Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 48 • 10. mars. 2010 8. partur Í verunleikanum er Jens Christian tann, sum mest kann sigast um. Hetta er í sær sjálvum ein góð søga. Fyrst og fremst er hetta takkað verið konu Jens Christian, Onnu. Hon var dóttir Evu og Andreas C. Lützen, tí fysta Lützen í Føroyum. Anna var abbasystir Esther Djurhuus, sum var eitt fróðarfólk. Fekk eina ferð frá henni eina maskinskrivaða frásøgn hjá Onnu Evensen um hennara lív. Tað sást í fororðinum, at hon var niðurskrivað av Christian Olsen, Torpelund í Eskebjerg, ein lítil bygd nærindis Kalundborg á Vestursjællandi. Frásøgnin var skrivað í 1926, táið Anna var 85 ára gomul. Tí var áhugi fyri at finna frumhandritið til hesa frásøgn. Komið varð í samband við Lokalhistorisk Forening og Arkiv í Eskebjerg. Leiðari her var ein eldsál Dorte Lindskov Weiss, sum frammanundan hevði áhuga fyri Føroyum. Hon hevði eisini verið í Føroyum. Tað sama hevði pápi hennara Johannes Lindskov Hansen, blaðmaður, sum eisini hevði skrivað um Føroyar, eisini um Ebbu Müller, sum komið verður til í komandi parti. Dorte fekk samband við arvingin hjá Christian Olsen, Louis Helt. Esther Djurhuus helt, at hesin Christian var versonur Onnu, men tað var hann ikki. Hann var tónleikari, sum eisini hevði áhuga fyri siðsøgu. Tað vísti seg, at ein av trimum originalum av hesi frásøgn lá á loftinum hjá Louis Helt, og fekk FF-blaðið ljósprent av tí. Tá sást, at í hesum frumhandriti var nógv meira tilfar enn í maskinskrivaðu útgávuni. Her vóru eisini ein hópur av áhugaverdum postkortum úr Føroyum. Henda sera áhugaverda dag- bókin varð prentað sum fram- haldssøga í FF-blaðnum í 2003 og er framvegis tøk á alnótini. Her skal so bert í høvuðsheitum takast tað við, sum lýsir Jens Christian Evensen sjálvan. Vit hava frá Dorte Weiss eisini fingið nokk so nógv av øðrum tilfari, sum er eitt gott ískoyti til hesa lýsing. Komu at kennast sum born Anna og Jens Christian komu at kennast sum born, tá ið hann og hansara systkin komu at ganga í almúguskúlanum, har pápi Onnu var lærari. Hildið var, at Jens Christian hevði serliga góð evni, og tí varð hann sendur til Danmarkar at lesa. Fosturpápin Jens Davidsen rindaði fyri hann. Tá ið hann kom aftur blivu tey bæði trúlovað, og hann fekk skjótt prestaembæti á Viðareiði. Áðrenn tey fóru til Viðareiðis skuldu tey giftast, og tað blivu tey 14. desember 1871. At fara til Viðareiðis tók sína tíð tá á døgum, serliga um veðrið var ringt. Tey vórðu førd við báti til Viðareiðis úr Klaksvík. Tað var brim, men so merkiligt var tað, at táið báturin kom inn móti landi gjørdist púra kyrt, og tá tey vóru komin uppá land var aftur brim. So prestur fekk skjótt orð á seg fyri at duga meira enn sítt faðirvár! Á Viðareiði vóru tey væl móttikin. Her vóru tey í seks ár. At búgva á Viðareiði kundi ofta vera buldrasligt. Ikki minst tá ið presturin var á umferð til hinar oyggjarnar í prestagjaldinum. Serliga mintist Anna eina ferð, tað brast eitt sera ringt illveður á. Anna gjørdist so bebbarædd fyri, hvat ið kundi vera hent, serliga tá Jens Christian ikki kom aftur, tá ið hann var væntaður. Ein húskallur fór tá til Hvanna- sund at vita um prestur mundi vera komin hagar. Húskallurin fær at vita frá vertinum hjá presti, at hann liggur uppi á loftinum og svevur. Húskallurin so við ferð norður aftur til Viðareiðus at siga prestakonuni frá. Tað kom eisini fyri, at Jens Christian mátti vera lækni, tá ið ikki slapst til lækna fyri veður. Eina ferð kom ein maður til hansara við einum fingri sum svall. Prestur skar svullin og reinsaði hann, og fingurin gjørdist frískur, meðan tað gekk verri hjá øðrum, sum fóru til lækna fyri tað sama. Hetta gjørdi sítt til at skapa virðing fyri Jens Christian. Tað var eingin løn til prestin fyrsta árið. Hana fekk einkjan eftir undanfarna prestinum Wesenberg, umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Men avtalað varð við Faktorin, keypmannin í Klaksvík, at tey frá honum skuldu fáa alt teimum tørvaðu. Afturfyri skuldi hann fáa fiskin, sum húskallarnir veiddu og alt, sum varð bundið á prestagarðinum. Hetta árið var talan um 240 troyggjur. Á Viðareiði fingu tey sonin Jens. Men hann doyði heilt lítil og varð jarðaður á Viðareiði. Hansara grøv sæst enn. Viðingar vóru trúgvir at røkja grøvina nógv ár eftir, at tey fluttu haðani. Tað var í 1874, at A.C. Lützen doyði, meðan hann helt talu fyri kongi, sum var komin á vitjan. Jens Christian kom so at hava jarðarferðina yvir verfaðirin. Anna livdi sum frá leið ikki so væl á Viðareiði. Hon fekk ilt fyri bróstið og læknin helt, at hon toldi ikki tann skarpa vindin á norðuri. Til Hvalbiar og inn á Nes Jens Christian fekk embæti í Hvalba. Hetta kom illa við á Viðareiði, tí teimum dámdu so væl prestin. Í Hvalba var móttøkan frá fólkinum eisini góð. Anna Evensen helt suðringar var meira lættlyntar enn viðingar. Prestagarðurin var í ringum standi. Tí var eisini neyðugt at byggja nýggjan prestagarð. Her var lønin í pengum frá byrjan av. Í Suðuroy var eisini vítt at fara til hinar kirkjurnar í prestagjaldinum, men her var oftast farið til gongu. Aftaná átta ár í Hvalba verður Evensen útnevndur til próst. Próstur skuldi antin búgva á Nesi ella í Havn, og tey valdu Nes. Á Nesi var ein stórur garður, men Evensen hevði ikki hug at fáast við bóndaskap, so hann hevði uppsitarar. Viðurskiftini á Nesi vóru øðrvísi enn aðra staðni tey høvdu búð. Her høvdu tey lærarar til børnini. Her var eisini nógv vitjan. Prestagarðurin hevði fimm bátar. Tann størsta brúkti tey, táið farast skuldi til Havnar. Evensen skuldu røkja sjey kirkjur í prestagjaldinum, og hann var á umreisu seks ferðir árliga. Tá ið hann fór avstað roknaðu fólk vist við góðum veðri. Tey trúu fult og fast, at prósturin kundi ráða veðrinum! Men nú fór Evensen at eldast, og hann orkaði ikki longur alla hesa ferðingina í báti og til gongu. Hann hevði brúk fyri meira Evensenættin: Jens Christian próstur skaraði framúr Vit hava í hesi røðini umrøtt tvey av teimum kendu Evensen-systkjunum í Havn, Joen Peter og Elsebeth Christine. Hesa ferð verður umrøðan av tí yngsta av teimum, Jens Christian, ið gjørdist kendur próstur Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Anna og Jens Christian Evensen