Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 250 - 29. desember 2001 Nr. 250 - 29. desember 2001 7 Á næsta løgtings- fundi, sum verður mitt í januar, fer javnaðarflokkurin at leggja eitt umfatandi uppskot fyri tingið um brúkaravernd BRÚKARAVERND Áki Bertholdsen – Tað hevur leingi verið greitt, at áhugamálini hjá brúkarunum eru sera illa vard í Føroyum. Eru trupul- leikar, stendur brúkarin bæði ráðaleysur og verju- leysur. Tað finst ongin almennur brúkarapolitikk- ur, tað er ongin skipað brúkarakunning, og heldur ein brúkari seg hava verið fyri órætti, hevur hann ongastaðni at leita sær hjálp, uttan at fara í rættin og tað er í flestu førum alt ov trupult, drúgt og kostn- aðarmikið. Hetta er orsøkin til, at javnaðarflokkurin nú tekur stig til at seta lógir í gildi, sum skulu tryggja brúkar- an. Hans Pauli Strøm í javnaðarflokkinum, sigur, at flokkurin heldur at í dagsins brúkarasamfelag hava brúkaraáhugamál so stóran samfelagsligan týdn- ing, at tað er sjálvsagt at tey eru eitt politiskt ábyrgd- arøki og tí skjýtur hann upp at seta ein almennan brúk- arastovn á stovn. Tá ið Løgtingið kemur saman aftur til fundar í nýggja árinum, fer javn- aðarflokkurin tí at leggja uppskot fram um um at seta ein brúkarastovn á stovn. Hesin stovnur skal bæði hýsa einum brúkaraumboði og einum kærustovni. Brúkaraumboðið skal verða stjóri fyri stovnin. Afturat sær skal hann hava eina brúkaranevnd við líka nógvum umboðum fyri brúkaran og vinnuna. Hendan nevndin skal hava eftirlitið við eini lóg um marknaðarføring, sum javnaðarflokkurin eisini skjýtur upp at samstykkja. Hendan lógin skal seta reglar fyri, hvussu vinnu- rekandi kunnu bjóða vørur og tænastur fram. Samstundis skal ein kærunevnd setast, sum brúkarar kunnu venda sær til, halda teir seg hava verið fyri órætti, tá ið teir hava keypt vørur ella tænastur. Ongin villleiðing Í uppskotinum um mark- naðarføring, skjýtur javn- aðarflokkurin m.a. upp, at vinnurekandi skulu ikki hava loyvi til at geva skeivar, villeiðandi ella órímiliga óneyvar upplýs- ingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboð- ið. Tað er eisini villeiðandi og ólógligt at geva brúk- arum váttan um garanti ella aðra trygdartilsøgn, um keyparin við hesi tilsøgn ikki fær eina munandi betri rættarstøðu enn hana, sum longu hevst sambært gald- andi lóggávu. Fyri at selja vørur og tænastur, hava vinnurek- andi ikki loyvi til at fjarsamskifta beinleiðis við fólk, sum hava fráboðað, at tey ikki vilja hava slíkt samskifti. Fjarsamskifti fevnir um eitthvørt slag av telesamskifti og annað samskifti. Lóg um Brúkarakærunevnd Umframt eina lóg um marknaðarføring, verður skotið upp at gera lóg um eina brúkarakærunevnd at viðgera kærur frá brúkaran- um í dagligum viðurskift- um í sambandi við keyp og sølu av vørum og tænastum og øðrum avtalum. Nevndin skal virka óheft av landsstýrinum og skal taka avgerðir á so tryggum grundarlagi, at avgerðirnar í mest møguligan mun koma at liggja uppat tí, ein rættaravgerð hevði komið til. Lagt verður politiskt upp til, at vinnan sjálv loysir trætumál síni við brúkar- arnar, og verður tí í lógini eisini latið upp fyri, at aðrar kærunevndir við somu heimild kunnu setast, um tær eru góðkendar sum slíkar sambært lógini. – Við hesum verður skundað undir, at vinnu- bólkar sjálvir gera kæru- nevndir innan teirra øki, teimum sjálvum og brúkar- unum at gagni, sigur javn- aðarflokkurin Tað er ymiskt, hvat verð- ur gjørt burturúr ymsum døgum í ymsum bygd- um. Sumba er føstu- lávintsbygd burturav og Vágur hevur verið serliga kend fyri nýggjárhaldið Men nú eru tvørafólk eisini komin upp í part og Tvøroyri er eisini blivin ein rættilig nýggjárs- bygd. Í nøkur ár hevur verið skipað fyri nýggjárshald- ið á Tvøroyri og tað vindur meiri og meiri upp á seg og í ár verður tað stórfingnari enn nakrantíð. Tað er ein virkin nýggjársnevnd, sum savnar pening saman til nýggjárshaldið við yms- um tiltøkum ígjøgnum árið. Oddur Dimon, ein av undangongumonunum, sigur, at í ár verður skrúðgonga úr “Oldur- dalinum” út í skúlan í Trongisvági kl. 23.45, har stórt bál verður á plássinum frammanfyri skúlan. Á midnátt verður fýr- verk skotið og tað er fýrverk, sum sigur spað- arfrúgv til alt, teir hava havt frammanundan. Oddur Dimon sigur, at í ár hava teir fingið rakettir úr Spania, sum eru fleiri ferðir stór- fingnari enn tær, teir plaga at hava. Hann sig- ur, at onkrar av rakett- unum hava eina spreing- ing uppá fimm ferkilo- metrar uppi í luftini, so tað er ikki smávegis. Klokkan eitt byrjar dansurin inni í ítróttar- høllini, har “Ein bland- ing” fer at spæla við tveimum gestasangarum norðaneftir, tað eru tvær gentur, sum eita Durith og Heidi. Tá verður eisini ó- keypis sodavatn til børn- ini, sjampanja til tey vaksnu og breyð til øll. Sunnukvøldið verður skipað fyri sjavskapping í Ranhøll í Sandvík. Kappingin byrjar klokk- an seks, men tað er ikki neyðugt at melda til frammanundan. Sjavskapping hevur verið í Sandvík í fleiri ár nú ímillum jól og nýggjár og tað plaga at verða rættiliga fitt av fólki, eini 30, ella gott tað, hvørja ferð. Tey flestu hava verið úr norðara parti í Suður- oynni, men fólk hava eisini verið sunnan av oyggj til eina stuttliga løtu í bygdarhúsinum í Sandvík. Fyrireikararnir siga, at í ár fara tey at skipa spælið øðrvísi fyri at gera tað meiri spennandi, eitt nú skulu øll spæla ímóti øllum. Tað kostar 20 krónur fyri hvønn luttakara at vera við. Tróndur verður seldur til Karibia, men Pride verður seldur í Føroyum Strandferðslan er nú lok- sins sloppin av við tey bæði gomlu Strandfaraskipini, Trónd og Pride, sum hava verið henni ein kleppur um beinið leingi og sum hava ligið í Vestmanna. Strandferðslan hevur fingið 10 tilboð uppá bæði skipini, níggju tilboð eru úr Føroyum og eitt er uttan- lands. Reidar Nònfjall, stjóri á Strandferðsluni, segði hóskvøldið, at væntandi vórðu keypssáttmálarnir gjørdir í gjár, men tað var ikki greitt, tá ið blaðið fór til prentingar. Tað var rættiliga stórur munur á tilboðunum, men tey verða seld hægstbjóð- andi. Hægsta tilboðið upp á Pride er upp á 155.000 krónur og tað er úr Før- oyum. Hægsta tilboðið upp á Trónd er uppá 640.000 krónur og tað er úr Karibia. Strandferðslan hevur lagt bæði skipini, Pride varð lagdur í fjør og tróndur í heyt, tí tey kunnu ikki brúk- ast uttan munandi ábøtur. Tróndur er smíðaður í Aukra í Noregi í 1959 og nevndist Smøla, tá ið hann varð keyptur til Føroya í 1967. Pride varð bygdur í Florø í Noregi í 1961. Bæði skipini hava áður verið lýst leys, men tá komu ongi tilboð inn. Tað verður ein lætti hjá strandferðsluni at sleppa av við tey, tí tað kostar stovn- inum 500.000 krónur um árið at hava tey liggjandi. Sjavskapping í Sandvík Halda nýggjár sum tað sømir seg Nú skal brúkarin í Føroyum verjast betur Fingu 10 tilboð upp á Trónd og Pride Vanligi brúkarin í Førooyum er alt ov illa vardur, heldur javnaðarflokkurin. Tí fer flokkurin nú at leggja uppskot fyri tingið um at seta brúkarastovn á stovn. Samstundis verður skotið upp at seta ein kærunevnd fyri brúkarar á stovn og eina lóg um marknaðarføring Savnsmynd Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, er nøgdur við ta løgtingsfíggjarlóg, sum samtykt varð beint fyri jól. Hann fekk mestsum alt sítt ígjøgnum, sigur hann FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Við onkrum smávegis broytingum, varð fíggjar- lógin samtykt, soleiðis, sum landstýrismaðurin við fíggjarmálum vildi hava hana. Hann er stórt sæð nøgdur við úrslitið, sigur Karsten Hansen. Landsstýrismaðurin sig- ur, at hann kundi væl hugs- að sær eina fíggjarlóg, sum var eitt sindur lægri. Tað er altíð stuttligari at gava lágar útreiðslur, sigur hann. Men alt í alt er hann nøgdur við, at dýru broyt- ingaruppskotini, sum ser- liga komu frá andstøðuni, ikki vórðu samtykt. – Tað, sum varð endaliga samtykt, var í høvuðsheit- um tað, eg lat Fíggjar- nevndini, sigur hann. Sjálvandi vórðu onkrar smávegis broytingar gjørd- ar undir fígjarnevndarvið- gerðini, Men tað vil altíð vera so, og tað, sum broytt varð, var gjørt við samtykt frá samgonguni, sigur Karsten Hansen. Valár Hóast hendan fíggjarlógin er tann seinasta í hesum valskeiðnum, er hon ikki merkt av, at valár verður komandi ár, sigur Karsten Hansen. Hann fegnast um, at tað í grundini komu færri dýr broytingaruppskot, enn fryktandi kundi verið fyri. Men sjálvandi eru stórar upphæddir at síggja kortini, tí Løgtingið hevur samtykt ávísar rættiliga stórar íløg- ur, sum gerast skulu kom- andi árini. Serliga er tað nýggi Smyril, sum sæst afftur, sigur Karsten Hansen. Hann fer at fáa einar 85-90 milliónir á fíggjarlógini komandi árini, og tað merk- ist sjálvandi. Og so er tað undirsjóvar- tunnilin undir Leirvíks- fjørð, sum eisini komandi árini fer at merkjast, um enn ikki beinanveg. Ein annar stóru postur er Landsjúkrahúsið, ið eins og skúlin eisini hevur fingið meira pening, enn framm- anundan. – Tað eru gjørdar ávísar raðfestingar, sum eru sjónskar, sigur Karsten Hansen, landstýrismaður við fíggjarmálum. Víðka grundarlag Inntøkugrundarlagið hjá Landskassanum er víðkað, síðan fíggjarlógin varð samtykt, vísir Karsten Hansen á. Tað var gjørt, tá skatta- lógirnar vóru til viðgerðar beint fyri jól. Eitt nú lógin um skatting av fiskiloyv- um. Hesar broytingarnar, sum samtyktar vórðu, fara at geva landskassanum fleiri møguleikar fyri at fáa eitt breiðari inntøkugrundarlag. Men samstundis skal tó roknast við, at tað ikki skal gera tær øgiliga stóru eyka- inntøkurnar kortini, tí van- ligt fólk skal hava skatta- lætta í komandi ári, vísir landsstýrismaðurin á. – Nei, tað er hvørki út- gjaring ella valagn, tá boð- að verður frá hesum nú, sigur hann. Tað er nakað, sum samgongan alla tíðina hevur arbeitt við. At inntøkurnar fyrst verða samtyktar, áðrenn lættin verður givin, er bara ein øðrvísi háttur at av- greiða málið, sigur hann. – Vanliga verður farið hinvegin. Soleiðis at fyrst verður lovað, og síðan tikið innaftur. Vit fóru bara øvugtan veg, sigur Karsten Hansen. Vøkstur Seinnu árini hevur búskap- arvøksturin verið eini fimm-seks prosent árliga. Men landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur ikki roknað við hesum, nú hann hevur gjørt fíggjarlóg fyri komandi ár. Í komandi fíggjarlóg verður bert roknað við ein- um vøkstri upp á umleið eitt prosent, sigur Karsten Hansen, sum heldur vil vera varin enn at noyðast at koma aftur umaftur. Yvirskotið á fíggjalógini fyri 2002 verður umleið 100 milliónir við teimum broytingum, sum gjørdar eru, síðan Karsten Hansen legði tað upprunaliga upp- skotið fram. Men so eru tað víðkaða skattagrundarlagið, sum er komið afturat, síðan fíggj- arlógin varð endaliga sam- tykt, sum helst skuldi givið eitt sindur eyka, væntar hann. So alt í alt roknar Karsten Hansen við, at fíggjalógin, sum hon er samtykt, fer at halda. Peanuts Um ta ósemjuna, sum var millum tveir tjóðveldisting- menn beint undan jólum, tí annar hevði atkvøtt fyri einum broytingaruppskoti frá andstøðuni, sigur Karst- en Hansen, at tað órógvar hann ikki. – Hatta, sum samtykt varð uttan um fíggjarlógar- uppskot okkara, var smá- ting. Ein hækking upp á tvær milliónir í mun til eina fíggjarlóg upp á meira enn tríggjar milliardir er pean- uts, sigur hann. Hann harmast um, at samgongumenn faa í part við andstøðuni í slíkum málum, men heldur annars ikki, at nøkur vanlukka er hend soleiðis av hesum. Hinvegin fegnast lands- stýrismaðurin við fíggjar- málum um, at tey dýru and- støðuuppskotini ikki vórðu samtykt. Framtíðin Hóast seinasta fíggjarlógin hjá hesum landsstýrinum nú er samtykt, verður ikki lagt inn kortini. Tað fyrsta, sum nú verður at gera, sigur Karsten Hansen, er at gera broytinar á pensionistaøkinum. Korini hjá pensionistun- um skulu betrast munandi, sigur hann. Arbeitt hevur verið við málinum, og beint eftir nýggjár fer uppskot at verða lagt fyri Løgtingið. – Tað kostar sjálvandi nakað, men ikki so øgiliga nógv, sigur Karsten Hans- en. Annars verður arbeitt við automatisering av tollav- greiðsluni. Hetta skal gera alla tollavgreiðslu einfald- ari, soleiðis at tað slepst undan ávísum dupult- funktiónum, sum í dag eru. Í framtíni skulu fyritøk- urnar avgreiða síni egnu tollviðurskifti, uttan at fólk hjá tollvaldinum alla tíðina situr og roknar eftir. Stak- royndir verða so tiknar til at hava eftirlit við, um rætt verður farið fram. Hesar broytingar fara at spara munandi umsiting, sum so aftur loysir fleiri fólk á Toll- og Skattstovuni. Tó verða tey ikki arbeiðs- leys kortini, sigur Karsten Hansen, tí nýggja kolvetn- isskattaskipanin skal brúka fólk, og hesi kunnu so flyt- ast í millum uppgávur hjá sama stovni. Tað hevur annars ljóðað, at illa hevur gingið at fing- ið fólk til hesi størvini, sum lýst hava verið. Men tað væntar landsstýrismaðurin fer at broytast nú. – Tað er so nógv hent á økinum, síðan lýst varð, vísir hann á. Tann veruleiki, at olja er funnin, fer utan iva at gera starvsøkið áhugavert. Nøgdur við fíggjarlógina Karsten Hansen, landstýrismaður við fíggjarmálum, er liðugur við sína seinastu fíggjarlóg í hesum valskeiðnum C M Y K 7 6