mikudagur 10. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 48 - 10. mars 2010
Uppskotið frá
Miðflokkinum um at
lata almennan stuðul
til at innflyta frystan
fisk fyri at útvega
arbeiði á føroyskum
fiskavirkjum, eigur
ongan góðan
Arbeiðspláss
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður av ongum, at
almennur stuðul fer at vera
latin til at innflyta frystan
fisk til føroysk fiskavirki at
arbeiða.
Tað er greitt, nú Løgtingið
fyrsta dagin skal taka støðu
til hendan spurningin.
Miðflokkurin
hevur
annars skotið upp at lata
7,5 milliónir í stuðuli til
føroysk virki at at innflyta
frystan fisk fyri at útvega
fleiri
arbeiðspláss
á
flakavirkjunum.
Hetta er eitt uppskot, sum
arbeiðarafeløgini staðiliga
mæltu til at taka undir við
og umboð fyri fiskavirki
metti somuleiðis, at tað var
ein gongd leið,
Í Vinnuhúsinum vóru tey
meiri ivingarstom, tí tey eru
ímóti almennum stuðuli til
vinnuna, men skuldi hetta
koma upp á tal, mátti í
mesta lagi verða talan um
eina fyribils loysn.
Men nú vinnunevndin hjá
Løgtinginum hevur viðgjørt
uppskotið, er greitt, at tað
fær onga undirtøku, heldur
ikki sum ein fyribils loysn.
Ein stórur meiriluti í
nevndini, sum umfatar allar
samgonguflokkarnar
og
Tjóðveldi, sigur, at fram
leiðarar hava víst á, at skal
farast undir slíka framleið
slu, er talan um eina til
gongd, sum er bæði drúgv
og torfør.
Harafturat
skal
dýr
tiðningarútgerð útvegast og
marknaður skal finnast.
Somuleiðis er talan um
framleiðslu, sum bindur
sera nógv gjaldføri.
Fyri at gera søluavtalur á
marknaðinum er neyðugt, at
virkini kunnu tryggja keyp
arum sína vøru í fleiri ár, og
uttan at stígur kemur í.
Meirilutin í vinnunevndin
sigur, at enntá eitt virkið,
sum hevur røttu útgerðina,
helt hetta er ikki nakað tey
fóru at kasta seg yvir, í
øllum førum ikki í ár.
Men ein avgerandi spurn
ingur er eisini um tað at
stuðla innflutningi av fryst
um fiski, hevði verið kapp
ingaravlagandi og um tað
hevði
trýst
avreiðingar
prísin hjá føroyskum skip
um niður.
Meirilutin í vinnunevndini
skilur, at arbeiðarafeløgini
taka undir við hesum, tí
arbeiðsloysið er so stórt
Men vinnan hevur púra
greitt víst á, at verður hetta
bara galdandi eitt stutt
tíðarskeið, hevur tað ongan
áhuga.
Eingin fer undir at
byggja eina framleiðslu
upp, sum einans ber seg við
studningi, fæst ikki vissa
fyri, at studningurin verður
verandi í fleiri ár.
Vit tosa sostatt um eina
meira ella minni varandi
stuðulsskipan, sigur vinnu
nevndin.
Kári P. Højgaard er eins
amallur í vinnunevndini um
at taka undir við upp
skotinum.
Hann sigur, at ein høvuðs
trupulleiki í føroysku fiski
vinnuframleiðsluni er, at
rávørutilgongdin er ójøvn
og svingar ímillum 80 og
120 túsund tons um árið.
Manglandi rávørutil
gongdin saman við umlegg
ingum, rasjonaliseringum
og effektiviseringum hevur
viðført, at nøkur flakavirkir
kring landið hava latið
aftur, hetta gongur sjálvsagt
út yvir inntøkugrundarlagið
hjá flakafólkunum.
Hann heldur ikki, at
nøkur orsøk er til at síggja
ræðumyndir frá studings
skipanum í áttatðarunum
fyri sær, tí kemur gongd
ikkia framleiðsluna, verður
heldur ongin studningur
útgoldin.
Tað ringasta, sum kann
henda, er, at vit fáa ein hóp
av langtíðar arbeiðsleysum,
sigur Kári P. Højgaard.
Heldur ikki hesuferð
eydnast at fáa
politisku undirtøku
fyri at geva loyvi til
at bryggja sterkt í
Føroyum
rúsdrekkAlóg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Samgongan tekur ikki undir
við, at tað skal verða loyvt
at bryggja sterkt í Føroyum.
Tjóðveldi og Kári á
Rógvi úr Sjálvstýrisflokk
inum hava skotið upp at
avtaka
hámarkið
fyri,
hvussu sterkan løg tað skal
verða loyvt at bryggja og
selja í Føroyum.
Í løtuni er hámarkið 5,8%
og tey, sum settu uppskotið
fram, meta, at hetta er at
gea mismun á føroyskari
og útlendskari vinnu, tí tað
er loyvt at innflyta løg, sum
er sterkari.
Men nú uppskotið hevur
verið til viðgerðar í vinnu
nevndini, er samgongan
púra avgjørd og boðar stutt
frá, at tey taka ikki undir
við uppskotinum og mæla
Løgtinginum frá at sam
tykkja tað.
Ein orsøk til tað kann
vera, at ávísir samgongu
tinglimir við Jógvani á
Lakjuni á odda, høvdu hug
at gera hetta til eitt sam
gongumál og hava kravt, at
samgongan vísir málinum
frá sær.
Bjørt Samuelsen, sum er
í minniluta í vinnunevndini,
mælir til at samtykkja upp
skotið fyri at taka mismunin
á føroyskum og útlendskum
bryggjaríum burtur og fyri
at geva eini føroyskari
vinnu høvið til at mennast.
Men vil samgongan hava
betri stundir at seta tiltøk í
verk, eitt nú heilsupolitisk
átøk, ella vil samgongan
gera avgjaldsbroytingar ella
annað, er hon sinnað at út
seta gildiskomuna í nakrar
mánaðir.
Ein annar minniluti, Kári
P. Højgaard, tekur ikki undir
við uppskotinum.
Hann vísir á, at tað er
avvarðandi landsstýrisfólk
sum hevur høvuðsábyrgdina
av málsøkinum og tí eiga
broytingar í rúsdrekkalógini
at koma haðani og eiga ikki
at verða tiknar úr hondunum
á landsstýrismanninum.
Vilja ikki lata stuðul
til fleiri arbeiðspláss
Sleppa framvegis ikki at bryggja
sterkt í Føroyum
Sponsk innrás
Reiðaríið hjá spanska ferðamannaskipinum Grand
Mistral hevur boðað íslendingum frá, at skipið
kemur til Reykjavíkar tvær ferðir í summar, og at
umleið 1.800 fólk verða við hvørja ferð. Sagt
verður, at ferðafólkini koma við flogfari úr Spania
til Íslands. Har fara tey umborð á skipið, sum
síðani fer til Grønlands á rundferð. Úr Grønlandi
kemur skipið aftur til Íslands og tekur onnur
ferðafólk umborð og heldur leiðina fram til Evropa.
Grand Mistral er knappliga 50.000 tons stórt og
tekur umleið 1.200 ferðafólk.
Vilja hava kreppugrunn
Stjórnirnar í Týsklandi og Fraklandi ætla sær at stovna ein
evropeiskan gjaldoyragrunn eftir sama leisti sum Altjóða
Gjaldoyragrunnurin IMF. Uppgávan hjá tí nýggja grunninum
verður at hjálpa londum, sum brúka evruna sum gjaldoyra,
og sum koma í búskaparliga kreppu. Harafturat skal
grunnurin styrkja gjaldoyrasamstarvið í Evropa. Hugskotið
hevur sín uppruna í teirri sera álvarssomu búsksparkreppuni
í Grikkalandi. 16 lond hava evruna sum gjaldoyra, men
Týskland vil hava øll tey 27 ESlondini at taka undir við
hugskotinum um grunnin.