týsdagur 9. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2010
19
tíðindi
– Ognarskattur er eitt
tabu-evni í Føroyum,
og tað er spell, tí tað
ber til við ognarskatti
alla aðra staðni. Hin-
vegin skulu nakrar
fyritreytir uppfyllast,
áðrenn ein møguligur
ognarskattur kann
setast í verk í Før oy-
um, sigur Thomas
Dam, formaður í
Búskapar ráðnum
OGNARSKATTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Orðið
ognarskattur
fær
flestu føroyigar at loypa
upp úr stólinum. Kortini er
júst hesin skattur eitt av til
mælunum, sum Búskapar
ráðið kemur við í sínari
hálv árligi frágreiðing.
– Nú skulu vit minnast
til, at ognarskattur bert er
eitt av mongum tilmælum.
Hinvegin er ognarskattur
ein ógvuliga støðug inntøka
í mun til annan skatt og
avgjøld, ið eru sera nógv
tengd at sveiggjunum í
bú skap inum, sum eru ser
liga nógv í Føroyum, sigur
Thomas Dam, formaður í
Búskaparráðnum.
Formaðurin sigur, at teir í
Búskaparráðnum hava ikki
læst seg fastar í nakrar smá
lutir, tí tá gera teir seg inn á
politisku skipanina.
– Vit kunnu vís á nakrar
møguleikar, og um og
hvussu politiska skipanin
síð ani førir teir út í veru
leikan er upp til teir, sigur
Thomas Dam.
Tað finnast fleri ymiskir
mátar at taka inn ognarskatt.
Og har er neyðugt at de
finera, hvat ein ogn er, og
hvørjar ognir í fall skulu
skattast.
– Okkara tilmæli og okk
ara útrokningar halla greitt
til bert at skatta sethúsaognir.
Og har vísa okkara út rokn
ingar, at samlaði sethúsa
marknaðurin í Føroyum
hevur eitt virði á 22 milli
ardir krónur. Verður ognar
skatturin ásettur til 0,25%,
fara eini hús við virði á 1,5
milliónir krónur at skula
gjalda 300 krónur um mán
aðin í ognarskatti. Hetta fer
so at geva landskassanum
eina intøkiu á millum 50 og
55 milliónir krónur um
árið, sigur Thomas Dam.
Sethús
Men fyri at ognarskattur
kann innførast er fyrst
neyð ugt, at øll sethús verða
virð is mett.
– Talan má tí gerast um
eina almenna virðismeting
av øllum sethúsum í land in
um, so finnast kann fram til
ein rættvísan ognarskatt.
Tískil skulu nakrar fyri
treytir uppfyllast, áðrenn
ein møguligur ognarskattur
av sethúsum kan setast í
gildi, sigur Thomas Dam.
Formaðurin í Búskapar
ráðnum leggur dent á, at
teir í fyrstu syftu bert hava
hugsað um sethús, og at
aðr ir bygningar og aðrar
ognir ikki eru inni í myndini
hjá ráðnum.
– Tað hevði verið at ging
ið politisku skipanini ov
nær. Ognarskattur hevur
altíð verið eitt tabuevni í
Føroyum, og tað er spell, tí
hesin skattur virkar fínt í
øll um londum uttan um
okk um, og tí eigur hann
eis ini at virka her heima hjá
okkum,
sigur
Thomas
Dam.
Men eitt er, at vanligi
føroyingurin loypir upp við
báðum beinum tá orðið
ognarskattur verður nevnt.
– Eisini í miðlunum verð
ur fokuserað ógvuliga nógv
á ognarskatt, tá hesin møgu
leikin verður nevndur, og
tað er líka stórt spell, heldur
Thomas Dam.
Sum nevnt leggur Bú
skap ar ráðið í fyrsta umfari
bert upp til, at sethús verða
skatta sum ogn, men hvørja
móttøku hetta uppskotið so
fær í politisku flokkunum
er ein onnur søga.
Hinvegin er ognarskattur
bert ein av mongum møgu
leikum, sum Búskaparráðið
nevnir, og vit fara seinni í
vikuni at viðgera frágreið
ingina frá ráðnum í síni
heild gjøllari.
Alt ov ofta vera tænastur
til okkara medmenniskju
uppgjørd í krónum og
oyrum, ein óhugnalig máti
at roknað menniskja virði.
Hendan gongdin má
steðgast, um vit skulu hava
eitt virðiligt samfelag fyri
øll! Eisini næstan og ikki
bara næstan.
Vit eiga, í dagsins Før
oyum, fleiri menniskju, í
dagliga fáa veitt eina “tæn
astu”, ið verður væl og
virði liga rokna út í krónum
og oyrum, og síðani verður
spart – tí tey eru ov dýr.
Í fjør góðkendi løgtingið
STsáttmálin um rættindi
teirra ið bera brek, síðani
er bara spart og framvegis
ljóðar kjakið um hvørjar
“tænastur” samfelagið
eigur at veita. Nær fara vit
at fáa eyguni upp fyri
veruleikanum, at hesi
menn iskju ikki bara eiga at
fáa eina “tænastu”, men
hava RÆTTIN til eina
virðiliga tilveru, ið sam
felagið hevur bundið seg at
virða teirra rættindi?
Flest, ið tørva serliga
hjálp/stuðul, eru helst
komin á onkran stovn, men
flestu stovnar eru riknir
undir somikið vánaligum
fíggjarligum treytum at
starvsfólk kenna seg bert
før fyri at veita nakrar
grundleggjandi uppgávur,
reinføri, mat og svøvn.
Stovnurin gerst meira og
meira ein mekanisk tilvera
hjá teimum búfólkunum, tí
tíðin hjá starvsfólkunum
strekkir ikki til – minsta
mark játtanir og sparingar í
starvsfólkatímum ger at
tað er nærum ógjørligt at
røkja menniskja í menn
iskj anum. Tíð eigur eisini
at vera til, at síggja og
hoyra tey menniskju, ið
búgva á stovnunum. Hesi
menniskju hava eisini tørv
á menniskjaligari samveru
– tørv á at hava eitt lív har
ið onnur viðurskifti enn
bert tey “bráðneyðugu”
vera tilgóðarsæð.
At síggja og hoyra eitt
menniskja, merkir eisini at
tú skalt, sum starvsfólk,
kunna hava stundir at “rea
gera” uppá tað tú sært og
hoyrir – og oftani krevst
bert ein lítil viðurkenning
av menniskjanum fyri at
“bjarga” degnum og gera
stóran mun í vanliga ger
andisdagin.
Vit mugu nú burtur frá
hesum “tænastu” hugs an
ina og fara at hugsað og
veita menniskjanum í
samfelagnum tey rættindi
tey eiga – í kraft av at vera
menniskju. Einki minni
kann ein vænta av einum
nútíðarsamfelagið.
Vit mugu nú staðfesta
hvørji rættindi vit ætlað
okkum at virða og fáa tey
staðfest í einari nútímans
lóggávu. Samstundis mugu
stovnar fáa neyðugu fígg
ingina fyri at kunna halda
STsáttmálan. Ella eru vit
noydd allan vegin til
mannarættindadómstólin í
Haag áðrenn tey sum ráða
gera nakað?
Við síðu(r)nar av!?
Meina tú tað?
VIÐ SÍÐU(R)NAR AV: Í Útvarpinum var málfrøð ingur ikki so neiligur viðvíkjandi
at siga »við síðu(r)nar av«. Lurtarin, ið spurdi, mundi halda orðingina vera skeiva.
R: Málfrøðingurin vísti á, at eitt err (r) viðhvørt sníkir seg inn í orð, sjálvt um
errið ikki er heilt rætt eftir mállæruni.
Hann nevndi m. a. dømið, høsnarungi, sum ikki skuldi havt r eftir
bendingarlæruni, men sum vit kort ini siga, og sum eisini verður góðtikið í
orðabókini.
Tað vil siga, at eitt r kemur inn millum sjálvljóðini, a og u, í orðinum, høsnarungi.
Tað sama er galdandi í orðinum, páskaregg (r millum a og e).
Errið fer eisini inn millum eitt sjálvljóð og eitt hjáljóð (a og h) í t.d. høsnarhús og
Høvdarhagi.
Hetta errið kemur sostatt inn í samansett navnorð. “Við síðuna av” er jú ikki
samansett navnorð. Kundi málfrøðingurin kanska sagt okkum onnur dømi, har r fer
inn í støk orð?
Annars haldi eg »við síðu(r)nar av« (2 r?) ljóða margháttligt.
R HVØRVUR: Onkuntíð hendir tað øvuta, t.v.s. errið verður ikki úttalað.
Dømi: Meinar tú tað? Har siga vit ikki errið. Heldur ikki í navnorðinum, bátarnir.
Kortini mugu vit skriva errið.
Á Borg á Argjum altjóða kvinnadag 2010
Við málkvøðu
Minimal veitingar hugsanin má burtur
Nevndarlimur, Føroya
Pedagogfelag
Jógvan
Philbrow
Eyðun
á borg
Ognarskattur er ein
av møguleikunum
viðmerkingar
Thomas Dam, búskaparfrøðingur, og formaður í
Búskaparráðnum