mikudagur 10. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 48 - 10. mars 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Eina hjartans tøkk skulu tit øll hava, sum
gjørdu okkum diamantsbrúdleypsdagin
sera hugnaligan.
Stóra tøkk skulu eisini tit hava, sum
sendu blómur, gávur og á annan hátt
minstust okkum.
Tøkk fyri ein ógloymandi dag.
Blíðar heilsanir
Hanna og Eirik Justinussen
Trond Mouritz Erlingsson, ættaður úr Fámjin,
búsitandi í Svendborg, andaðist á Svendborg
Sjúkrahúsi 5. mars, 82 ára gamal. Jarðarferðin verð
ur úr Fredens Kirke í Svendborg hósdagin kl. 14.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
10. mars. Eðla. Einki halgimenni er við hesum navni,
men sipað verður kanska til enska abbadissu Sanktu
Etelredu, sum doyði 10. mars í 626.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Móttøka var á Salong Mad
onna í Havn mikudagin í
síðstu viku, í sambandi við at
bæði Salong Madonna og
Salong Hárvist í Miðvági
fingu handað diplom sum
grønar salongir.
Tað var Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu, sum handaði dip
lomini til ávikavist Karin
Joensen frá Hárvist og Sús
annu Køtlum frá Salong
Madonna.
Eftir at hava fyrireikað seg
til at gerast grønar salongir,
eru tær báðar salongirnar nú
góðkendar. Fyri at kunna
gerast grønar salongir skulu
salongirnar fylgja nøkrum
ávísum krøvum.
Í sambandi við hesar góð
kenningar hongur eitt grønt
merki í báðum salongunum,
har tað stendur, at arbeitt
verður miðvíst fyri at fara
væl um bæði arbeiðsum
hvørvið og umhvørvið ann
ars.
Bæði leiðsla og starvsfólk
hava verið á skeiði í Dan
mark og nomið sær kunn
leika um kemisku evnini
innan hárviðgerð, eins og
tey hava lært at nýta nýggj
astu tøknina á økinum.
mg
45 og 50 ára føðingardagur
Í sambandi við at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda
vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl.
18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at
boða frá á tlf. 422165 ella 226623 innan 25. mars. Heilsan
Halljón og Elsa Annika Norðskála.
60 ára føðingardagur
Mikudagin 7. apríl 2010 verði eg 60 ár, føðingardagsveitslan
verður hildin í Skálanum í Klaksvík, leygardagin, 10.
apríl kl. 19. Tey sum ynskja at gleða meg við at koma í
føðingardag, verða vinarliga biðin at boða frá við at ringja
ella senda sms til telefon 211988, ella við tposti til isak@
football.fo helst áðrenn 5. apríl. Heilsan Ísak Mikladal,
Klaksvík.
75 ára føðingardagur
10. mars fyllur Torleif Matras, Fosságøta 7, Klaksvík, 75 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
80 ára føðingardagur
11. mars verður Thora Magnussen Tjørnuvík 80 ár. Dagurin
verður hildin 12. mars kl. 18 í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.
Øll eru hjataliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 23. mars hava Heidi og Jan Abrahamsen á
Strondum silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Kelduni
frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Tann 27. mars kl. 12 giftast í Kelduni í Skálafirði, Levi
Tróndarson Nybo, Hvítanes og Birita Ingolfsdóttir Heinesen,
Norðagøtu. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 16. Opið hús
verður kl. 21 í Oasuni, Kirkjustrætið 4, Hoyvík, har øll eru
hjartaliga vælkomin at heilsa uppá brúðarparið.
Brúdleyp
Leygardagin 27. mars giftast Linda
Ziska Jacobsen, Tórshavn og Gunleif
Lyngvej Poulsen, Sandvík. Vígslan
verður í Havnar kirkju kl. 11.
Móttøkan verður í Miðlahúsinum í
Tórshavn frá kl. 1315.30. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen
frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum
við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045
26535429 áðrenn mánadagin 15. mars.
Brúdleyp
Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og
Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju
kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey,
ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051
(Joan) ella 256043, 441603 (Rúni).
Merkisdagar
Grøn hárfríðkan
í Føroyum
Karin Joensen frá
Hárvist og Súsannu
Køtlum frá Salong
Madonna saman við
Heðini Mortensen,
borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu,
sum handaði diplomini
Súsanna Køtlum frá Salong
Madonna saman við
starvsfólkunum Jonu Joensen,
Súsannu Jøkladal og Marin
Johannesen
Birgit Beder og Karin Joensen frá Hárvist í Miðvági