Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 47 - 9. mars 2010 - Innlendismálaráðið loyvir ikki dálking í føroyskum havnum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum í viðmerking til Heðin Mortensen POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var um vikuskiftið, at Heðin Mortensen legði Innlendismálaráðið undir at loyva dálking við olju í før­ oyskum havnum, tá bunkr­ að verður. Hetta var eftir ein dóm frá 15. januar, har Føroya Rættu fríkendi Strandfaraskip Landsins og bunkringsveitaran í einum máli um dálkin í sambandi við, at Teistin tók olju í Skopun í 2006. Men Annika Olsen vísir aftur skuldsetingunum frá Heðini Mortensen, forkanni í Kommunusamskipan Føroya. ­ Innlendismálaráðið ætlar ikki í hesari við­ merking at taka støðu til, um úrskurðurin hjá Føroya rætti er ein røtt niðurstøða um rættarstøðuna ella ikki, tí ráðið hevur saman við Umhvørvisstovuni gjørt viðmerkingar til fútan í sam­ bandi við, at ákæruvaldið søkir um loyvi at kæra dóm­ in, sigur Annika Olsen. Hon vísir eisin á, at Inn­ lendismálaráðið tvørtur­ ímóti vil sláa púra fast, at tað ikki – hvørki áðrenn ella aftaná, at havumhvørv­ islógin gjørdist føroysk í 2005 – er loyvt at dálka sjógvin við olju, og er hetta staðfest í § 7 í lógini. Tað er heldur ikki loyvt at dálka sjógvin við burturkasti sambært § 13 í lógini. ­ Tað er heldur ikki rætt, tá formaðurin i KSF ákærir Innlendismálaráðið fyri at hava ligið á einari einfaldari kunngerð um bunkring í føroyskum havnum. Fyrsta kunngerðaruppskotið – sum varð gjørt í samráð við við­ komandi áhugabólkar – hev­ ur ligið í ráðnum í drúgva tíð uttan at vera sett í gildi, men orsøkirnar til hetta eru fleiri, eitt nú ivamál um ábyrgdarbýtið millum olju­ veitara og oljumóttakara, sigur Annika Olsen. Hon vísir á, at Innlendis­ málaráðið hevur síðani gjørt fleiri uppskot til betringar, og nú er seinasta kunngerðar­ uppskotið lagt Vinnumála­ ráðnum og Skipaeftirlitinum til viðmerkingar. ­ Síðandi verður bunkr­ ingskunngerðin send út til hoyringar fyri síðandi at verða sett í gildi. Kunn­ gerðin fer at seta stór krøv til havnirnar kring landið, men nú KSF leingi hevur eftirlýst hesi kunngerð, verður hetta neyvan nakar trupulleiki, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum. Almennur fundur um list og almennar pengar verður í Miðlahúsinum miku- kvøldið klokkan átta TíðIndasKRIv Tjóðveldi Tað eru ikki nógvir pengar, vit játta til listarliga skapan. Men nakrar milliónir eru tað kortini tilsamans. Hvussu skulu hesir pengar brúkast? Skulu vit yvirhøvur, frá almennari síðu, stuðla list, sum ikki klárar at skapa sítt egna, fíggjarliga grundarlag. Og um vit skulu stuðla list, hvussu skal tað so ger­ ast? Hvør skal gera av, hvat skal stuðlast? Skulu tað vera politikarar? Ella embætisfólk í Mentamála­ ráðnum? Ella fólk við við­ komandi útbúgvingum? Og hvørji skulu kriteriini vera? Hevur sokallað "góð" list, sum vendir sær til fá fólk, størri rætt til stuðul enn meira fólkslig list, sum fleiri fólk taka til sín? Skulu vit, gjøgnum tann almenna stuðulin, stýra listini ein ávísan veg? Hesir spurningar eru aktuellir, nú ætlanin er at umskipa Mentanargrunn Landsins, sum býtir út ein stóran part av pengunum til list í Føroyum. Og teir verða umrøddir á almennum fundi í Miðlahúsinum miku­ kvøldið 10. mars klokkan 20.00 undir yvirskriftini: Stýring ella villur vøkstur? Við pallborðið sita fólk úr føroyska listaumhvørv­ inum, sum hava havt greiðar meiningar um hesar spurn­ ingar: Oddfríður Marni Rasmussen frá Listafólka­ sambandi Føroya, Inger Smærup Sørensen, listfrøð­ ingur, umframt eitt umboð fyri Tjóðpall Føroya. Tað er Tjóðveldi, sum skipar fyri fundinum. Skal listin stýrast? Og hvør skal stýra henni? Annika sendir bunkrings­ kunngerð til hoyringar Ikki meiri neyðhjálp Tá forsetin í Haiti, René Preval, fer at hitta amerikanska forsetan, Barack Obama, í morgin, fer hann at biðja USA gevast við at senda meiri neyðhjálp til Haiti, tí tað kann skaða landsins búskap. Haiti varð illa rakt av jarðskjálvta tann 12. januar, og umleið 230.000 fólk lótu lív. Síðani hevur altjóða samfelagið sent landinum nógva neyðhjálp, men á einum tíðindafundi í gjár segði forsetin, at neyðhjálpin kann oyðileggja búskapin, tí at landsins egna framleiðsla noyðist at kappast við tær innfluttu vøruenar. Hann mælti heldur umheiminum til at hjálpa Haiti at byggja landið uppaftur. Færri arbeiðsleys Nýggj tøl hjá felagsskapinum OECD vísa, at arbeiðs­ loysið í limalondunum var 8,7 prosent í januar og sostatt eitt vet minni enn í desember, tá tað var 8,8 prosent. Frágreiðingin er, at arbeiðsloysið í USA og Japan minkaði umleið 0,3 prosentstig frá desember til januar. Tey nýggju tølini vísa, at Slovakia hevði tað størsta arbeiðsloysið í OECD í januar við 13,8 prosent­ um, og at Írland var beint aftanfyri við 13,7 prosentum. Tað minsta arbeiðsloysið var í Niðurlondum, har tað var 4,2 prosent. Í Japan og Suðurkorea var tað beint niðan fyri fimm prosent, sigur OECD. Í gjárkvøldið skrivaði Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, undir lima- skapsavtalu við Samtak FaKFELaG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nú eru fimm fakfeløg ­ Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðs­ mannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag limir í Samtak. Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag er næsta fakfelag, sum í hesum árinum hevur fingið limaskap í Samtak. Fyri góð­ um mánaði síðani gjørdist Klaksvíkar Arbeiðsmanafelag limur í Samtak. Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaks­ víkar Arbeiðskvinnufelag, tók samstund­ is sæti í Samtak nevndini, har eisini Arthur Guðjónsson, Ingeborg Vinther, Hans Joensen og Jan Højgaard sita. Limir í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hava nú fingið somu limarættindi, sum hini limafeløgini í Samtak hava. Eitt nú kunna limir í Klaksvíkar Arbeiðskvinnu­ felag nú nýta ókeypis løgfrøðiligu ráð­ gevingina, sum svarar á tlf 597978 mikudagar kl 18­19. ­ Hópurin av øðrum spennandi lima­ tilboðum verða eisini kunngjørd í næst­ um, sum vera fyri limirnar í feløgunum í Samtak, sigur felagið í tíðindaskrivi. Samstundis sum limaskapsavtala við Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag var undirskrivað, undirskrivaðu partarnir eisini eina tryggingaravtalu, sum merkir, at limir í teimum fimm fakfeløgunum frítt kunna arbeiða inni á økinum hjá hvør øðrum uttan t.d. at skula óttast fyri at missa tryggingarrættin til loka­ gjaldið. ­ Feløgini í Samtak eru ómetaliga fegin um, at Klaksvíkar Arbeiðs­ kvinnufelag er vorðin partur av Samtak, og tey vænta og vóna eisini, at onnur fakfeløg eru hugað at gerast partur av felagsskapinum. Tað verður áhaldandi arbeitt við at menna Samtak, og væntast kann, at feløgini fara at samstarva um fleiri øki limunum at gagni, sigur felagið. Samtak var sett á stovn í apríl 2007 og umboðar umleið ein triðing av føroysku løntakarunum. Klaksvíkskvinnur nú eisini í Samtaki