leygardagur 29. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 250 - 29. desember 2001
Nr. 250 - 29. desember 2001
5
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Túralongdin hjá føroyskum
fiskimonnum skal takast
við í samráðingarnar um
nýggjan sáttmála millum
Føroya Fiskimannafelag og
Reiðarafelagin.
Fiski-
mannafelagið segði sátt-
málan upp 1. desember og
hann gongur út 1. februar í
komandi ári. Fiskimanna-
felagið skuldi halda árs-
fund í Klaksvík í gjár og tá
skuldi eisini komandi sátt-
manasamráðingarnar takast
upp millum limirnar. Hesar
reglur er skrivaðar undan
fundinum og ivaveður var,
tí hetta fyrivarni.
-Sum er kunnu menn
haldast umborð í fýra mán-
aðir, og tað er ongin ivi um,
at hetta er ov leingi. Ikki
minst, tá menn ofta als ikki
sleppa
at
nerta
land.
Gongdin í farmaflotanum
hevur í fleiri ár verið tann,
at útmynstringartíðin hevur
verið stytt. Har verður tað
av øllum pørtum støðugt
meira viðurkent, at teir
siglandi eisini hava rætt til
eitt heimalív og tí er tíðin
umborð stytt samsvarandi,.
Sigur formaðurin í Fiski-
mannafelagnum Óli Jacob-
sen í ársfrágreiðingini.
Javning av inntøkum
Fiskimannafelagið
góð-
kennir, at nýttur verður ein
nýggjur avrokningarháttur,
har inntøkan ikki verður
roknað túr fyri túr, men
verður javnað yvir eitt nú
eitt hálvt ár, summi skip
royna longu hesa skipan.
Tað vil siga, at tað teir sum
eru við teir bestu túrarnar
vinna ikki meira enn teir
sum eru við ringu ártíðina.
-Okkara støða er tann, at
í tann mun, fiskimenn
sjálvir eru nøgdir, kann
felagið eisini góðkenna, at
avroknað verður á hendan
hátt. Fortreytin er tó, at
menn fáa eina fasta og
neyva útgjalding, og at tal-
an er um eina skipaða skift-
isskipan fyri manningina,
sigur Óli Jacobsen, formað-
ur í ársfrágreiðingini.
Eftirlonin
Fiskimannafelagið sigur í
ársfrágreiðingini, at onki er
frætt frá eini lóggávu um
eftirløn. Fiskimannafelagið
hevur lítla vón um, at ein
eftirlønarlóggáva
kemur
undan komandi løgtings-
vali og roknar við, at fleiri
ár fara at ganga áðrenn vit
fáa eina lóggávu á økinum
og tí brynjar Fiskimanna-
felagið seg til at disponera
út frá tí.
-Uttan mun til lóggávu,
so er neyðugt at fáa eina
eftirlønarskipan, sum báðir
partar, reiðarar og fiski-
menn skulu gjalda til, sigur
Óli Jacobsen, formaður í
FF.
-Okkara
støða
í
pensiónsmálinum er, at tað
má ikki henda tað saman
sum í Íslandi. Har rinda
arbeiðarar og arbeiðsgev-
arar í dýrum dóma inn til
eftirlønarskipan hjá fak-
feløgum. Men tá avtronar,
er ikki so nógv, sum liggur
eftir. Tí í næstan sama mun
sum løntakarar fáa sína
eftirløn, sum teir hava
goldið úr egnum lumma,
missa teir tilsvarandi av
almennu eftirlønini. Vit
mugu tryggja okkum, at
tað, sum løntakarar fáa í
Føroyum, veruliga kemur
omaná eina líkinda fólka-
pensión, sum eigur at ger-
ast ein fastur partur av t.d.
eini arbeiðaraløn, sigur Óli
Jacobsen í ársfrágreið-
ingini.
Ársfrágreiðingin hjá Fiskimannafelagnum:
Túralongdin skal inn í sáttmálasam-
ráðingarnar
Eitt føroyskt skipaprojekt plaseraði kenda klaksvíksskipið
»Ester« í bakborð og nútímasn línubátin Fugltúgvuna í
stýriborð í eini skipatekning. Myndin á forsíðuni í
ársfráðgreiðingini umboðar Johannu framman og
Skansatanga aftan ella okkurt sovorið, skulu vit vera skemtilig.
Hon umboðar nýggju og gomlu tíðina og Finnbjørn Hansen
hevur teknað.
Í løtuni lýsir Lands-
verkfrøðingurin eftir
tveimum verkfrøð-
ingum. Annar er til
havnadeildina hjá
stovninum, meðan
hin er til planlegging-
og prosjekterings-
deildina. Tað vísir seg
tó at vera ógvuliga
trupult at fáa verk-
frøðingar til slíkt ar-
beiði í Føroyum, tí ov
fáir verkfrøðingar eru
til taks
VERKFRØÐINGAR
Ingrid Bjarnastein
Suni Joensen, formaður í
Verkfrøðingafelagnum,
váttar, at ov fáir verkfrøð-
ingar eru í Føroyum.
- Tað vísir seg at vera
ógvuliga trupult at fáa sett
verkfrøðingar, sigur Suni
Joensen.
– Hví so er, er ilt at siga.
Tað er helst nógv forhold,
sum gera, at tað verður
soleiðis. Til dømis, so halda
fleiri av nýútbúnu verk-
frøðingunum
áfram
at
arbeiða uttanlands í nøkur
ár, ístaðin fyri at koma aftur
til Føroya.
Men tó so. Nógvir før-
oyingar eru niðri í Dan-
mark og lesa til verkfrøð-
ing, og fleiri fara eisini nið-
ur hvørt ár. Eisini vera fleiri
verkfrøðingar útbúnir hvørt
árið, men hvar teir verða av
ella um teir koma aftur til
Føroya, dugir Suni Joensen
ikki at meta um.
– Eitt, sum eisini spælir
inn er, at tað er so nógv ar-
beiði í gongd runt í Før-
oyum, og tað ger, so at
verkfrøðingar eisini velja at
fara út á tann privata ar-
beiðsmarknaðin. Hetta ger
so, at tað manglar aðra-
staðni.
Um ongin søkir verk-
frøðingaarbeiðini, so er tað
ongin annar, ið beinleiðis
kann taka yvir, tí arbeiðið
krevur útbúgving. Spurdur
um tilgongdin av verkfrøð-
ingum fer at vaksa komandi
árini, sigur Suni Joensen, at
dugir hann ikki at siga
nakað um.
Ov fáir verkfrøðingar í Føroyum
Ov fáir verkfrøðingar eru til
taks í Føroyum. Ilt er at siga
um tilgongdin fer at vaksa í
nærmastu framtíð
FERÐSLUÓHAPP
Eirikur Lindenskov
Tað gekst ikki sum ætlað,
tá ein stórur trailari var á
veg niðan eftir Mylnugøtu í
Havn um hálvgum trýtíðina
seinnapartin
hósdagin.
Áðrenn hann náddi niðan á
Vaglið, fór hann á glið.
Trailarin gleið á ein bil,
sum stóð parkeraður uttan
fyri sjómansheimið.
– Bilurin koystist so illa,
at hann varð vrak, sigur
vakthavandi á politistøðini í
Havn.
Eingin fólkaskaði var,
men á Sjómansheiminum
brotnaði ein rútur á Pizza-
ria, sum er í niðastu hædd.
Trailari gleið á Sjómansheimið í Havn
Men einar tveir
mánaðir í heyst hevur
sølan verið slakari
enn vanligt. – Tað
gongur upp og niður
alla tíðina á flest
øllum marknaðum,
og vit meta, at hend-
ingin í New York í
september og góða
veðrið við miðalhavs-
strondina í oktober
og út í november eru
orsøkin til trekleikan
á marknaðinum,
sigur Páll Gregersen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í mong ár hava brosma og
longa verið høvuðsfiska-
sløgini á Fiskavirkinum í
Gøtu, og soleiðis er eisini í
dag í hesi familjufyritøk-
uni, sum hevur havt so stór-
an
týdning
fyri
Gøtu
kommunu og tær familjur,
sum hava havt sítt livibreyð
í fiskiídnaðinum.
Stutt kann sigast, at
fiskaframleiðsla hevur sín-
ar traditiónir í Gøtu, og
longu í 1929 fór ein bygda-
fyritøka undir at virka fisk í
bygdini. Stjórin á hesi fyri-
tøku kallaðist Jóan Pauli
Gregersen, sum var pápi
Oddfríð og abbi Páll. Odd-
fríður legði frá sær sum
stjóri fyri fýra árum síðan,
70 ára gamal, og síðan tá
hava synirnir rikið virk-
semið víðari. Skoytast kann
uppí, at Oddfríður, sum
hevur verið við síðan fyrsti
í sekstiárunum, verður 74
ár í februar.
Í dag stendur Páll Greg-
ersen fyri framleiðsluni og
søluni, Atli Gregersen fyri
alingini og Regin Greger-
sen í fyrsta lagi fyri tí fíggj-
arliga partinum.
Saltfiskur og aling
Høvuðsframleiðslan
á
Fiskavirkinum í Gøtu er
saltfiskur,
serliga
úr
brosmu og longu og partvís
toski. Hendan framleiðsla
fer serliga til Italiu, men
nakað av toski fer til
Spaniu.
Virkið
sendir
eisini
regluliga fesk fløk av land-
inum til keyparar, sum
virkið hevur. Hetta eru
kongafiskafløk og toska-
fløk og viðhvørt nakað av
upsa- og hýsufløkum. Men
Gregersen-menninir hava
eisini aling á Gøtuvík. Teir
eiga felagið, P/F Luna, og
hesin
fiskurin
verður
kruvdur og pakkaður á
Fiskavirkinum í Gøtu. Í
árinum, sum fer, hava teir
tikið 2500 tons av alifiski,
og tað ljóðar ikki sum smá-
vegis nøgdir. Millum jól og
nýggjárs hava teir eisini tik-
ið nakað av laksi. Virkið
kryvur ikki laks hjá øðrum
feløgum enn Luna.
– Alingin hevur gingið
væl í ár, men nú uppundur
ársenda hava prísirnir verið
ógvuliga lágir, sigur Páll,
sum tó fegnast um, at ILA-
sjúkan enn ikki hevur rakt
alingina á Gøtuvík.
– Men eingin veit, nær
tað kann henda, leggur
hann aftrat. Hann sigur, at
hóast ráfiskanøgdirnar hjá
virkinum eru heldur minni í
ár enn í fjør, so er úrslitið í
pengum ikki verri, men
heldur betur.
– Nógv arbeiði hevur
verið á virkinum í árinum,
sum fer, til tey umleið 70
fólkini, sum arbeiða hjá
okkum, sigur Páll. Hann
vísir á, at tað yvirhøvur
hevur gingið væl við salt-
fiskinum, men einar tveir
mánaðir í heyst hevur
marknaðurin verið trekari
enn vanligt.
– Tað gongur upp og nið-
ur alla tíðina á flest øllum
marknaðum, og vit meta, at
hendingin í New York í
september og góða veðrið
við miðalhavsstrondina í
oktober og út í november
eru orsøkin til trekleikan,
sigur Páll og vísir á, at tá ið
veðrið er gott í Italiu og
Spaniu verður minni etið av
saltfiski.
Keypa á uppboðssølu
Næstan allur ráfiskurin,
sum verður virkaður á
Fiskavirkinum
í
Gøtu,
verður keyptur á uppboði.
Tað eru fleiri ár síðan, at
nakað skip landaði bein-
leiðis til virkið í bygdini.
Til stuttleikar kann nevnast,
at seinasta skipið, sum
legði fisk upp í Gøtu, var
línuskipið, Mascot av Toft-
um. Júst, nær tað var, minn-
ist Páll ikki heilt, men hann
heldur, tað var fyri ólav-
søku í 1996 ella 1997.
– So her kemur allur fisk-
urin í bili, og hetta er ein
góð skipan. Tú keypir tað,
tú skal brúka og ikki tað, tú
ikki skal brúka, sigur fram-
leiðsluleiðarin.
Nøkur ár herfyri virkaði
Fiskavirkið í Gøtu nakað at
klippfiski,
men
henda
framleiðsla helt uppat, tá ið
bygningurin í Syðrugøtu,
sum hýsti hesi framleiðslu,
brendi.
– Við teimum prísum,
sum eru, dugi eg ikki at
síggja, at tað loysir tað seg
at framleiða klippfisk í Før-
oyum, um gerast skulu stór-
ar íløgur. Til tess loysir tað
seg betur at virka saltfisk.
Men har karmarnir framm-
anundan eru, er klippfisk-
urin kanska ein gongd leið,
sigur Páll Gregersen.
Á Fiskavirkinum í Gøtu
hava teir bygt eitt sindur
uppí síðan á ólavsøku. Tal-
an er um eina uppíbygging
niðan úr verandi virki, sum
skal geva rúm fyri blóðging
av alifiski, pakking av laksi
og ráfiskagoymslu. Hetta
arbeiði verður helst liðugt í
januar.
Páll Gregersen, Fiskavirkið í Gøtu:
Gekk væl við saltfiskinum í 2001
– Her kemur allur fiskurin í bili, og hetta er ein góð skipan. Tú
keypir tað, tú skal brúka og ikki tað, tú ikki skal brúka, sigur
framleiðsluleiðarin, Páll Gregersen
– Alingin hevur gingið væl í ár, men nú uppundur ársenda
hava prísirnir verið ógvuliga lágir, sigur Páll, sum fegnast um,
at ILA-sjúkan enn ikki hevur rakt alingina á Gøtuvík
Konsertir við
Musica Viva:
KONSERT
Tíðindaskriv
Í vikuskiftinum fara
Nikolaos Kapnas og
Jóhannes Andreasen at
spæla
konsertir
við
løttum tónleiki í Havn
og í Trongisvági. Hetta
er eitt slag av nýggj-
árskonsert við tónleiki
fyri violin og klaver eftir
m.a.
Johann
Strauß,
Scott Joplin, Wolfgang
Amadeus Mozart og
Isaac Albeniz.
Konsertirnar verða í
Listaskálanum leygar-
dagin 29. desember og í
skúlanum í Trongisvági
sunnudagin 30. desem-
ber. Báðar konsertirnar
byrja kl. 16.00, og at-
gongumerki verða seld
við dyrnar.
Persónbilurin, sum var í millum trailaran og Sjómansheimið,
fekk sera stóran skaða
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4