leygardagur 29. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 250 - 29. desember 2001
Nr. 250 - 29. desember 2001
9
Fyrsta januar verður
evnan sjónligt gjald-
oyra í fleiri londum í
Evropa. Í Føroyum
verða fyrstu seðlarnir
at síggja 3. januar.
Hetta fer ikki at á-
virka føroyska bú-
skapin ella donsku
krónina, metir
fíggjarleiðari
EVRA
Heri á Rógvi
Hin 1. januar í 2002 koma
nýggir
pengaseðlar
og
nýggjar myntir á gøtuni í 12
av teimum 15 ES-lond-
unum, sum skulu avloysa
tey galdandi gjaldoyruni.
Tað eru bert Ongland,
Svøríki
og
ríkisfelagin
Danmark, sum ikki vilja
hava evruna at vera gald-
andi gjaldoyra í egnum
landi og ríki. Tað er tó
framleitt so mikið, at hesi
londini – eins og onnur –
eisini fáa nakrar seðlar
sendandi á nýggjárinum. Í
Føroyum
verða
fyrstu
seðlarnir ikki her fyrrenn 2.
januar og almenningurin
fær ikki hendi á teimum
fyrrenn 3. januar.
Eftir
hvat
Sosialurin
skilir, so verður hetta gjørt
av trygdaráðum, tí danir
tora ikki at senda seðlar til
Føroya, áðrenn nýggjárið er
skotið inn, tí hetta kann
seta trygdina í vanda.
Føroysku pengasamlarnir
kunnu sostatt fara í pen-
ingastovn seinnapartin hós-
dagin 3. januar og ogna sær
nýggju evruseðlarnar.
Trý ár
Finn Danberg er fíggjar-
leiðari fyri Føroya Spari-
kassa, og hann sigur, at
hetta ikki er nøkur stór-
hending í fíggjarheiminum,
tí evran hevur verið gald-
andi gjaldoyra síðani 1. jan-
uar 1999. Hann sigur, at
evran nú telist millum tey
gjaldoyruni, sum teir hava
mest við at gera – bæði teir
sjálvir og kundar hjá Spari-
kassanum.
–Stórhendingin á nýggj-
árinum verður bert tað, at
fólk fáa nýggjar seðlar um
hendi, men hetta fer ikki at
ávirka fíggjarheimin nakað
stórvegis, tí hon hevur ver-
ið til í góð trý ár, sigur Finn
Danberg.
Føroyingar, føroyski bú-
skapurin og danska krónan
hava einki at óttast fyri, um
tú altso ikki eigur eina
rúgvu av D-markum liggj-
andi undir madrassuni.
–Danska krónan er í
einum fastkurssamstarvið
við evruna, og hetta ger, at
tað verður rættiliga javnur
kursur, og vit hava ikki og
fara ikki at merkja nakað
stórvegis til evruna, sigur
Finn Danberg.
–Fær okkurt ES-land tað
trupult, so vil hetta eisini
geva útslag á virðið á
evruni, men tað kemur
mestur ikki at ávirka okk-
um nakað stórvegis, sigur
Finn Danberg.
Hann sigur víðari, at
kursurin hevur ligið í miðal
á 7,46, t.e. 746 DKR fyri
hundrað evrur. Higartil
hava bert heilt lítil frávik
verið at sæð, og kursurin
hevur í seinastuni ligið um
7,44.
Fyri Føroya Sparikassa
og aðrar peningastovnar í
Evropa verður tað lættari,
tá tað ikki eru so nógv
gjaldoyri at velja ímillum.
Tað hevur eisini verið
borið upp á mál, at danir
møguliga fara at broyta
hugburð, nú teir fáa evruna
millum hendurnar, og hon
ikki longur verður eitt
gjaldoyra, sum ikki kann
síggjast nakrastaðni.
Prýddir
Teir pengaseðlarnir, sum
flestu evropearar fara at
kenna nógv betri komandi
tíðina eru prýddir við al-
skynsmyndum.
Tað
er
nevniliga soleiðis, at hvørt
landi sær eigur aðru síðuna
av seðlunum, har landið
sostatt kann seta eina ella
aðra mynd, men virðið er
sjálvsagt tað sama.
Tað er eitt sindur ymist,
nær tað ymisku gjaldoyruni
fara úr gildið, men tað er í
øllum førum vist, at tey øll
fara úr gildi.
Hjálparfelagskapir hava
roynt at fingið hendur á
teimum mongu pengunum,
sum
kanska
fara
til
»spillis« fyrst í komandi
ári, men hetta hevur bert
eydnast partvíst.
Í Føroyum kunnu vit enn
halda okkum til drótning-
ina og føroysku náttúruna í
komandi ári.
Í nýggja árinum
verður einki samband
við NMT 900 fartele-
fonir, tí henda skip-
anin heldur uppat at
virka. Talan er um
eina doyggjandi skip-
an og tí verður latið
aftur fyri henni, verð-
ur upplýst av Føroya
Tele
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
Tey, sum í løtuni eiga og
nýta eina NMT 900 far-
telefon mugu hesar næstu
dagarnar ringja so nógv
sum tilber, tí 1. januar verð-
ur eingin at ringja til við
teimum telefonunum, tá ið
teir verða settar úr gildi, og
skipanin gevst at virka.
Í løtuni eru einir 470
NMT 900 felagar í Føroy-
um, og hesir mugu venja
seg við tankan, um at teir
mugu nýta fastnet ella
annan hátt at samskifta við.
Hjallgrím
Hentze,
tekniskurstjóri fyri Føroya
Tele, sigur, at talan er í
roynd og veru um eina
doyggjandi skipan, og hetta
hevur higartil merkt, at
onnur lond hava valt at
gevast við hesari skipanini,
og tað verður sostakk eisini
gjørt í Føroyum.
Føroya Tele hevur ikki
gjørt íløgur í NMT í góð
seks ár, og tað verður held-
ur satsað upp á GSM.
Sum heild eru tað nógv
viðurskifti, sum gera, at tað
ikki loysir seg hjá Føroya
Tele og øðrum veitarum
uttanlands at hava hesa
skipan.
Í løtuni hevur Føroya
Tele millum 25 og 26.000
GSM felagar, og tað verður
mest sannlíkt eisini henda
skipanin sum í framtíðini
verður ment og nýtt.
Eisini NMT 450 skipanin
verður tikin av. Hetta verð-
ur gjørt í seinastal lagi 31.
desember í 2006.
Liðugt við NMT 900
Hetta verður ein nógv meira
sjálvsom sjón í framtíðini.
Frá 1. januar ber ikki til at
nýta NMT 900 í Føroyum.
Ein tílíkur 500 evruseðil fer at kosta einar 3.720 krónur at ogna sær, men so kann hann eisini nýtast nógvastaðni.
Evruseðlarnir á markaðin:
Evran kemur til Føroya 3. januar
Føroysk kvinna
hópneyðtikin
Ein 25 ára gomul
kvinna, sum 7. des-
ember var neyðtik-
in av fleiri monn-
um á einum jóla-
borðhaldi á Nørre-
bro í Keypmanna-
havn, er føroysk.
Hetta visti danska
Ekstrablaðið at siga
hósdagin, og tað
váttar Frode Olsen,
kriminalinspektør-
ur, fyri Sosialinum
Rúnar Reistrup
Tilsamans ellivu mans
eru í løtuni skuldsettir
fyri at hava tikið lut í
hópneyðtøku av einari
25 ára gamlari føroysk-
ari kvinnu. Níggju teirra
hava sitið fongslaðir um
jólini. Hinir tveir og
goyma seg fyri løgregl-
uni.
– Teir eru eftirlýstir,
og vit leita eftir teimum.
Teir verða helst funnir
innan stutta tíð, sigur
Frode Olsen, kriminal-
inspektørur á løgreglu-
støðini á Frederiksberg
við Sosialin.
Hann vil ikki gera
nakrar beinleiðis við-
merkingar til málið,
men váttar at kvinnan er
føroysk.
Ikki vandamiklir
Hóast tveir av teimum
skuldsettu monnunum
enn ganga leysir, og før-
oyska kvinnan fyri stutt-
um var um at taka frá-
boðanina um hópneyð-
tøkuna aftur av ótta fyri
hevndaratsóknum, hevur
løgreglan á Frederiks-
berg ikki valt at verja
kvinnuna á annan hátt
enn at halda tagnar-
skyldu um málið.
– Eg meti ikki, at hasir
menninir eru vanda-
miklir,
sigur
Frode
Olsen, kriminalinspetør-
ur, og sipar her til teir
báðar menninar, sum
løgreglan hevur leitað
eftir, síðan rætturin um
miðjan desembur av-
gjørdi, at skuldsettu
menninir skulu varð-
haldsfongslast.
Annar av monnunum,
sum í løtuni goyma seg
fyri løgregluni, sigur í
Ekstra Blaðnum hósdag-
in, at kvinnan ikki varð
neyðtikin, men sjálv
valdi at hava kynsligt
samband við ellivu av
teimum 27 monnunum,
sum vóru savnaðir til
jólaborðhald hjá einari
handverksfyritøku
í
Keypmannahavn.
Jólaborðhald
25 ára gamla kvinnan
hevur greitt løgregluni
frá, at hon hevði verið til
eina aðra veitslu og var á
veg heim, tá hon kom
framvið hølunum, har
teir 27 menninir høvdu
jólaborðhald. Sambært
frágreiðingini hjá kvinn-
uni, møtti hon tveimum
av monnunum á gøtuni
uttanfyri veitsluhøli, og
tók av, tá teir bjóðaðu
henni inn um tvey tíðina
leygarnáttina 7. desem-
ber.
Hvat síðan hendi, eru
kvinnan og teir ellivu
skuldsettu og varðhalds-
fongslaðu
menninir
ósamd um. Kvinnan
sigur, at hon varð neyð-
tikin av fleiri monnum í
garðinum
uttan
fyri
veitsluhølið,
meðan
menninir vilja vera við
at kvinnan ikki varð
neyðtikin, men hevði
havt kynsliga samveru
við menninar av egnum
vilja.
Løgreglan kannar nú
málið út í æsir, millum
annað við DNA kann-
ingum, áðrenn møgulig-
ar ákærur verða reistar.
KONSERT
Tíðindaskriv
Í Bø hava tey eitt nýtt
kór, nevnt Bíggjarkóri.
Á
ársins
síðsta
sunnudegi býður kórið
til konsert í kirkjuni í
Bø. Á skránni verða
mest jólasálmar, onkur
nýggjárssálmur, og eis-
ini fer Signhild Jacobsen
at spæla klarinett.
Bíggjarfólk eru syngj-
andi fólk, og eitt viku-
skifti í november møtt-
ust ung og eldri í kirkj-
uni at vita, um til bar at
fáa í lag eitt kór, sum
kundi seta dám á jóla-
hátíðina. Kórið hevur
verið saman aftur nøkur
vikuskifti síðani, og
undirtøkan hevur verið
so góð – við uttanbíggja
bíggjarfólki um 30, sum
er helvtin av mann-
talinum í hesari lítlu
bygd – at kórið nú
heldur seg til at bjóða
fólki til hesa sang- og
tónleikaløtu, sum verður
sunnudagin kl 17.
Kórkonsert í Bø
Tað er alment kent,
sum fordómur, at
mannfólk duga betur
at koyra bil enn
konufólk. Um tað
sama er galdandi eftir
at nakrir snapsir eru
glidnir niðurum, man
vera ringt at døma
um. Men hagtøl
benda á, at føroysk
mannfólk um ikki
annað halda seg duga
betur at koyra bil
rúsaðir enn konufólk
Rúnar Resitrup
Bara fýra fólk av kvenn-
kyni vórðu tikin fyri rús-
drekkakoyring í árinum
2000. Talið á rúsaðum bil-
førarum av hinum kyninum
var 138. Tað vísa hagtøl í
ársfrágreiðingini hjá Rús-
drekka- & Narkotikaráðn-
um.
Umleið sama lutfall var
millum
kvinnuligar
og
mannligar rúsaðar bilførar-
ar í 1999, tá eisini bara 4
kvinnur vórðu tiknar fyri at
koyra við kenning, meðan
123 menn vóru tiknir fyri
sama lógarbrot.
Tikið sum givið, at
ferðsluløgreglan ikki sær
millum fingrarnar, tá vøkur
sprund koyra full, og at lut-
fallið millum tey, sum
koyra við kenning, og tey,
sum verða tikin fyri at
koyra við kenning er nøk-
unlunda rætt, kann við
vissu staðfestast, at rús-
drekkakoyring er nakað,
sum menn, og næstan bara
menn, kundu funnið uppá.
Av teimum, sum tikin
vórðu fyri rúsdrekkakoyr-
ing í 2000, høvdu bert 10
fólk eina promillum mill-
um 0,5 og 0,8, sum fyrr var
markið fyri rúsdrekkakoyr-
ing. Vanligasta promillan lá
millum 1,5 og 2,0. Ein
einsamallur bilførari var so
dýrandi fullur, at hann
hevði meira enn 3 promillu
av alkoholi í blóðinum.
Rúsdrekkakoyring
er fyri menn
Heini O. Heinesen
hevur 1. januar verið
bygdaráðsformaður í
Kunoy í 25 ár.
Upprunaligu vallyft-
ini um fast samband
til Borðoynna fekk
hann av vegnum fyri
nógvum árum síðani.
Nú eru tað bleytu
virðini, sum liggja
fremst í huga
BYGDARÁÐS-
FORMAÐUR
Eyðun Klakstein
Nýggjársdag verða tað 25
ár síðani, at Heini O. Hein-
esen tók við sum bygda-
ráðsformaður
í
Kunoy.
Undan kommunuvalinum í
1976 lovaði hann at arbeiða
fyri, at Kunoyggin fekk
samband við restina av
norðoyggjum, og tað val-
lyftið helt hann.
– Størstu løturnar hesi 25
árini eru uttan iva, tá tað
var koyrandi um Haralds-
sund, og tá tunnilin kom
ígjøgnum
til
Kunoyar.
Hetta hendi innan fyri eitt
hálvt ár, sigur Heini O.
Heinesen.
– At vit fingu samband
við Borðoynna hevur havt
avgerandi
týdning
fyri
oynna. Fólkatalið minkaði
nógv í árunum framman-
undan vit fingu byrgingina
og tunnilin, og hevði hetta
sambandið ikki komið, so
rokni eg við, at ta hevði
staðið illa til í Kunoy í dag,
sigur Heini.
Hóast arbeiðið at gera
byrging og tunnil var ein
landsuppgáva, so heldur
Heini, at forarbeiðið hjá
Kunoyar kommunu við út-
stykking og vegagerð í
kommununi hevði avger-
andi týdning fyri at tað bar
til at fáa samband við rest-
ina av norðoyggjum.
Telir niður
Tvær bygdir eru á Kun-
oynni, og hóast haralds-
sundsmenn stundum hava
havt meirilutan í bygda-
ráðnum, so hevur tað
hvørja ferð verið semja um,
at
kunoyingurin
Heini
skuldi vera formaður.
– Samstarvið millum
báðar bygdirnar hevur ver-
ið sera gott, og eg havi altíð
lagt meg eftir, at arbeiða
fyri báðum bygdunum, sig-
ur Heini O. Heinesen.
Heini varð valdur í
bygdaráðið á valinum í
1976, og hann tók við sum
bygdaráðsformaður
1.
januar í 1977. Síðani hevur
hann sitið í hesum sessi utt-
an steðg.
– Eg veit ikki, hvussu
leingi eg verði sitandi, men
tá tú hevur sitið í 25 ár, so
telir tú niður, sigur Heini.
– Vit hava nátt teimum
upprunaligu málunum, vit
settu okkum fyri, og nú eru
tað meira tey bleytu virðini,
sum vit skulu arbeiða við
komandi árini, sigur hann.
Heini O. Heinesen er eis-
ini løgtingsmaður fyri tjóð-
veldisflokkin, og hann hev-
ur verið formaður í flokkin-
um. Hann er íðin talsmaður
fyri fiskimenn, og hevur í
nógv ár havt stóran veljara-
skara í norðoyggjum.
Nýggjársdag
skipar
bygdaráðið fyri móttøku í
bygdahúsinum í Kunoy í
sambandi við, at tað eru 25
ár síðani, at Heini O.
Heinesen gjørdist bygda-
ráðsformaður.
Heini helt lyftini
– Eg veit ikki, hvussu leingi
eg verði sitandi, men tá tú
hevur sitið í 25 ár, so telir tú
niður, sigur Heini O.
Heinesen
C
M
Y
K
9
8