Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2010 Pelagisk vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fuglafjarðar kommuna er í løtuni í holt við at orða eina kunning til sínar borgarar, sum verður løgd út á heima­ síðuna hjá kommununi um dagarnar. Sosialurin hevur roynt at fylgt við, hvørjar ætlaninar eru í Fuglafirði í sambandi við uppisjóvarvinnuna, nú Fuglafjørður við sínum møguleikum bjóðar seg fram sum tilfeingis­og tæn­ astudepil innan sjóvinnu. Herfyri varð eitt sonevnt prospekt lagt fyri býráðið í Fuglafjarðar kommunu, men tað hevur ikki eydnast at fáa veruligt innlit í sjálvt prospektið. Sigurd Simonsen, borgar­ stjóri, hevur sagt, at komm­ unan hevur gjørt av ikki at almannakunngera, hvat hetta ítøkiliga snýr seg um, fyrr enn vinna og almenningurin í kommununi eru kunnaði. ­ Borgarar í kommununi spyrja, hvat gongur fyri seg, nú ymiskt virksemi hevur verið, og tað eru fyrst og fremst okkara borgarar, sum vit vilja kunna við at leggja eina kunning út á okkara heimasíðu. Hann ásannar, at tað, sum Sosialurin hevur ført fram um málið hjá kommununi við Fuglafirði sum til­ feingis­og tænastudepli fyri okkara sjóvinnu, er á góðari leið, og hann heldur, at tað, sum Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnumálum herfyri segði við Sosialin, dekkar rímiliga væl tað, sum liggur í kortunum í Fuglafirði. Ikki so ítøkiligt Fuglafjørður hevur væl útbygt havnalag við stórum bryggjuplássi, djúphavnum og trivaligum havnaøki. ­ Tað er okkara mál, at tær íløgur, sum kommunan hevur gjørt framvið sjósíðuni, koma til so stóra nyttu og kunnu skapa so nógv sum gjørligt, sigur borgarstjórin. Longu, tá Havsbrún varð bygt í Fuglafirði í seksti­ árunum, var ætlanin eisini at hava eitt frystivirkið, og felagið gjørdi eisini í sínari tíð eina roynd við felagnum Pelagos, sum kundi frysta eini 100 tons um døgnið. Sigurd Simonsen dylur ikki fyri, at tað er dreymurin hjá kommununi at hava eitt nútímans konsum virki í Fuglafirði, sum kann arbeiða pelagisk fiskasløg. Hann ásannar samstundis, at ein slík ætlan er ikki komin serliga langt, tí hon krevur í fyrsta lagi, at tað eru fólk og íleggjarar, sum trúgva upp á eina slíka verkætlan, sum eisini er rættiliga kostnaðarmikil. ­ Tað er eisini avmarkað, hvat lokala vinnan torir at fara í holt við, leggur borgarstjórin aftrat. Afturvendand í prátinum við Sigurd Simonsen er, at Fuglafjørður hevur fasilitet­ irnar, bæði fram við bryggju­ kantinum og uppi á landi, har frystigoymslur eru, og møguleikar eru fyri enn størri útbygging. Kommun­ an eigur lendið at byggja á, og haraftrat kemur, at bert tveir av fimm frystitunlum, sum kommunan eisini eigur, eru virknir í løtuni. Ætlanin er, at hesir tunlar skulu seljast, tí tað er ikki ætlanin, at Fuglafjørður skal reka vinnu, men heldur skapa grundarlagið undir vinnuni. ­ Vit hava soleiðis allar fasilitetir til, at Fuglafjørður eisini í framtíðini kann gerast ein tilfeingis­og tænastudepil hjá okkara sjóvinnu, og sein­ asta útbyggingin á økinum er veitingin av tungolju, sum nógv skip brúka í dag. Vit ynskja soleiðis, at so nógv virksemi sum gjørligt verður skapt við teimum møguleik­ um, sum kommunan hevur lagt lunnar undir, sigur borgarstjórin. Stórir møguleikar Spurdur, um virksemið, sum er komið í gongd í Kollafirði við Faroe Pelagic, ið fyribils heilfrystir pelag­ iskan fisk, er ein ”strika” í ætlanunum hjá fuglfirð­ ingum um eitt nútímans pelagiskt virki á havnalagn­ um, sigur Sigurd Simonsen, at tað heldur hann ikki. ­ Tað er heldur tvørtur­ ímóti, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at ”trend­ urin” er, at ein alsamt størri partur av pelagiska fiski­ num skal virkast til matna, og tá tvey virkir eru av slík­ um slagi í Føroyum saman við Havsbrún, sum fram­ leiðir mjøl og fóður, fara Føroyar sum tilfeingisdepil eisini at gerast nógv áhugaverdari hjá pelagiska flotanum, ið fiskar rundan um okkum. ­ Skal Fuglafjørður kunna gerast ein pelagiskur mið­ depil, sum vit veruliga ynskja, er neyðugt, at vit eisini kunnu taka ímóti fiski til matvøruframleiðslu. Sigurd Simonsen vil ikki gera seg klókan uppá, hvussu nógv pelagisk virki, vit skulu hava í Føroyum, men hann sigur seg duga væl at síggja, at fiskiflotin vil hava kapping um rávøruna. ­ Ikki fyrr, enn vit kunnu vísa teimum sum fiska, at her er nakað at koma eftir, fara vit eisini at síggja fleiri pelagiskar landingar í Før­ oyum, bæði hjá føroyskum og útlendskum fiskiførum, leggur hann aftrat. Sjálvur løgmaður segði herfyri, at ein triðingur av Føroyar mugu hava fleiri up Ísrael forðar tingingum Palestinar eru í øðini um, at ísraelsmenn hava ætlanir um at byggja 1.600 hús og íbúðir í eystara parti av Jerusalem, og teir hava gjørt púra greitt, at ætlaninar eru ein álvarssom forðing fyri amerikonsku royndunum at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið. ST og USA hava fordømt ætlaninar. Ísraelska stjórnin kunngjørdi ætlanir sínar, júst sum ameri­ kanski varaforsetin, Joe Biden, kom til Miðeysturs í gjár. Har skal hann royna at fáa ísraelsmenn og palestinar at taka samráðingarnar um varandi frið uppaftur. Vildi ikki í kríggj Í Bretlandi skal ein hermaður sita níggju mánaðir í fongsli, tí hann sýtti fyri at fara aftur til Afghanistan. Joe Glenton hevði gjørt tænastu í Afghanistan í sjey mánaðir, tá hann slapp heim at halda frí. Heimkomin talaði hann alment ímóti bretsku luttøkuni í krígnum, og hann helt uppá, at teir bretsku hermenninir í Afghanistan gjørdu onga nyttu. Tá hann so fekk boð um at fara aftur til Afghanistan, segði hann nei. Tað góðtók herleiðslan ikki, og Joe Glenton skal nú sita níggju mánaðir í fongsli, skrivar Reuters. - Vit vilja viðvirka til, at pelagiski fiskiflotin veit, at hann í Føroyum hevur nakað at koma eftir, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu heldur ikki, at tað er nakar bági fyri pelagiskar virkisætlanir í Fuglafirði, at Faroe Pelagic hevur sítt virksemi í Kollafirið. - ”Trendurin” er, at ein alsamt størri partur av pelagiska fiskinum skal virkast til matna, og tá tvey virkir eru av síkum slagi í Føroyum saman við Havsbrún, sum framleiðir mjøl og fóður, fara Føroyar sum tilfeingisdepil eisini at gerast nógv meiri áhugaverdar hjá pelagiska flotanum, ið fiskar rundan um okkum sigur Sigurd Simonsen