Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mars 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2010 21 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Petur Thomsen, Strendur, andaðist fríggjadagin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 95 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin kl. 16 í Sjóvar kirkju. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13. Trond Mouritz Erlingsson, ættaður úr Fámjin, búsitandi í Svendborg, andaðist á Svendborg Sjúkrahúsi 5. mars, 82 ára gamal. Jarðarferðin verð­ ur úr Fredens Kirke í Svendborg hósdagin kl. 14. Klemint Hammer, Toftir, andaðist í heiminum leygardagin, 67 ára gamal. Kistan við Albert Hansen, Argir, fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum týsdagin 9. mars kl. 17. Jarðar­ ferðin verður mikudagin klokkan 13 úr Vesturkirkj­ uni. Tey, ið vilja minnast Albert við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Krabbameinsfelagið, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 9. mars. Fjøruti riddarar, deyðir í 320. Keisarin Licinius gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta trúnna. Fjøruti riddarar í Sebaste í tí núverandi Turkalandi vildu ikki gera eftir boðunum og vórðu settir naknir út á ein ísflaka, men teir valdu allir, uttan ein, heldur at frysta í hel enn at ganga frá trúnni. Sum veðrið var henda dagin, skuldi tað vera teir komandi 40 dagarnar. Sverri kongur Sigurðsson doyði hendan dagin í 1202 í Bergen. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) “Nú hvítna tindar fjøllum á...” sungu vit beint undan jólum fyri mammu, tá ið hon varð jarðað í gellifrosti. Nú tykist tað, sum várið er um at taka valdið aftur, og eg fekk hug at skriva nøkur orð til minnis um mammu. Mamma var fødd í 1921, sama ár sum Coco Chanel kom á markn­ aðin við Chanel nummar 5. Hetta er vert at hava í huga, tí mamma elskaði at pynta seg – ikki til gerandis sjálvandi, tá gekk hon í kitli, sum allar aðrar konur ­ men til høgtíðir og annað høvi. Satt at siga minnist eg hana serliga í kitli og so altíð í sving og syngjandi samstundis. Tá hon fór undir okkurt arbeiði, var tað sum at tendra eina kontakt: hon stemmaði í við sangi. Tá ið eyka orka kravdist at gníggja ein plett, ella hon hevði mist eitt eyga í bindimaskuni, so linkaði sang­ urin til mutl ella steðgaði heilt, bara fyri at taka seg upp aftur í fullari styrki, tá ið trupulleikin var loystur. Binda – tað dugdi hon! Tað man vera mangur sjómaður í Sør­ vági, sum er farin til skips í henn­ ara ullintu undirklæðum, hosum og troyggjum. Tá ið tann tíðin var komin, so hoyrdist úthurðin fara upp fleiri ferðir um dagin, og onkur kona stóð á gáttini og rópti: Jenny – rendurnar lidnar? Ella hvat tað nú var, hon hevði játtað at bundið. Og bíligt var tað eisini – Hon hevði ikki nógv til yvirs fyri okkara stóra lívsvísdómi, tá vit sum hálvvaksin søgdu henni, at hon tók alt ov lítið fyri, kundi líka gjarna givið tað burtur, sum hon bant. Vit børn vóru heldur ikki við skerdan lut, hvat viðvíkti troyggj­ um, hosum, sokkum og undir­ klokkum. Tað var ikki so sjáldan, at genturnar í skúlanum undrandi hugdu at mær og spurdu, um eg aftur nú hevði føðingardag... Flestu mammur elska síni børn, men onkursvegna haldi eg, at mamma mín var serliga eym um okkum. Sjálv hevði hon mist mammu sína, tá ið hon gekk á sjeynda ári. Mamma hennara, Elisabeth, sum var av Víkum, lá á Sanatorium í Havn við tuberklum og doyði har. Kistan við henni var førd við báti inn á Sørvág, men ongin hevði greitt tí seks ára gomlu frá, at mamma hennara kom aftur í kistu. Eg síggi næstan mammu fyri mær, tá hon fer trallandi og hoppandi út eftir vegnum, út á Bakka at taka ímóti mammu síni, tí hon endiliga skuldi síggja hana aftur. Á vegnum møtti hon einum manni, sum spurdi, hvaðar hon fór, og glað for­ taldi hon honum, at hon fór út á Bakka, tí mamman kom. “Far held­ ur heim aftur, stakkalin,” segði hes­ in maðurin, og beinanvegin skilti mamma, at okkurt var, sum tað ikki átti at vera. Hetta upplivilsi av at missa mammu sína og seinni systur sína av tuberklum, hevur sjálvandi sett síni merki í bæði mammu og hini systkin hennara. Mamma elskaði børn: okkum, børn okkara og teirra børn. Hon var als ongin grátisurra, hon var glað av lyndi, altíð til reiðar at hoyra eina góða søgu og opin fyri øllum tí, sum broyttist í tilveruni. Samstundis sum vit mentust til ung og vaksin fólk, mentist hon við. Vit díktu bæði hana og pápa undir í filosofiskum orðaskiftum um rættvísi og órættvísi, um loys­ ing og samband, Vietnamkríggj og Nato; og so vóru tey bæði undirdíkt í tónleiki, fyrst frá Radio Lux­­em­ burg, guitara, harmoniku, spola­ bandupptakara og 15 teimum bestu. Dylan, Stones og Steppen­ wolf vóru toygdir í hvørjari lykkju, og ikki so sjáldan var køksvind­ eygað blakað aftur við orðunum: ‘Her hoyrist alt út um allar geilar.’ “Det var dengang, jeg elskede en ven...” Tá ið pápi doyði fyri skjótt mongum árum síðani, fortaldi mamma mær, at hon somu nátt, sum hann var jarðaður, droymdi, at hann kom inn á kamarið, yvir til songina og bað hana kom við sær í kirkju. Og hon fór, sjálvandi, men komin í brekkuna oman í kirkjuna steðgar hon á og sigur við pápa, at hon fór til hús aftur: Far tú heldur einsamallur, segði hon við hann. Mitt í allari sorgini yvir, at mamma skuldi liggja til tað síðsta, vóru mangar gevandi løtur. Sum eina náttina tá ið eg og systir sótu við borðið inni á kamarinum, og mamma lá og svav við frið og náð­ um, samstundis sum systurdótturin lá í øllum klæðunum á sofuni og svav, og eitt av starvsfólkunum kemur inn við einari dýna at balla hana, tí hon er so køld, júst aftur­ komin av langari ferð í teimum heitu eysturlondum. Eg haldi, at vit báðar systrarnar mundu hugsa, hvussu gott hetta var, hóast alt, at vit øll kundu vera um mammu soleiðis til tað síðsta. Mamma lá ikki leingi tíbetur, mestur er pápi komin aftur eftir henni og biðið hana koma við sær, og hesaferð fór hon all the way. Um mær hevði verið unt at sæð tey aftur, so kanska tey koma ímóti mær bæði við hundinum Nemo ímillum sín; og Nemo hevur band við perlum á um háls­ in, tí lítla Anny og Dina siga, at hann læt leðurbandið vera eftir, tá hann fór upp til langommu í himmiríki. Hvíl í friði tit bæði gomlu. Marna Jacobsen Jenny Henrikku Jacobsen fødd Simonsen, til minnis Merkisdagar 60 ára føðingardagur Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10. apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja ella senda sms til telefon 211988, ella við t­posti til isak@football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal, Klaksvík. 75 ára føðingardagur 10. mars fyllur Torleif Matras, Fosságøta 7, Klaksvík, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur 11. mars verður Thora Magnussen Tjørnuvík 80 ár. Dagurin verður hildin 12. mars kl. 18 í bygdarhúsinum í Tjørnuvík. Øll eru hjataliga vælkomin. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn mánadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Tøkk Eina hjartans tøkk skulu tit øll hava, sum gjørdu okkum diamantsbrúdleypsdagin sera hugnaligan. Stóra tøkk skulu eisini tit hava, sum sendu blómur, gávur og á annan hátt minstust okkum. Tøkk fyri ein ógloymandi dag. Blíðar heilsanir Hanna og Eirikur Justinussen