Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 47 - 9. mars 2010 Rivieran kavaklødd Børn og ung, sum eru uppvaksin við fronsku miðjarðarhavsstrondina, hugnaðu sær óført í gjár, tí fyri fyrstu ferð í teirra tíð lá tann kenda strondin undir í kava. Kavi á hesum leiðum er so sjáldsamt, at fleiri skúlar nærhendis strondini valdu at geva børnunum frí til at hugna sær. Tað vóru kortini ikki øll, sum vóru so fegin um tað sjáldsama veðurfyribrigdið úr erva. Franska løgreglan sigur, at kavin elvdi til ruðuleika á vegunum har suðuri, og at meiri enn 250 fólk noyddust at liggja nátt í bilunum, tí tað var ikki koyrandi. Jarðskjálvtin flutti bý Tann sera harði jarðskjálvtin í Kili tann 27. februar fór serliga illa við býnum Concepcion, sum er tann næststørsti í landinum við umleið 350.000 íbúgvum. Nú vísa aknningar hjá amerikonskum og kilskum granskarum, at jarðskjálvtin hevur flutt býin tríggjar metrar vestureftir. Jarðskjálvtin hevur eisini flutt høvuðsstaðin Santiago, sum er 28 centimetrar vestari nú enn undan skjálvtanum. Granskararnir siga, at sjálvt argentinski høvuðsstaðurin, Buenos Aires, varð fluttur fýra centimetrar vestureftir. Jarðskjálvtin í Kili kravdi umleið 800 mannalív. umborð og á landi. Til­ samans merkir hetta, at vit eisini mugu lyfta okkara førleikastøði upp og harvið verða enn betri førir fyri at taka ábyrgd. Stóru skipini, sum menn okkara hava ábyrgdina av, hava eitt kolosalt virði. Hann vísti á, at trygg­ ingarvirðið á risastóru hand ilsskipunum er oman fyri 10 miljardir krónur í okkara peningi, tá tey eru lastaði. – Henda ábyrgd viðførur, at kravið til førleikan økist, legði stjórin aftrat. Víðari lestur Hans Jóhannes á Brúgv segði, at við verandi før­ oyska maskinmeistara pró v­ num, sum er ein mill umlong útbúgving, eru sera fáir møguleikar at fara undir víðari lestur. – Í nógvum førum er neyðugt at byrja umaftur, nevniliga fyrst 3 ár og síðani 2 aftrat fyri at náa eina masterútbúgving. Verða okkara útbúgvingar broyttar til bachelorstøði, kemur hetta at økja sera nógv um møguleikan fyri víðari lestri og harvið økja starvsmøguleikarnar á landi, um tú seinni ynskir tað. Stjórin segði, at vanligt innan hetta yrki er, at menn eftir at hava siglt í nøkur ár ynskja at sleppa upp á land at arbeiða. – Royndirnar eru nógvar, men tá hesar verða settar upp móti øðrum lesandi, vísir tað seg, at sera nógvar útbúgvingar hava bache­ lorstøði. Einans av hesi orsøk kann tað gerast trup­ ult at fáa arbeiði á landi, legði hann aftrat. Hans Jóhannes á Brúgv vísti á, at tá ung fólk velja sær útbúgving, tryggja tey sær, at møguleiki er fyri broyting. – Tey vilja ikki læsa seg fastan í einum yrki. Sostatt velja tey útbúgvingar, sum hava møguleika fyri víðari lestri og ikki blindgøtur, sum hann tók til. Hann segði, at eisini av hesi orsøk er tørvur á, at vit broyta okkara útbúgvingar á Vinnuháskúlanum til bachelorstøði. – Tey ungu skulu hava møguleika at velja okkara útbúgvingar, og um tørvur er á tí at fara undir víðari lestur á masterstøðið ­ uttan at taka 3 ár umaftur. Stjórin á Vinnuhá skúl­ anum vísti á, at fólk, sum eru 40 ár og eldri, tillaga seg nærum allar umstøður, meðan fólk, sum eru yngri enn 30 ár, seta krøv, eitt nú til útbúgvingar ella um ­ støður. – Sostatt hava vit einki val. Eru møguleikarnir fyri víðari lestri á Vinnu­ háskúlanum ikki teir somu sum aðrastaðni, kunnu vit risikera at verða vald frá, legði hann aftrat. Hans Jóhannes á Brúgv segði, at broytingin, sum lagt verður upp til, kann føra við sær, at fleiri við miðnámi koma at leita sær útbúgving á Vinnu háskúl­ anum. – Í dag hava lesandi á Vinnuháskúlanum vanliga ikki miðnámsskúla, men hinvegin langa tíð í smiðju­ læru ella sigling artíð. Vísti talvur Stjórin á Vinnuháskúlanum vísti eisini eina talvu, sum lýsir, hvussu skúlin hevur hugsað sær, at lesturin til maskinmeistara og skips­ førara á bachelor støðið verður. – Alt hetta viðførir eisini, at førleikin hjá teimum, sum undirvísa, skal økjast til masterstøði. Hans Jóhannes á Brúgv endurtók, at møguleikarnir við hesum útbúgvingum eru framúr – ikki minst, tá hugt verður út í heimin sum eitt arbeiðspláss. Hann legði kortini aftrat, at hann sær ávísar hóttanir innan hetta fakøki. – Hyggja vit í hagtøl frá Yrkisdeplinum, síggja vit, at talið av lærlingum lækkar sera nógv. Í 1998 var talið 69, í 2006 124 og 2009 vóru bert 32 lærlingar, sum lúka upptøkukrøvini til maskinútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum, segði stjórin. Hann vísti á, at tað har­ aftrat er sera torført at út ­ vega sær praktiktíð (sigl­ ingartíð) hjá maskinmeist­ ararum og maskinistum og eisini hjá skiparum og skips førarum. Talið av føroyskum fiskiskipum, sum eru til fiskiskap, (und­ antikið útróðarbátar) er í dag bert 72, og tað eru bert 686 fiskimenn (við inntøku oman fyri 170.000 krónur árliga). Um aldarskiftið var talið 97 skip og 1150 fiski­ menn. – Fari eg enn longur aftur, er broytingin enn størri. Sostatt minkar møguleikin at fáa siglingartíð, ið er krav fyri at fáa góðkent vinnubræv. Kravið er ávika­ vist 36 mánaða siglingartíð fyri navigatørar og 12 mán­ aða siglingartíð fyri Maskin meistarar og mask­ inistar. Hetta sigur mær, at tað mugu broytingar til, um vit sum tjóð framhaldandi skulu varðveita okkara maskinmeistarar og skips­ førarar, sum vit við stolt­ leika í dag kunnu bjóða øllum heiminum. Stjórin segði, at hann persónliga ikki roknar við, at føroyska fiskimannatalið nakrantíð ferð at økjast aftur og fyri so vítt heldur ikki fiskiskipatalið. Tað verður heldur øvut. – Hvat hendir við læru­ plássunum, er torført at meta um, tí tølini sveiggja nógv, men eg meti, at hesi samanumtikið far at fækka. Tó vildi eg mett, at ein kom andi oljuvinna kann økja hetta tal aftur, segði stjórin á Vinnuháskúlanum, Hans Jóhannes á Brúgv. – Skipini veksa, motorarnir veksa, teknikkurin veksur, ábyrgdin økist og harvið krøvini til yvirmenninar. Samstundis økjast krøvini til aðrar tilknýttar fakbólkar umborð og á landi. Tilsamans merkir hetta, at vit eisini mugu lyfta okkara førleikastøði upp og harvið verða enn betri førir fyri at taka ábyrgd. Stóru skipini, sum menn okkara hava ábyrgdina av, hava eitt kolosalt virði, segði stjórin á Vinnuháskúlanum Mynd: Snæbjørn í Dali