Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2010 Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Haldórsvík: Tað vóru tær tíðir, tá nógv virksemi var í bygdini. Flakavirkið í bygdini gav arbeiði til nógvar víkarhend­ ur og fólk úr øðrum bygd­ um. Skuldu fólk til handils, so var tann møguleikin somuleiðis til staðar her. Í dag er hvørki teirra í Haldórsvík, og líkt er neyv­ an til, at nakað slíkt arbeiðs­ pláss verður aftur í bygdini enn á sinni. ­ Tað er eingin ivi um, at flakavirkið helt nógvum fólki til bygdina, slær Elsa Andreasen, ið eisini er bygdaráðslimur í Sunda kommunu fast. Ístaðin eru nógv víkarfólk sum arbeiða aðrastaðni. Elsa lesur til námsfrøðing í Havn, og liggur hetta væl fyri, tí tað einans eru 45 minuttir hagar við bili. ­ Eg haldi eisini, at vit ungu halda tað vera fínasta slag at búgva her. Tað er so eingin forðing fyri nøkrum, hóast fleiri møguleikar og tilboð eru aðrastaðni. ­ Eg havi so ongar ætlanir um at flyta aðrastaðni, sigur ungi bygdaráðslimurin og námsfrøðislesandi víkar­ kvinnan. Eitt hús bygt Fólkatalið í Haldórsvík hevur í mangar mátar fylgt gongd­ ini í øðrum bygdum kring landið: Tað toppaði mið­ skeiðis í 80’unum, men er síð­ ani lækkað ár undan ári. Í 1985 búðu sostatt beint omanfyri 200 fólk í Haldórs­ vík, meðan talið í fjør var komið niður á 137 og er í dag 135. Hinvegin vóru fleiri børn fødd í fjør ­ ikki færri enn seks í tali. Hagtølini vísa kortini á tann veruleikan, sum bygdar­ fólkið sjálvt hevur kunnað staðfest: At fólk flytir av bygdini. ­ Vit hava sæð, at nógv fólk er flutt av bygdini, ­ nógv av teimum suðureftir, serliga til Norðskála. Tað harmiliga er eisini tað, at nógv av tí unga fólkinum fer av bygdini. ­ Hyggja vit hinvegin eftir teimum sum vilja seta búgv, so er bert eittans húsið bygt her í bygdini í nýggjari tíð. Hóast grundøki eru at fáa her, so hevur tað tíverri bara gingið ein veg, staðfestir Elsa Andreasen. Sjálv lærir hon til náms­ frøðing í Havn, men hevur ongar ætlanir um at búgva aðrastaðni enn í heimbygd­ ini. Hvørki arbeiði ella handil Ein annar viðkomandi spurn­ ingur ­ bæði politiskt og demografiskt ­ er, hví fólk ikki vil búgva ella byggja í hesi vøkru bygdini. Útsýninum hjá víkarfólki bilar einki; her er vega­ samband, um enn vegurin kundi verið breiðari; her er skúli og dagrøkt; her er kirkja og samkomuhús; her er stuttur vegur til megin­ økið; og her kann ein sakt­ ans búgva og arbeiða í Havn ella aðrastaðni. Hinvegin er einki arbeiðs pláss og her er heldur eingin handil. Millum mangt annað gjørdi hetta sítt til, at trivnað­ ur var í bygdini og fólk støð­ aðust hesa tíðina. Støðan er ikki heilt soleiðis longur. Elsa hevur eisini hugsað nógv um henda spurningin, og fyri hana er lítil ivi um, at eittans orðið kann svara viðkomandi spurninginum: Tilboðini eru ov fá í bygdini. Koyring og koyring ­ Tað er bara ein sannroynd, at fólk í dag krevja meiri, enn tey gjørdu áður. Og nógv eru eisini troytt av at skula koyra til alt, greiðir hon frá. Tað vísir seg, at um fólk Hvussu steðgar ein frá- flyt- ingini? Tað er kanska ikki so lætt at síggja tað um summarið, men um vet­ urin er tað meiri sjónligt, hvussu fólk eru flutt av bygdini. Tá er einfalt at stað­ festa, at nógv hús í bygd­ ini standa tóm, og at tað bert er ljós í teimum, um fólk kemur at ferðast um summarið ella veturin. Onkur kundi sagt ella spurt, hví tey ikki bara selja hesi húsini, soleiðis at onnur kundu flutt inn í tey. Men tann stóri spurn­ ingurin er altíð, hvat fólk flyta frá og hvat tey flyta til. Fleiristaðni kring land­ ið hevur tað víst seg, at um fólk fyrst byrja at flyta frá einum plássi, so fylgja fleiri eftir. Tí er hetta eisini eitt mál, sum tær einstøku kommunur­ nar eiga at hava frammar­ laga í ætlanum sínum: Hvussu steðgar ein frá­ flytingini? ­ Tað er okkara upp­ gáva, sum bygdaráðslimir at skapa umstøður hjá fólki at kunna seta búgv. Og ikki minst at skapa okkurt á staðnum, um møguleiki eru fyri tí, staðfestir Elsa. Fyri fólkið í Haldórsvík er eingin ivi um, at hetta málið hevur skund. Við hetta lag gongur tað skjótt tann skeiva vegin. Hinvegin kunnu víkar­ fólk fegnast um, at fólka­ talið í ár er økt við einum fólki, sum flutti úr útland­ inum til Haldórsvík: Við ársbyrjan vóru tey 134. Men 1. februar vóru tey 135. Ringt at skapa trivna - Vil ein hava fólk at støðast í eini bygd, er neyðugt at skapa umstøður fyri trivnaði. Hinvegin mugu vit eisini virða tey, sum vilja flyta aðrastaðni, sigur 27 ára gamla Elsa Andreasen. Sjálv hevði hon ikki kunna hugsað sær at búð nakra aðrastaðni enn í heimbygdini, Haldórsvík ” Hyggja vit hinvegin eftir teimum sum vilja seta búgv, so er bert eittans húsið bygt her í bygdini í nýggjari tíð Hermenn úr Haiti USA er farið undir at taka aftur herdeildirnar, sum landið sendi til Haiti aftan á tann ógvusliga jarðskjálvtan har í januar. Tær seinastu vikurnar hevur hermannaskipið USNS Comfort ligið fyri akkeri úti fyri Port­au­Prince, men nú riggar tað til at fara aftur til USA. Umleið 11.000 amerikanskir hermenn eru í Haiti, og teir næstu dagarnar fara 3.000 teirra heimaftur. Meðan USNS Comfort hevur ligið úti fyri Port­au­Prince, hevur skipið virkað sum sjúkrahús, og hesa tíðina hava 871 fólk fingið viðgerð umborð, skrivar AP. Herurin var ávaraður Myndugleikarnir í Nigeria siga nú, at meiri enn 500 fólk lógu eftirá í bardøgunum millum muslimar og kristin seinasta vikuskiftið. Samstundis er komið fram, at myndugleikarnir kundu havt forðað blóðbaðnum. Guvernørurin í landspartinum, har bardagarnir vóru, sigur við BBC, at hann varskógvaði herin um, at okkurt var á vási, tí at vápnað fólk vóru at síggja í gøtunum. Men hann fekk eingi svar frá herinum, sigur hann. Nigeriska løgreglan avsannar, at myndugleikarnir vóru ávaraðir um, at ófriður kundi bresta á millum muslimar og kristin.