Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 47 - 9. mars 2010 tíðindi ingunum í hvørjum flokki. - Lat meg beinanvegin siga, at eg havi einki ímóti teimum stóru skúlunum í Havn og á Kambsdali. Als ikki. Men júst tað er bara einki fyri meg, tí eg havi havt so trupult við at konsentrera meg í stórum samanhangi. - Eg var heppin í so máta, tí her vóru vit faktiskt bara 12 í okkara flokki, sigur hon brosandi. - Og eg má siga, at hetta er ein sera góð- ur skúli. Tað vísti seg, at allar vónir hennara til skúlan hildu: Undirvísingin var góð; næm- ingarnir sera fittir at vera saman við; eingin klikaði seg; og øll tosaðu væl saman. Tanja var bara 18 ár og hini eitt sindur eldri, men tað var eingin trupulleiki at finna útav tí saman við hinum. Tað sum Tanja í dag setir mest prís uppá, er tann hjálpin hon fekk. Hon slapp m.a. á eitt skeið fyri fólk við staming. Tað er helst so sum hon sigur: - Eg fekk ta hjálpina, sum eg hevði brúk fyri, soleiðis at eg kundi koma víðari í lívinum. - Eg hevði brúk fyri at kunna konsentrera meg, og tað fekk eg allar møguleikar til her á skúlanum. ” Tá eg so kom her á skúlan, fann eg útav, at eg hevði als einki at stúra ella stama fyri. Her vóru bara góð fólk, góðir lærarar og fittir næmingar Nógv hava helst sínar fordómar ímóti skúlanum við Áir. Hetta merkti Tanja, og tað hava aðrir næmingar eisini merkt. - Men tað hevur ongatíð verið flovisligt hjá mær at gingið her, greiddi Tanja Joensen hinum næmingunum frá Tanja var sum nevnt bert 18 ár, tá hon byrjaði á skúlanum. Men hevði hon gjørt sær nakar tankar um framtíðina - ja, var nøkur framtíð fyri eina gentu, sum stamaði so illa sum hon gjørdi, og sum haraftrat hevði trupulleikar at kon- sentrera seg í størri saman- hangum? - Ja, tá tú nú spyr, so má eg siga, at eg hevði faktiskt ongar vónir um nakað sum helst. Men eg tonkti bara sum so: At um eg ikki prøvi, so fái eg einki at vita. - Tja, hjálpin má vera onkustaðni at heinta - og hví ikki her?! Halda fram Eitt ár gongur skjótt, og nakað eftir at skúlagongdin var lokin, fekk Tanja møgu- leika at søkja eitt lærupláss sum skrivstovufólk hjá Vestlaks, sum tað æt tá, men sum nú er vorðið part- ur av stórfyritøkuni Bakka- frost á Glyvrum. Hetta er ikki hvør sum helst fyritøka. Hon var kos- in ársins virki í fjør, og er eisini farin at gera vart við seg á útlendskum keyps- skálum. Hon sendi umsóknina inn, men fekk ikki læru- plássið beinanvegin. Men eitt ár aftaná ringdu tey og spurdu, um hon framvegis var áhugað í starvinum. Tað var hon, og so fekk hon eisini starvið. Nú er komin væl áleiðis við lærutíðini, og tíð er at hugsa eitt sindur longu fram. - Eg verði útlærd um tvey ár. Kanska sleppi at halda fram har. Tað vil eg fegin, tí hetta er eitt sera gott arbeiðspláss. Men tað fáa vit at síggja. Hjálpin er onkustaðni - Eg hevði altíð ynskt mær eitt starv innan skrivstovuyrkið. Tað eydnaðist eisini, og nú havi eg lærupláss hjá Bakkafrost á Glyvrum, sigur Tanja Joensen Framhald av síðu 17