Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2010 Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­ flokk inum, tek ur frástøðu frá útsagn­ unum hjá HUXA og metir, at tað eru einkultpersónar, sum ikki hava hugs­ að seg nóg væl um Fólkakirkja Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hatta er ikki nakað Fólka­ flokkurin tekur undir við. Føroyska samfelagið er bygt á eitt kristið grund­ arlag, og kirkjan ger upp­ gávur fyri landið, sum helst høvdu blivið dýrari, um tú legði tað út á ein vanligan almennan stovn. So greiður er Jørgen Niclasen, formaður í Fólka flokk inum. Hann vísir á, at kirkjan tekur sær av skrásetingini av føroyingum, og soleiðis hevur verið í øgiliga langa tíð. – Kirkjan hevur loyst tað uppgávuna væl, og tí skal hon hava pening úr landskassanum, sigur Jørg en Nicla sen. Hann leggur afturat, at hugsanin, sum HUXA er komin við, helst byggir á, at einstakir limir í ung­ manna felagnum, hava verið á stevnu hjá Kon­ serva tiv Ungdom og ikki hava hugsað seg nóg væl um, áðrenn tey hava út ­ talað seg um kirkjuna. Stuðla hinum samkomunum Jørgen Niclasen sigur somu leiðis, at Fólka flokk­ urin fegin vil vera við til, at geva øðrum samkomum fyri munir. – Eitt uppskot liggur at frítaka felagsskapir MVG, tá teir byggja. Samkomur eru ikki tiknir við har, men Fólkaflokkurin fer at mæla til, at samkomur koma við, sum allir aðrir frítíðarfelagsskapir, sigur Jørgen Nicla sen. Hann staðfestir tó, at sjálvandi skulu fólk velja ta trúgv, sum tey hava hug til, og tað skal landið ikki blanda seg uppí, men fólka kirkjan loysir nakrar kon kretar uppgávur fyri statin. riksson, bispur. – Tað er ikki nakað gott hugskot at geva sam kom­ unum meiri pening. Tær eru sterkar, og hallið á fíggj arlógini er stórt, sigur forkvinnan í HUXA. Hon viðgongur tó, at tað kann sýnast bíligt, at brúka í mesta lagi tvær milliónir av 800 til at verja sína hugs­ an, men sigur, at 10 milli­ ónir eru at spara, um kirkjan ongan pening fær. 80 prosent av Føroya fólki er limur í fólkakirkjuni, og tí kundi tað sambært bispi verið passandi at lata eina tvær milliónir krónur í stuðli til hinar kirkjurnar, meðan fólkakirkjan heldur fast við sínar umleið 10 milli ónir krónur. Í dag byggir fíggjarlógin hjá kirkjuni á 47,9 milliónir krónur við øllum. Tað vil siga, at millum ein fjórð­ ing ur og ein fimtingur eis­ ini verður goldin av fólki, sum ikki rinda kirkjuskatt. Broytingar við skili Bispur metir tó, at skulu broytingar gerast, so mugu fólk hugsa seg væl um, áðrenn broytingarnar verða gjørdar. – Tað er útmerkað, at ungu fólkini hugsa, men skal mann gera broytingar, skal mann kanna málið væl áðrenn. Føroyar eru eitt sam felag við einum pakka. Harímillum er tað andaliga, sigur bispur. avtaka statskirkjuna Fólkaflokkurin tekur frástøðu frá HUXA Bjørk K. Olsen og restin av HUXA vil hava fólka­ kirkjuna burtur av fíggjarlógini. Tað heldur Jógvan Fríðriksson, bispur ikki, og mælir heldur til, at allar sam­ komur fáa eitt sindur av peningi frá statinum Tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen Í Vesturheiminum eru fá lond, sum hava greiðan skilnað millum stat og kirkju. USA hevur størstan skilnað, og Svøríki hevur somuleiðis eina privata kirkju. Frakland hevur á pappírinum tað sama, men katólska kirkjan hevur fíggj arligar fyrimunir í samfelagnum. Tað eru eisini nøkur heilt fá afturat, sum hava okkurt slag av skilnaði millum stat og kirkju. Men hóast statur og kirkja eru atskild, so merkir tað ikki neyðturviliga, at kirkjan fær minni vald. Í USA hevur religiónin nógv vald, og í Damnark hevur kirkjan lítið og onki vald, hóast hon er statskirkja. Í kjakinum í Danmark í løtuni verð­ ur ført fram, at kirkjan í Svøríki er byrjað at úttala seg um politisk viður­ skifti, síðan hon varð privatiserað í ár 2000. Hinvegin eru eisini dømi um lond, har kirkjan hevur nógv vald, hóast hon er partur av statinum. Italia er sterkasta dømið við Vatikaninum. ­eij Fá lond privatar kirkjur Fólk frá sjúklingahotellinum vitjaðu Høgna Fríggjadagin vitja 15 sjúklingar og avvarðandi frá Sjúklingahotellinum Tórshavn á Christiansborg Slotti. Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, vísti teimum runt á borgini, eins og hann hevur gjørt áður.