týsdagur 9. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 47 - 9. mars 2010
Eitt tíðindafólk
fyri og annað eftir
fer úr farloyvi frá
Kringvarpi Føroya
Kringvarp
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Orrusturnar hava verið
fleiri í Kringvarpi
Føroya seinastu tíðina,
og sum skilst hevur
hýrurin eisini leingi
verið sera vánaligur
millum starvsfólkini.
Nú verður stjórin
undirdíkt í umsóknum
um farloyvi, og higartil
hevur hon játtað allar.
Tey, sum hava fingið
játtað farloyvi, vilja
ikki útgreina, hví tey
øll nú vilja burtur frá
stovninum. Tey treingja
til at gera okkurt annað,
siga tey bara.
Men tað kann neyvan
vera av tilvild, at so
nógv fara at kalla í senn
í farloyvi.
Ingi Rasmussen fór í
farloyvi 1. mars.
Elin Winther Poulsen,
sum ikki var í føstum
starvi, gavst eisini 1.
mars.
Jóhann Mortensen fer
í farloyvi 1. apríl.
Ingolf S. Olsen fer
eisini í farloyvi 1. apríl.
1. mai fer Sigmar
Bláberg í farloyvi,
fyribils í eitt hálvt ár.
Jón Brian Hvidtfeldt,
sum varð koyrdur frá
sum tíðindaleiðari, skal
svara í hesum mánaðin
um, um hann hevur hug
at halda fram sum
vanligt tíðindafólk á
stovninum. Um ikki,
verður kringvarpið
eisini hann fátækari.
Av tí at so nógv eru
farin ella fara, hevur
kringvarpið sett nøkur
fólk fyribils í starv, men
hesi fólk steðga bara í
nakrar mánaðir.
Tíðindafólk
flýggja
úr kring
varpinum
Kent lík funnið
Myndugleikarnir í tí grikska partinum av Kýpros
hava nú funnið líkið av fyrrverandi forsetanum
Tassos Papadopoulos, sum bleiv tikið úr grøv hans
ara fyri trimum mánaðum síðani. Kýpriska løgreglan
sigur, at líkið er funnið í einum kirkjugarði í høvuðs
staðnum Nicosia. Løgreglan veit ikki við vissu, um
talan er um líkið av Papadopoulos, men tað skulu
nakrar DNAkanningar staðfesta. Líkið av fyrrver
andi forsetanum hvarv tann 11. desember í fjør, og
Interpol hevur verið við í leitingini. Tassos Papado
poulos var forseti frá 2003 til 2008.
Kvinna STovasti
Í sambandi við altjóða kvinnudagin í gjár gjørdi ST
aðalskrivarin, Ban Kimoon, av at seta eina kvinnu í
starvið sum ovasti leiðari fyri teimum friðarvarð
veitandi tiltøkunum hjá heimsfelagsskapinum. Valið
fall á ta svensku AnneMarie Orler. Hon hevur
arbeitt sum ráðgevi í friðarvarðveitandi málum tey
bæði seinastu árini, men skal nú standa á odda fyri
málsøkinum. Áðrenn hon fór at arbeiða hjá ST, var
hon løgregluovasti í Vastmanland og formaður í
svensku deildini av Amnesty International.
Tórshavnar
kommuna heitir á
foreldur í Nólsoy
um at taka sæti í
skúlastýrinum, sum
ikki er mannað
SKúli
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tá ið skúlastýri seinast
skudi setast í Nólsoy, var
ikki neyðugt at hava val.
Áhugin fyri skúlastýrinum
var minni enn so. Skúla
stýrið varð mannað, men
eykalimir vóru eingir.
Hetta er komið aftur um
brekku nú. Tvey fólk, sum
vóru í skúlastýrinum, eru
flutt úr bygdini, og tí kann
stýrið ikki virka.
Mánakvøldið
var
for
eldrafundur, og niðurstøðan
á fundinum var, at roynt skal
verða at finna tvey foreldur
at koma í stýrið í staðin. Tað
skal kommunan gera.
Karmarnir um skúlan í
Nólsoy eru góðir, men okk
urt er galið við skúlanum, tí
nøkur foreldur hava tikið
børn síni úr skúlanum.
Ymikar orsøkir
Ein familja er flutt úr
kommununi, og tað er so
tað. Onkur er farin til Havn
ar, sum er sama kommuna,
men tað eru eisini tey, sum
senda børn síni við Rituni
til Havnar í skúla hvønn
morgun. Tað eru alt børn í
teimum eldru flokkunum.
Í onkrum føri eru børn
farin til Havnar at ganga í
skúla av sosialum orsøkum,
við tað at eingir ella fáir
javnaldrar
vóru
eftir
í
skúlanum.
Einki
foreldur,
sum
Sosialurin hevur tosað við,
hevur hug at stíga fram, tí
viðurskiftini eru so smá í so
lítlari bygd.
Eitt foreldur gremur seg
um góðskuna av undirvís
ingini av teimum størru
børnunum.
Har
vantar
skikkaður lærari, siga tey.
Tey smáu fáa góða undir
vísing, verður sagt.
Atfinningar verða eisini
vendar móti fyrsta lærar
anum Jákupi av Skarði,
sum hevur annað starv við
síðuna
av
skúlaleiðara
starvinum.
Jákup av Skarði vísir á, at
í setanarviðurskiftum hans
ara er rúm fyri at hava eitt
annað starv, og tað hevur
hann havt leingi. Tað starvið
er at vera ráðgevi hjá Lands
miðstøðini fyri undirvísing
aramboð.
Torført at fáa lærarar
Annars hevur hann ikki hug
at gera viðmerkingar til,
hví nøkur børn fara í skúla í
Havn, tí orsøkirnar eru
fleiri, og hann leggur ikki í
at koma inn á persónlig
viðurskifti hjá nøkrum.
Hann heldur, at Nólsoyar
skúli er rímiliga væl fyri
við lærarum, men tað er
ikki lætt at fáa lærarar. Í
apríl væntar skúlin at fáa
ein útbúnan lærara aftrat.
Onkur nólsoyingur gongur
á læraraskúla, og fyrsti
lærarin vónar, at viðkomandi
hevur hug at koma til
Nólsoyar at arbeiða, tí ið
prógvið er komið.
Bara 21 børn eru eftir í
skúlanum, og Jákup av
Skarði væntar ikki, at
bygdin fer at vaksa tað
stóra. 40 hús standa tóm, og
eigararnir vilja hvørki selja
ella leiga út. Hugurin at
byggja er ikki stórur, tí
grundstykkini kosta nú tað
sama sum í Havn, við tað at
Nólsoy er í Tórshavnar
kommunu.
Jákup av Skarði ber ikki
ótta fyri, at skúlin í Nólsoy
letur aftur, tí karmarnir eru
so góðir, og skúlin er har,
sum børnini búgva.
Nøkur nólsoyarbørn
í skúla í Havn
Hvønn morgun fara fleiri skúlanæmingar
úr Nólsoy við Rituni til Havnar í skúla. Ikki
bara tey, sum ganga í framhaldsdeildini, men
eisini nøkur yngri, sum foreldrini hava tikið úr
skúlanum í Nólsoy og flutt tey til ein skúla í Havn