Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2010 pisjóvarvirkir Marknaðardagur í miðbýnum Sunnudagin 11. apríl skipar Margarinfabrikkin fyri marknaðar­ degi í miðbýnum í Havn. Endamálið við hesum degi er millum annað at skapa lív og hugna í miðbýnum. Borð verða sett upp inni í Perluni, Reinsarínum og á P­økinum ímillum Miðlahúsið og Reinsaríðið. Har fáa fólk møguleika at selja gomul ting, brúktar bøkur, gomul klæðir, heimagjørdir prýðislutir og annað. Leigan fyri hvørt borð er 250 kr. Hesar 250 krónurnar fara í eina pulju, sum skal nýtast til spennandi upplivingar fyri børn og ung í Margarinfabrikkini. Inntøkuna fyri seldar lutir, fær borðleigarin sjálvur. Prestur hugleiðir um Mikkjal á Ryggi á Sandi Í annaðkvøld, hóskvøldið, klokan 20 verður forvitnisligt og hugnaligt Mikkjalskvøld á Listasavninum á Sandi, siga fyrireikararnir. ­ Jákup Reinert Hansen, prestur, hugleiðir um Mikkjal á Ryggi. Vit syngja nakrar felagssangir, og drekkamunnur verður at fáa. Eisini verður høvi at síggja forvitnisliga sýning við skjølum og myndum eftir Mikkjal á Ryggi. Týskvøldið 16. mars er aftur eitt tiltak á lista­ savninum á Sandi. Tá er konsert við Duo Modus. Violin: Marta Libalova og Akkordeon: Jytte von Ruden. pelagiska tilfeinginum, sum føroysk skip hava loyvi at fiska, eigur at koma upp á land í Føroyum beinanvegin, og síðan skal kravdi parturin veksa, sum árini ganga. Líka so rætt, sum tað kann vera at leggja land­ ingarskyldu á pelagiska flotan, líka so neyðugt er tað, at møguleikar fyri kapp­ ingarførari vinnu verða skaptir á landi í Føroyum. ­ Tað er hetta, sum vit í Fuglafirði ynskja at viðvirka til, soleiðis at pelagiski flotin veit, at hann hevur nakað at koma eftir í Føroyum, sigur Sigurd Simonsen. Hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at pelagiski flotin bæði her heima og kring um okkum, veit, at í Føroyum eru møgu­ leikar at sleppa av við veið­ ina fyri marknaðarprís. ­ Skipini mugu hava møguleikar at landa fiskin til ídnað, men tey mugu so sanniliga eisini hava møgu­ leikar at landa hann til matna – alt eftir, hvussu dygdin á fiskinum til eina og hvørja tíð er. Tað, sum ræður um, er, at pelagiski flotin kann rokna við Før­ oyum sum einum marknaði. Talan er um velduga stórar nøgdir, og tí er eingin ivi í mínari verð um, at her eisini liggja stórir møguleikar, um vit skapa vinnuni røttu karmarnar, sum eisini fevna um stóran móttøkukapasitet, sigur borgarstjórin í Fugla­ fjarðar kommunu, Sigurd Simonsen. - Eg vil ikki gera meg klókan uppá, hvussu nógv pelagisk virki, vit skulu hava í Føroyum, men eg dugi væl at síggja, at pelagiski fiskiflotin vil hava kapping um rávøruna, sigur borgarstjórin. Tað er her á økinum, at møguleikar eru fyri at byggja eitt nútímans pelagiskt matvøruvirki í Fuglafirði Mynd: Vilmund Jacobsen Tá løgeglan gjørdi ferðslu­ kanningar á Marknagils­ vegnum í gjár, fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og 2000 krónur í bót Ferðsla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Løgreglan gjørdi ferðslukanningar á Marknagilsvegnum í gjár, har hon eygleiddi ferðsluna í einar tveir tímar. Vakthavandi sigur, at tríggir bilførarar vórðu steðgaðir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. ­ Hesir koyrdu ávikavist 69, 70 og 80 kilometrar um tíman. Vakthavandi sigur, at bilførarin, sum koyrdi 80 kilometrar um tíman eftir Marknagilsvegnum, fær klipp í koyri­ kortið umframt 2000 krónur í bót. ­ Hinir báðir, sum koyrdu ávikavist 69 og 70 kilometrar um tíman, fáa einki klipp, men 1500 krónur í bót, hvør. Vakthavandi sigur, at seks frágreið­ ingar vórðu skrivaðar, har bilførarar tosaðu í fartelefon og tvær frágreiðingar, har fólk ikki sótu í trygdarbelti. ­ Undir slíkum kanningum eru vit í sivilum bili, og haðani gera vit eisini ferðmátingarnar. Tí er best hjá teimum, sum vilja umgangast bót, klipp ella bæði, at halda seg til galdandi ferðslu­ reglur, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Klipp og bót Partrolarar hava í seinastuni hava rættiliga góða upsaveiði, og fleiri skip hava fingið uppí. Veiðan er væl betri, enn hon hevur verið í longri tíð Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í Sosialinum í gjár, hava fleiri skip landað í Saltangará hesa vikuna, men eisini aðrastaðni kemur nógvur fiskur upp á land. Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava eisini gjørt ein góðan túr og landa í dag 480.000 pund tilsamans. Vesturbúgvin landaði í Vest­ manna í gjár og Eysturbúgvin landaði á Sandi. Tað er Faroe Seafood, sum keypir fiskin í Vestmanna ­ og Sandoy Seafood, sum keypir fiskin á Sandi. ­ Nógvur upsi er at fáa, og fiskurin er góður, siga teir, sum landa skipini. Línuskipið Morgunstjørnan landaði í Klaksvík í mánadagin. Teir høvdu umleið 65.000 pund, sum teir fingu á eini fýra setum undir Føroyum. Úr Klaksvík verður sagt, at megin­ parturin av veiðini hjá Morgunstjørnuni var hýsa. Nú upsaveiðan er so góð, vænta tey á Landingarmiðstøðini í Klaksvík, at partrolararnir Safir og Smaragd eisini koma inn at landa í vikuni. Leygardagin vóru partrolararnir Nónhamar og Fjalshamar inni við full­ ari last og nakað av leysum fiski. Teir høvdu sløk 200.000 pund tilsamans. Næsta mánadag hava línuskipini Klakkur og Ågot eisini biðið um landing í Klaksvík. Úr Klaksvík verður annars sagt, at útróðrarbátarnir fáa væl av fiski, bæði teir, sum royna við línu og teir, sum royna eftir várfiski við snellu. Partrolarar fáa nógvan upsa