týsdagur 9. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 47 - 9. mars 2010
Heldur altjóða skráseting
Danska stjórnin er ikki nøgd við avgerðina hjá kanadisku
stjórnini um, at øll skip, sum sigla ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina
millum Atlantshavið og Kyrrahavið, skulu lata seg skráseta hjá
kanadisku myndugleikunum. Danski uttanríkisráðharrin, Lene
Espersen, sigur við Berlingske Tidende, at einki einstakt land
skal hava eina tílíka skráseting, tí slíkt skal gerast í altjóða høpi,
sigur hon. Danmark hevur tí biðið Kanada um eina frágreiðing
um málið, og partarnir hava avtalað at tosa um tað, sigur Lene
Espersen við blaðið.
Blóðug hevnd
Fleiri hundrað fólk eru deyð í ógvusligum ágangi í
trimum bygdum í landspartinum Jos í Nigeria. Tíðinda
stovurnar skriva, at tað eru muslimar, sum hava lopið á
tað kristna fólkið í bygdunum, og at talan helst er um
hevnd fyri álop á muslimar í sama landsparti fyri nøkrum
vikum síðani. Eingin veit við vissu, hvussu mong kristin
eru deyð, men sagt verður, at talan er um minst 200.
Álopsmenninir brúktu svørð og onnur gomul vápn, og
teir vóru eirindaleysir, verður sagt. Í áganginum fyrr í ár,
tá muslimarnir stóðu fyri skotum, lótu meiri enn 300 fólk
lív, skrivar AFP.
– Útlitini hjá teimum,
sum lesa okkara út
búgvingar á Vinnu
háskúlanum, sera góð.
Valið hjá monnum
at taka eina maskin
meistara útbúgving
er eitt sera gott
val, sum gevur hin
besta pallin at stand
á. Tit eru faktiskt
gullfiskar, sum øll
vinnan í heiminum
ynskir at fáa fatur á,
segði stjórin á Vinnu
háskúlanum, Hans
Jóhannes á Brúgv, tá
hann helt gestarøðu
á aðalfundi í Maskin
meistara felagnum
Vinnuháskúli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á aðalfundi hjá Maskin
meistarafelagnum seinasta
leygardag, hevði felagið
fingið Hans Jóhannes á
Brúgv, stjóra á Vinnu há
skúlanum, at siga nøkur
orð.
Í byrjanini av sínum røðu
vísti stjórin til bókina hjá
Finni Johansen um Maskin
meistaraskúlan, har hesin
sigur, at hendan útbúgving
byrjaði í Føroyum í 1965.
Hann helt fyri, at soleiðis
eru eisini nógvir av limun
um í Maskin meistara felag
num útbúnir maskinistar og
maskinmeistarar á Maskin
meistaraskúlanum, sum nú
er ein partur av Vinnuhá
skúl anum.
Stjórin vísti á, at henda
útbúgving er broytt nakað,
og í dag hanga maskinist
og maskin meistara útbúgv
ingarnar ikki saman, eins
og tær gjørdu fram til ár
2004.
– Útbúgvingarnar eru nú
tvær ymiskar útbúgvingar. Í
dag eitur einki víðkað
maskinmeistarútbúgving.
Tann víðkaða maskin meist
arapróvtøkan varð burtur í
lógini frá 1988.
Hans Jóhannes á Brúgv
kunnaði um, at maskinist
útbúgving
í
dag
tekur
níggju mánaðir, og maskin
meistara útbúgvingin tekur
trý ár. Í hesum viðfangi
nevndi hann eisini, at skip
ara og skipsføraraút búgv
ingarnar eru samanhangandi
og taka hálvt annað ár
hvør.
Stjórin segði, at í dag eru
tilsamans 254 lesandi á
Vinnuháskúlanum.
Av
hesum eru 110, sum lesa til
maskinmeistara og 24, sum
lesa til maskinist.
Stórur áhugi
– Hesi seinastu árini hava
fleiri reiðarí verið á skúl
anum fyri endapróvtøkuna,
eins og setanarsamrøður
hava verið próv handanar
dagin. Hetta skapar álit og
stoltleika um fakið og vísir,
at limirnir í Maskin meist
arafelagnum
hava
eina
eftirspurda útbúgving.
Stjórin vísti á, at heims
búskaparkreppan
ávirkar
okkum øll og harvið eisini
teir nýútbúnu á Vinnuhá
skúlanum.
– Tó haldi eg meg kunna
siga, at broytingin er, at
lidnu næmingarnir nú bíða
nakrar fáar mánaðir – og so
býtir á, sum hann tók til.
Hans Jóhannes á Brúgv
nam við, at vit í 2009 hava
hoyrt um, at tey størru
donsku reiðaríini hava sagt
upp yvirmenn fyri síðan at
seta fólk úr øðrum tjóðskapi
umborð.
– Men her er longu broyt
ing við at koma í. Stór
reiðaríir hava í februar í ár
sett seg í samband við
Vinnuháskúlan við áheitan
um at fáa fatur á teimum,
sum fingu prógv á jólum.
Eisini ynskja reiðaríini at
tosa við teir, sum eftir ætlan
fáa prógv í juni í ár, segði
hann.
Stjórin á Vinnuháskúl
anum vísti eisini á nøkur
áhugaverd tøl hjá DREWRY,
og her verður mett, at longu
í 2013 verður ein tørvur á
56.000 offiserum kring um
heimin.
– Harvið eru útlitini til
tey, sum lesa okkara út
búgv ingar á Vinnuhá skúl
anum, sera góð, helt hann
fyri,
Hetta viðførir sjálvandi
eisini, segði Hans Jóhannes
á Brúgv, at korini gerast
enn betri og koma orðini í
lýsingum skúlans makt,
frítíð og pengar at vera
enn sjónligari í framtíðini.
Stjórin á Vinnuháskúl
anum helt, at valið hjá
monn um
at
taka
eina
maskin meistaraútbúgving
er eitt sera gott val, sum
gevur hin besta pallin at
stand á.
– Tit eru faktiskt gull
fiskar, sum øll vinnan í
heiminum ynskir at fáa
fatur á, legði hann aftrat.
Broytingar ávegis
Hans Jóhannes á Brúgvi
vísti á, at broytingar eru
fyri framman.
– Í øllum londum kring
okkum eins og í øðrum
londum við, eru útbúgv
ingarnar fyri maskin meist
arar og skipsførarar broyttar
til útbúgvingar á bache lor
støði. Sum dømi um hetta
kann
nevnast,
at
allar
maskin meistara útbúgving
arnar í Danmark vórðu
broyttar til proffessions
bache lor í 2004. Soleiðis
eru tað seks ár síðan, at
danir framdu hesa broyt
ing.
Stjórin vísti á, at Vinnu
háskúlin setti niður ein
arbeiðsbólk, og í 2006 varð
álit sent landsstýrismann
inum í mentamálum, har
skúlin vísti á, at neyðugt er
at fylgja við rákinum.
– Útbúgvingarráðið fyri
útbúgving av fólki á sjó
num, ið er mannað við
umboðum frá Maskinmeist
ara felagnum, SEV, Reið
arafelagnum fyri farmaskip,
Føroya
Reiðarafelag,
Skipa eftirlitinum og Skipar
og
Navigatørfelagnum,
hava viðgjørt hetta mál.
Niðurstøða er gjørd og
sendi útbúgvingarráðið hin
21. apríl í 2008 tilmæli til
Mentamentamálaráðið, har
heitt varð á lands stýris
kvinnuna
um
at
skipa
maskinmeistara og skips
føraraútbúgvingarnar
á
bachelorstøði.
Hans Jóhannes á Brúgv
segði, at fyrimunirnir við
bachelorstøði eru, at vit tá
fáa ein enn betri kvali fiser
aðan maskinmeistara og
skipsførara.
– Skipini veksa, motorar
nir veksa, teknikkurin veks
ur, ábyrgdin økist og harvið
krøvini til yvirmenninar.
Samstundis økjast krøvini
til aðrar tilknýttar fakbólkar
Maskinfólkini eru
gullfiskarnir, sum
vinnan spyr eftir
– Stór reiðaríir hava í februar í ár sett seg í samband við
Vinnuháskúlan við áheitan um at fáa fatur á teimum,
sum fingu prógv á jólum. Eisini ynskja reiðaríini at tosa
við teir, sum eftir ætlan fáa prógv í juni í ár, segði Hans
Jóhannes á Brúgv, stjóri á Vinnuháskúlanum, á aðalfundi í
Maskinmeistarafelagnum
Mynd: Snæbjørn í Dali