Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 250 - 29. desember 2001 Nr. 250 - 29. desember 2001 3 Tøkk Hjartaliga tøkk fáa øll tit, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, verpápi og abbi okkara Óli Jógvan Guttesen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Takk til tykkum, ið skipaðu fyri sangi, bøn, tøkk, talu og ervinum, og ein tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til gravar. Somuleiðis takka vit tykkum, sum sendu blómur, kransar og peningagávur til Zarepta. Tøkk fái frelsari okkara, sum gav okkum vissu um at vit møtast aftur síðsta dag. Harrin signi tykkum øll og gevur tykkum eitt vælsigna nýggjár. Familjunnar vegna Sjúrður, Gutti, Búi, Eyði og Ottar. Við metstórum atkvøðutalið varð Sámal Petur í Grund valdur ársins av les- arunum hjá Dimma- lætting. Sjálvur sigur Sámal Petur, at heið- urin eigur at verða tikin sum skemt. Rokið í Sjálvstýris- flokkinum er orsøkin til heiðurin NEYÐRAKETT Heri á Rógvi Rok í Sjálvstýrisflokkinum, hjúnaskilnaður og eitt illa dámt landssjúkrahús teljast millum hendingar, sum vit fara at minnast Sámal Petur í Grund fyri, tá ið litið verður aftur á árið 2001. Í øllum førum hildu les- ararnir hjá Dimmalætting so mikið lítið um innsatsin hjá Sámal Petur í Grund hetta farna árið, at teir valdu at løna honum aftur við heiðurinum sum Ársins neyðrakett 2001. – Árið 2001 er í øllum førum eitt ár, har tú hevur gjørt teg bemerktan. Lesar- arnir hjá okkum vóru eisini rættiliga samdir um, at tað skuldi vera tú, ið gjørdist ársins neyðrakett 2001 segði Georg L. Petersen millum annað, tá ið hann fríggjamorgunin kundi handað Sámal Peturi heið- ursgávu í sambandi við, at hann fekk tilnevnt henda heilt serliga heiðurin. Talan var um eina mynd, sum Hannis Egholm hevur tekn- að, har Sámal Petur er ímyndin av einari neyðrak- ett. Dimmalætting hevur nú nøkur ár latið henda heiður- in til onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt í einum ári, sum kanska ikki telist millum júst hepnastu hend- ingarnar í árinum. Sjálvur helt Sámal Petur fyri, at hetta eigur at vera mett sum skemt, og sovorð- ið eigur ein at kunna taka. Georg L. Petersen segði, at talan var um met í ár, tí eingin hevði áður fingið so nógvar atkvøður sum Sámal Petur í Grund. 661 fólk høvdu valt at lata Dimmalætting ein seðil, har tey søgdu Sámal Petur í Grund vera Ársins neyð- rakett. Tað skal eisini sig- ast, at tá vórðu ikki allar at- kvøðurnar taldar við, tí hóast fleiri atkvøðuseðlar vórðu sendir 20. desember, so komu teir ikki vegin fram fyrr enn fríggjadagin. – Hetta er størsta at- kvøðutalið hjá Sjálvstýris- flokkinum í ár, og hetta hevði umleið verið nóg mikið til ein eykavaldan tingmann, segði Sámal skemtandi, tá ið hann fekk heiðurin handaðan. Hann fekk eisini eina rakett sum gávu, men hetta við rakettini er nakað, sum ikki altíð spælir so væl av. Tá Torbjørn Jacobsen í fjør varð valdu Ársins neyðrak- ett, so endaði tað við, at hansara rakett sprongdist, tá ið hann skuldi sendi hana upp í luftina gamlaárs- kvøld, men henda skuldi verið í lagi, helt Georg L. Petersen fyri. Sámal Petur metti rokið í Sjálvstýrisflokkinum vera orsøkina til, at hann fekk henda ivasama heiður. Mentamálastýrið var á øðrum plássið, men vóru einar 400 atkvøður á muni millum Sámal Petur og stýrið hjá Óla Holm. Jørgen Niclasen fekk »bert« 54 atkvøður á aftasta plássið, og kann rysta tilnevnanina av sær. Sámal Petur sigur, at tekningin mestur fyrst sleppur upp at hanga í stov- uni. Rakettin verður eftir ætlan skotin á nýggjárin- um. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt vístu okkum samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Ragnar Samuelsen Klaksvík doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til herberg Frelsunarhersins.Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.Tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Somuleiðis ein tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul og gott nýggjár. Familjunnar vegna Sigrid, Elisabeth, Jóhann og Andras. Sámal Petur ársins neyðrakett Fráfarandi blaðstjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen, kundi fríggjamorgunin handa Sámal Peturi í Grund heiðursgávur fyri at verða valdur Ársins neyðrakett av lesarunum hjá Dimmalætting Fremsta uppgávan hjá nýggja ábyrgdarblað- stjóranum á Dimma- lætting verður at steðga afturgongdini í upplagnum hjá blaðnum STJÓRASKIFTI Eyðun Klakstein - Vit hava eina gott blað, men vit skulu duga betri at selja tað. Tað sigur Ingi Samuel- sen, sum í gjár hevði sein- asta arbeiðsdag sín sum tíðindaleiðari á Dimma- lætting. Tá hann kemur aftur til arbeiðis eftir nýggjárið, verður hann ábyrgdarblaðstjóri á blaðnum. Fremsta uppgávan, sum hann hevur fingið frá nevndini fyri Dimmalætt- ing, er at fáa undirskotið seinastu árini til avlop. - Vit hava mist haldarar, men høvdu roknað við, at leysasølan fór at vaksa afturfyri, men tað hevur ikki víst seg at vera soleiðis. Bløð kring alt Europa hava tað trupult í hesum døgum, og okkara uppgáva verður at venda skeivu gongdini, sigur Ingi Samuelsen. Ynskti at fara frá Georg L. Petersen gjørdist í 1995 tíðindablaðstjóri á Dimmalætting, og síðani 1. január í ár hevur hann verið ábyrgdarblaðstjóri. - Tá tú kennir, at tú ikki longur hevur nakað av geva í einum starvi, er best at siga frá. Eg havi brúkt ómetaliga nógva tíð á blaðnum síðani 1995, men eg havi ikki verið nøgdur við mítt avrik, og tí havi eg ynskt at sleppa úr starv- inum. Eg havi eisini familju at hugsa um, og tey hava avgjørt havt nógv at siga í hesi avgerð, sigur Georg L. Petersen. Hann heldur tó fram á blaðnum, og hann verður nú tíðindaleiðari. Hetta starv hevur Ingi Samuelsen røkt síðani februar mánað. - Eg haldi, at mín styrki er meira á tí redaktionella økinum heldur enn í um- sitingini, og tí passar mær tað væl, at eg nú skal vera tíðindaleiðari, sigur Georg L. Petersen. Arbeitt niðri Nýggi stjórin á Dimma- lætting er 40 ára gamal. Ingi Samuelsen tók útbúgv- ing sum journalistur á Danmarks Journalisthøj- skole í 1990. Frá 1991 til 2000 ar- beiddi hann á donskum dagbløðum, tey seinastu átta árini á Aalborg Stifts- tidende. Áðrenn hann fór at lesa, arbeiddi hann nøkur ár sum tíðindamaður á Dimmalætting og eitt ár í Útvarpinum. Ingi flutti heim til Føroya í apríl mánaði í fjør, og síðani hevur hann starvast á Dimmalætting. Reyðu tølini burtur Ingi Samuelsen hevur sein- asta árið havt dagligu redaktionellu leiðsluna á Dimmalætting, men nú verður tað aðrar uppgávur, sum hann skal loysa. - Nýggja starvið ger, at eg veri ikki so nógv við í framleiðsluni av sjálvum blaðnum, sum eg havi verið higartil. - Eg skal royna at fáa tey reyðu tølini í roknskapinum burtur, og tað skal millum annað gerast við eini hug- burðsbroyting á redaktión- ini, so vit framyvir duga betri at selja blaðið hjá okkum. Vit skulu vísa á, at bløðini kunu bjóða fólki nakað, sum tey ikki kunnu fáa aðrastaðni, sigur Ingi Samuelsen. Ingi í kríggj við reyðu tølini Ingi Samuelsen loysir á nýggjárinum Georg L. Petersen av sum ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting. Georg fer framyvir at hava dagligu leiðsluna á redaktiónini Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2