mikudagur 10. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 48 - 10. mars 2010
að uttan arbeiðspláss
”
Tað er okkara uppgáva, sum
bygdaráðslimir at skapa umstøður
hjá fólki at kunna seta búgv. Og ikki
minst at skapa okkurt á staðnum, um
møguleiki eru fyri tí
flyta suður á Norðskála, so
eru tey munandi tættari við
allar tær tænasturnar sum
fólk seta í dag.
Har er stórur skúli, stórur
barnagarður og ikki minst
møguleikar at fara til hand
ils at keypa matvørur,
klæðir og annað.
Fyri tey fótbóltshugaðu
er
somuleiðis
munandi
styttri vegur at fara haðani
til venjing ella dyst á vøll
inum við Margáir í Streym
nesi, enn úr Haldórsvík.
Og tað er sjálvandi
eisini betri at sleppa undan
at koyra allar hesar túrarnar
norður higar á vetrartíð,
slær Elsa fast.
Skúlin dregur
Hóast víkafólk hava sæð og
staðfest, hvussu fólk flyta
av bygdini, eru kortini nøk
ur ungfólk eftir enn, sum
ikki hava stovnað familju.
Tað vísir seg, at fólk
flyta hagar sum tilboðini
eru. Og tað er sjálvandi sera
harmiligt, tá fólkatalið so
leiðis minkar í heimbygdini.
Men hinvegin, so skilji eg
væl at tey ungu flyta aðrar
staðir.
Vit hava ein góðan skúla
her í bygdini, men sum
gongdin er og sum útmelding
arnar í løtuni eru frá politisk
ari síðu, er tað nokk bara ein
spurningur um tíð, hvussu
leingi vit sleppa at varðveita
okkara skúla, sigur hon eitt
sindur hørm á málinum.
Tað er tó eitt samstarv á
millum tær báðar granna
kommunurnar, Eiðis komm
unu og Sunda kommunu um
samanlegging av skúlunum.
Fyri meg er kortini eing
in ivi um, at um ein hevur
ein skúla í bygdini, so
dregur hann fólk til sín.
- Skal bygdin vaksa aftur, mugu arbeiðspláss skapast. Tað
var meiri lív í, tá nógv arbeiði var á flakavirkinum, sigur
sigur Elsa Andreasen úr Haldórsvík
Mynd: Jens Kristian Vang
”
Eg haldi eisini, at vit ungu halda tað
vera fínasta slag at búgva her. Tað er so
eingin forðing fyri nøkrum, hóast fleiri
møguleikar og tilboð eru aðrastaðni
Tað eru fleiri fólk sum gjarna vilja búseta seg í
Haldórsvík. - Onkur hevði keypt grundøki her, men
seldi so aftur, tí tey sóu aðrar møguleikar í øðrum
bygdum, sigur Elsa Andreasen, bygdaráðslimur í
Sunda kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang
Bali-bumbumaðurin deyður
Myndugleikarnir í Indonesia siga, at maðurin, sum legði
bumbuatsóknina á indonesisku frítíðaroynni Bali til rættis í 2002,
hevur latið lív í einum átaki hjá løgregluni. Indonesisku
myndugleikarnir hava leitað leingi eftir manninum, sum æt Dulmatin,
og sum var ein av leiðarunum í yvirgangsfelagsskapinum Jemaah
Islamiyah. USA hevði lovað 10 milliónir dollarar í finningarløn, um
onkur vildi avdúka, hvar hann fjaldi seg. 202 fólk doyðu í
bumbuatsóknini á Bali. Teirra millum vóru tríggir danir.
Kvinna ætlaði yvirgang
Í USA hava myndugleikarnir tikið eina kvinnu og skuldsett
hana fyri at hava havt ætlanir um at skipa fyri yvirgangi í
Evropa og Suðurasia. Kvinnan, sum amerikonsku
myndugleikarnir kalla „Jihad Jane“, er millum annað
skuldsett fyri at hava havt ætlanir um at myrða ein svenskan
ríkisborgara. Einki verður sagt um, hvør sviin er, men
sjónvarpið CNN sigur frá einum embætismanni, at „Jihad
Jane“ ætlaði sær at beina fyri blaðteknaranum Lars Vilks, sum
teknaði eina umstrídda tekning av Muhammed profeti fyri
trimum árum síðani.