Tanja Joensen fyrstu ferð inn um hesa skúlagátt- ina. Og fyri hana var hetta samstundis byrjanin til eina positiva vend í lívi hennara. Hon hevði frammanundan gingið í barnaskúla í heim- bygdini Kollafirði og síðani í framhaldsdeild í Eystur- skúlanum í Havn. Nú skuldi hon so taka eitt stig víðari á útbúgvingarleið sínari. Tað var heldur ikki uttan orsøk, at hon júst byrjaði her við Áir: - Orsøkin var hon, at eg hevði hoyrt frá øðrum, at tað var so sera góð hjálp at fáa her hjá tí einstaka næm- inginum, greiðir hon íðin frá. Størsti fyrimunurin við hesum skúlanum var - og er - at tað eru so fáir næmingar í hvørjum flokki, at lærarar- nir fáa góða tíð til hin ein- staka næmingin, í mun til ein størri handilsskúla við nógvum næmingum. - Eg søkti um at sleppa inn, og tá eg so fekk at vita, at hetta var í lagi, var eg ordiliga ordiliga glað. Hetta var simpelthen tað besta sum kundi henda fyri meg. - Tað var sera gott at koma her á skúlan. Tað var ordiliga “yes” fyri meg. Konsentrera seg Tað krevur sítt at skula ganga í einum flokki, har ein skal fáa nakað burturúr tímunum, og har ein somu- leiðis skal kunna konsentr- era seg um undirvísingina. Hetta hevur verið ein av trupulleikunum hjá Tanju. Og tað var tí sum at koma á rætta stað, tá hon slapp í skúlan við teimum fáu næm- v mær framtíðina aftur »Tað meinar tú ikki: Altso, gongur tú virkiliga í skúlanum við Áir?! Er tað ikki ein skúli fyri tey sum eru brekað, ella sum tað er okkurt galið við?!« Henda fordómsfulla spurningin hoyrdi Tanja Joensen úr Kollafirði mangan, tað árið hon gekk á skúlanum Dugni við Áir. - Eg havi so aldrin hugsað um, at tað var eyðmýkjandi ella flovisligt at ganga her. Eg veit bara tað, at fyri meg merkti hetta skúlaárið alt. Alt, sigur 21 ára gamla kvinnan, sum á sumri 2007 stóð við einum FHS-prógvi og framtíðini í hondini ” Eg veit ikki, hvar eg hevði endað, um eg ikki fór her, - kanska á einum flakavirki. Men eg kom so víðari ” Eg hevði faktiskt ongar vónir um nakað sum helst. Men eg tonkti bara sum so: At um eg ikki prøvi, so fái eg einki at vita. Tja, hjálpin má vera onkustaðni at heinta - og hví ikki her?! Framhald á síðu 18 Hóast næmingarnir eru í ymsum aldrum og koma ymsa staðni frá, eru teir sum ein familja. Tey stuðla hvørjum øðrum og gera sítt til, at øll skulu trívast væl