mikudagur 10. mars 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 48 - 10. mars 2010
Ein maður varð
seint sunnukvøldið
handitkin eftir at
hava hótt politiið við
knívi
Harðskapur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Um tíggju tíðina sunnu
kvøldið fór inn fullur maður
inn í eini hús í Havn, og av
tí at maðurin var hóttandi,
varð ringt eftir politinum.
Tá ið politistarnir komu
inn, royndu teir fyrst at tosa
við mannin, men knappliga
hevði hann knív á lofti.
Politistarnir stóðu í øðr
um endanum á eini smalari
gongd, og maðurin stóð í
hinum endanum. Teir róptu
á hann um at blaka knívin,
men einki hjálpti.
Eina ferð helt annar polit
isturin seg til at sláa knívin
úr hondini á manninum við
stavinum, og samstundist
sendi hin piparspray móti
monnunum.
Tá hjálpti, og teir fingu
avvápnað mannin.
Hann var tikin við á pol
itistøðina, og lækni metti
tað bera til at seta tann fulla
mannin í arrestina fyri nátt
ina.
Kriminalpolitiið tók yvir
í málinum mánamorgunin
og ætlaði at fáa mannin
varðhaldsfongslaðan, men
tað mettu løgfrøðingarnir
ikki grundarlag vera fyri,
og maðurin varð tí latin
lesysur.
Hann varð tó skuldsettur
fyri at hava hótt politiið við
knívi.
Tamdu mannin við
stavi og piparsprayi
Teirra
egna
ketta
Mangt
løgið
upplivir
politiið eisini.
Um vikuskiftið ringdi
ein kona til politiið. Hon
hevði sæð ein deyðan
hund liggja í urtagarði
sínum og troystaði sær
ikki sjálv at taka hann
upp. Tí bað hon poliitið
um hjálp.
Tað vísti seg, at deyða
djórið ikki var nakar
hundur. Djórið var teirra
egna ketta, sum lá har
deyð. Hon hevði verið
burturi síðan oktober.
Tveir menn, sum
lupu til, tá ið eldur
fríggjadagin var í
snikkaravirkinum
inni á Fjørð í
Vestmanna, eiga
heiðurin fyri,
at eldurin ikki
breiddi seg, sigur
kriminalpolitiið
Eldur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Kriminalpolitiið hevur nu
staðfest orsøkina til, at eld
ur fríggjadagin kom í snikk
aravirkið inni í gamla timb
urhandlinum inni á Fjørð í
Vestmanna.
Undir loftinum á virkin
um hekk ein hitablásari, ein
kaloriefer, og motorurin
gav heita luft frá sær.
Hiti hevur verið í leigun
um, hevur sett eld í spønir,
og eldurin hevur haðani
breitt seg niður á gólvið.
Hetta kundi havt enda
galið, um ikki tveir menn á
einum virki beint við, fóru
beinanvegin á staðið, tømdu
tveir eldsløkkjarar móti eld
inum og lótu síðan hurðina
aftur.
Upp á tann mátan kvaldu
teir eldin, og tað eiga teir
rós fyri, sigur kriminal
politiiið.
Høvdu teir ikki gjørt
hetta, kundi skaðin verið
nógv størri, tí inni á virkin
um var nógv timbur, sønir
og annað.
Lítil løtu einni kom
sløkkiliðið, og eldurin varð
beinanvegin sløktur.
Politiið fekk brunatekn
iska hjálp úr Danmark til at
kanna orsøkina til eldin.
Teir kvaldu eldin
Skaðin av eldinum var ikki
so stórur, og tað var fyrst og
fremst monnum, sum fóru á
staðið beinanvegin, at takka
fyri
Mynd: Hilbert Elisson
veir politistar fóru eftir manninum, sum hótti við knívi. Annar
brúkti stavin, hin sprændi piparspray móti honum
Hanus G. í Stóra Pakkhúsi
Allarhelst eru tey mong, ið fegnast um, at Hanus G. Johansen nú
ferðast kring landið við nýggju sangunum til yrkingarnar hjá Poul F.
Joensen, og leygarkvøldið 20. mars verður Hanus G. í Stóra
Pakkhúsi í Vági. Hanus G. Johansen telist ivaleyst millum fremstu
tónleikararnir í Føroyum, og fløga hansara við yrkingum hjá Poul F.,
ið nevnist “Gaman og Álvara”, hevur verið sera væl umtókt seinnu
árini. Nú hevur Hanus G. skrivað løg til fleiri yrkingar hjá Poul F.,
og er tað júst hesi løg, ið hann framførur ymsa staðni í landinum
hesar dagar. 20. mars verður tiltak í Stóra Pakkhúsi í Vági, har
Hanus G. fer at framføra hesi løg, og forsølan byrjar í morgin.