Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 48 - 10. mars 2010 tíðindi Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum vil avtaka statsligu fólkakirkjuna sum vit kenna hana. – Vit hava trúarfrælsi og mugu tí eisini hava frælsi at velja, hvørt vit vilja rinda til kirkjuna, sigur forkvinnan í HUXA. – Tað verður totalt anarki, um vit fáa frælsi at velja alt frá, sigur bispur, og mælir til, at allar samkomur í landinum verða fíggjarliga tengdar at statinum Fólkakirkja Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Kirkjan fekk í fjør 9.965.000 krónur í stuðli beinleiðis úr landskassanum, tá nærum valfríi kirkjuskatturin ikki er tikin við. Hetta vil HUXA, sum er ungmannafelagið hjá Fólka flokkinum, broyta. – Í Føroyum hava vit talu frælsi og skrivifrælsi og í tí sambandi eisini trúar­ frælsi. Landið skal ikki blanda seg uppí og siga, hvør okkara trúgv er, og tí skulu vit ikki gjalda til eina ávísa samkomu. Tað skal vera upp til hvønn einstakan at gera av, hvussu tey vilja nýta sín pening, sigur Bjørk Maria Krog Olsen, sum er forkvinna í HUXA. Bispur er ikki heilt samd­ ur, og sær trúnna sum eina samfelagstænastu á sama hátt sum Kringvarp og Heilsutrygd. – Fólk skulu eisini hava frælsi at rinda fyri sína mentan. Skal handan tanka­ gongdin fylgjast, so skal fólkið hava frælsið at velja, um tey vilja rinda Kring­ varpsgjald og so framvegis.. Tað hevði havt við sær, at fólk fáa frælsi at velja alt og at velja alt frá, og so hevði verið fullkomið anarki, sigur Jógvan Fríð­ riks son, bispur. Men Bjørk K. Olsen dug­ ir ikki at síggja, hvussu heilsutrygd og kirkja kunnu samanberast, og hon sigur somuleiðis, at tú ikki rindar kringvarpsgjald um tú ikki hevur sjónvarp ella útvarp. – Samfelagið skramblar saman, um ongin heilsu­ trygd er. Soleiðis er ikki við samkomunum, sigur for­ kvinnan í HUXA. Samfelagsfunktión Bispur greiðir somuleiðis frá, at kirkjan hevur sínar samfelagsfunktiónir, og at tá er serliga í samband við primerskrásetingina, sum eru kirkjubøkurnar. Men HUXA heldur hinvegin, at tað er nakað, sum landið skuldi tikið sær av, og ikki kirkjan. – Eg dugi ikki at síggja, hví kirkjan skal taka sær av tílíkum funktiónum. Tað er nakað landið skal taka sær av, sigur Bjørk Olsen. Men sambært bispi er tað helst bíligast fyri sam fe­ lagið, at kirkjan tekur sær av hesum máli. – Eg meini tað var í sjeyti árunum, at tað var frammi á fólkatingi, at primerskrásetingin skuldi flytast úr kirkjuni, men tað vísti seg, at fíggjarliga loysti tað seg best fyri land­ ið, at kirkjan tók sær av tí, vísir bispur á. Grundlógin Og ein forðing er afturat, um fólkakirkjan skal gevast at vera fíggjað av statinum. Í Danmarks Riges Grundlov stendur nevniliga soleiðis í grein 4: »Den evangelisk­ lutherske kirke er den danske folkekirke og under­ støttes som sådan af stat­ en.« Men tað metir forkvinnan í HUXA ikki vera nakran veruligan vansa. – Vit skulu ikki hava nakra statsliga kirkju, og tí skal grundlógin broytast, sigur Bjørk K. Olsen. Bispur hevur ikki nakra avgjørda meining um grund lógina, men staðfestir, at tað er ein avgjørdur fyrimunur bæði fyri stat og kirkju, at tey eru tengd hvør at øðrum. – Tað má altíð vera eitt samstarv millum stat og kirkju, tí samkomurnar er av fólki, sum eru ein partur av statinum og so leingi vit hava eitt band millum kirkju og stat, so megna vit at halda eyga hvør við øðrum. Er onki samband millum stat og trúgv, so verður skip anin óstýrlig, metir bisp ur. Men tað er júst hetta, sum Bjørk K. Olsen ikki skilur. – Vit hava trúarfrælsi, og tí skulu samkomur ikki ávirkast av statinum og um vent, sigur hon. Styrkja sambandið So í staðin fyri at gera sam­ bandið millum trúarsam fe­ lagið og verðsliga sam fe­ lagið, so mælir bispur til at styrkja sambandið. – Ein máti at halda fast við góðu skipanina og sam­ bandið, sum er millum trúar samfelagið og verðs­ liga samfelagið, er at skipa soleiðis fyri, at fríkirkjurnar eisini fáa fíggjarligan stuðul frá landinum. – Sum eg síggi tað, er hvør króna, sum verður latin til kirkjurnar ein góð íløga í føroyska mentan og trivna, metir Jógvan Fríð­ Ein mió. tons útaftur Á hvørjum ári tveita fiskiskip úr ES­londunum umleið eina millión tons av fiski aftur í havið. Tað er púra burturvið, og við teirri røttu framferðini kundu samfeløgini fingið nógv burtur úr hesum fiskinum. Tað sigur skotski ES­tinglimurin Struan Stevenson. Hann vísir á, at sambært fiskivinnuregl­ unum hjá ES noyðast fiskimenninir at tveita hjáveiðina aftur í havið, tí annars verður hon drigin av kvotu teirra. Tøl vísa, at skotskir fiskimenn tveita fisk fyri umleið 40 milliónir pund útaftur á hvørjum ári, men Struan Stevenson vil hava fiskin upp á land, tí hann kann brúkast til eitt nú dýrafóður, sigur hann. Tubbaksrisi hartar Noreg Síðani á nýggjárinum hava handlar og kioskir í Noregi ikki havt loyvi til at hava tubbaksvørur á hillunum. Tað hóvar ikki amerikonsku tubbaks fyritøkuni Philip Morris, sum nú fyrireikar seg til at fara í rættin við norsku avgerðini. Ein talskvinna fyri fyritøkuna sigur við blaðið Dagens Næringsliv, at fyritøkan skilir væl, at norska stjórnin roynir at tálma royking, men hinvegin er tað ikki vísindaliga prógvað, at eitt forboð sum tað norska gevur nakran veruligan heilsubata. Philip Morris vil tí hava tað norsku lógina burtur, sigur hon. Fólkafloksungdómur vil Fígging av kirkjuni Føroyska fólkakirkjan hevði í 2009 eina fíggjarætlan, sum serliga bygdi á kirkjuskatt og stuðul úr Mentamála­ ráðnum. Mentamálaráðið lat til samans 9.965.000 krónur í stuðli, og restin av peninginum er latin kirkjuni meira ella minni sjálvboðið gjøgnum kirkjuskatt og annað. Fyri peningin tekur kirkjan sær millum annað av primerskrásetingini, sum eru kirkjubøkurnar.