Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 10. mars 2010 13 So gongur tú og roknar teg sum vanligt skilagott menn iskja í hesum sam­ felag num, men bráðliga fært tú at vita frá okkara "væl" skúlaða fólki, at tað er onki skil í tíni hugsan! Føroyska fólkið varð upprunaliga borið uppi av tí, ið jørðin gav. Matur til gerandisdagin. Mangt broyttist her eins og úti í heimi. Hevði tú nokk av peningi, so kundi tú keypa tær alt, ið tú hevði tørv á. Bæði til matna, klædna og marglæti! Føroyar fóru úr bónda­ samfelagnum inn í ídnað­ ar samfelagið. Hetta gav pening til uppihald hjá øllum. Eisini fæloysingum! Høvuðs­ og einasta rá evni at vinna burturúr, var tilfeingið í havinum. Fiskurin. Inntøkan av hesi vinnu hevur ment hetta samfelag til helst millum fremstu tjóðir í heiminum, men við okkara treytum! Mangur úti í heimi mis­ unnir okkum hesa støðu, men tey hava ikki somu søguligu royndir, sum vit, og tí sita tey og droyma um okkurt undur! Í løtuni er fíggjarstøðan í samfelagi okkara vánalig. Sum eg havi nevnt áður, so er kostnaðurin hjá almennu føroyum hvørja ferð settur eftir bestu inntjeningini. Nú inntøkan lækkar, so røkkur ikki til almenna húsarhaldið, og so verður rópt um kreppu! Tað løgna er nú, at lóg­ gevandi í okkara samfelag vilja fáa javnvág í búskapin við at krevja eitt sokallað "tilfeingisgjald" T.v.s. tú skalt gjalda fyri at vera vinnurekandi, umframt at gjalda fyri hýru og rakstur. Tit klóku mugu vera greið yvir, at fíggjarstøðan hjá vinnuni er løgd í eina ávísa legu í mun til vinnu­ inntøku, og sambært kostn­ að av vinnutólum og hýruútreiðslur sambært gjørdar sáttmálar. Mín keðiliga niðurstøða er tí, at í fyrstu syftu nýta ávísir royndir politikkarar neyðina í samfelagnum til ósunt atkvøðugrams, og í aðru syftu royna óroyndir, óbúnir politikarar støðuna til at sína sín persón sum alternativ til næsta val! Mín vón er tí til gagns fyri okkara samfelag, at fiskimaðurin yvirlivir, men at skúlaðu fólkini og óbúni politikarin fáa eina langa pausu at hugsa seg um! Kommunusamskipan Før­ oya fegnast um, at kunn­ gerðin um bunkring í før­ oyskum havnum loksins kemur til hoyringar aftur, eftir at hava ligið í Inn­ lendismálaráðnum síðani 2007. Hóast kunngerðin er eitt stig á rættari leið, so fer kunngerðin neyvan at hava við sær, at trupul­ leikin viðvíkjandi dálking í kommunalum havnum og firðum er endaliga loystur. Kommunusamskipan Føroya fegnast um, at kunngerðin um bunkring í føroyskum havnum loksins kemur aftur til hoyringar eftir at hava ligið í Innlendismála ráð­ num síðani í september 2007. Tað er tó átaluvert at kommunurnar ikki eru kunnaðar um alt tað arbeiðið, sum sambært Landsstýriskvinnuni er gjørt viðvíkjandi kunn­ gerðini hesa tíðina, og sum hon sigur, kemur at seta so stór krøv til havn­ irnar kring landið. Hóast kunngerðin er eitt stig á leiðini at fáa greiðar mannagongdir í samband við bunkring, og í hesum sambandi eisini fer at lætta um, tá ábyrgdin fyri dálking skal leggjast á annaðhvørt veitara ella móttakara, so fáa komm­ unurnar ikki tað lógar­ grundarlag, sum komm­ un unum tørvar fyri at røkja sínar myndug leika­ uppgávur á økinum. Kommunurnar hava fleiri ferðir heitt á Inn­ lendismálaráðið um at taka stig til, at kommun­ urnar fáa eina betri lógar­ heimild at áleggja revsing í samband við dálking. Somuleiðis hava komm­ unurnar biðið um at fáa gjørt ein havnalóg, har ein partur millum annað snýr seg um skilhald á havna­ løgum, men tað spyrst onki burtur úr, og tað hóast uppskot til havnalóg leingi hevur ligið klárt í landsfyrisitingini. Úr einum kommunalum sjónarhorni sær út til, at Innlendismálaráðið brúkar nógva orku at royna at trína fram í umhvørvis­ verndarmálum á altjóða pallinum. Hetta hevur sjálvsagt týdning, men gevur onga meining um havnaløg, firðir og sund her heima samstundis liggja dálkað í olju. Um tú ert á Kaldbaks­ vegnum við Sølvasa garterandi miðjaðara, íðan, tá lena teg afturá og slappa heilt av... hetta er Candle in the Wind” Meðan Amnesty tosar við seg sjálvt um, hví tað ongantíð er ókey at brúka píning, sjálvt tá ið hon kann redda túsundatals av ósekum materialistum og “skeptikarum” undan tí vissa deyða, havi eg borið eyga á, hvussu øll hava lopið um hasa mest bar­ barisku praksisina: Rás 2­tónleikur í almennum rúmi! Tað er nú ikki tað kaffi­ hús, tann handil, hýruvogn­ ur, tannlækni ella hár­ fríðkanarstova, ið ikki er fongd við hesum tunn­ flótandi snori desainað at stilla alt medvit og gera teg fyribils heiladeyðan. Hetta er mestsum óstoppandi, og minka vit ikki um tess útlát við á leið 90 prosentum áðrenn 2020, verður jørðin ein mannleysur staður. Tað krevur ógvusliga planlegging at smoyggja sær undan hesum Phil Collins og Dynamitt­ domineraða vellingi, sum til dømis at krógva seg í eitt longri tíðarskeið og intensiva venjing frá vete­ ranunum úr fronsku mót­ støðurørsluni. Og tá ið so, umsíðir, ein av hesum melodiunum halda uppat, og áðrenn tú klárar at hugsa “áh! endi­ liga ein skái”, fortelur hasin yvirglaði verturin í Rásarúminum tær, “halga sjey, sum tit kunna gleða tykkum til hópin av frá­ líkum tónleiki. Eg hopi forrestin, tit hava ein fantastiskan morgun, og um tú ert á hasum mega­ langa Kaldbaksvegnum við Sølvasa garterandi mið­ jaðara, íðan, tá lena teg afturá og slappa heilt av... hetta er Candle in the Wind.” Tú veitst bara, at um ein jarðskjálvti rakti okkum, hevði himprandi verturin sagt “uppsadeysi, ja, tað skal eg líka lova fyri, Richter­stigin málar 8,3 í morgun, so óansæð um tú ert í ferð við at byggja eitt hús, ella liggur undir einum, so er tað mín vón, at tú fært ein yvirgóðan morgun við okkara legendarisku slagarum. Gloym heldur ikki Firma­ kappingina, ið kemur beint aftaná Hold The Line!” Og alt hetta avbrotið av døgurðatilboðum og lýsing um um flogfrakt, lágorku­vindeygum og termorútum. Skjótt fer kommunan at seta upp hátalarar í hvørj­ um avkróki. Vit fara at hoyra Eyðunsa klassikarar á hvørjari skurðstovu og hvørjum nevndarfundi hjá Eik, meðan kapellið fer at droppa “Hann ský til vagn man velja” til fyrimuns fyri Rás 2, við tí ivasomu avleiðing, at allur mole­ vitturin av eini syrgjandi mannamúgvu fer at standa har í nakrar minuttir við “Knowing Me, Knowing You” og “I Am Flying” rungandi úr hátalara­ anlegg inum, fyri síðani at sleppa sær av við kistuna og rýma... skjótari enn tú klárar siga “Safari”. Hetta er alt eitt úrslit av, at onkur hevur avgjørt, at hesin tónlistarligi køstur er populerur. Men tað er hann ikki. Nøkur fólk lata um seg ganga, tí at nýríkur miðborgarapoppur, um einki annað, altíð klárar at rura lurtaran í hálvkoma, har hin veruliga verðin ikki sleppur framat, og fungerar sostatt eins og morfin hjá teimum at fjara burtur til “Every Breath You Take”, og blídliga bíða eftir at doyggja. Men fá fólk kunnu trúliga njóta hetta. Tað er jú tað sama hvønn hin einasta dag. Tú fert til dømis aldri hoyra nakran siga “Wauw, hoyrdi tú Rás 2 í morgun?”, av tí at tá hevði tú verið noyddur at fylgt tí upp við “Tú trýrt ikki, hvat hendi—Eyðun Klakkstein spældi eitt lag hjá Rick Astley.” Tú kanst ikki eingong flokka tað sum longsuls­ lyndi, tí eingin kann hugsa “Uuuh, frálíkt, Eyðun og steikirnar spæla “My Boy Lollipop”. Eg havi ikki hoyrt hann síðani tíggju minuttir í ellivu, og hon er næstan hálvgum tólv nú; hetta kann ikki passa, kann tað?” Hendingaferð spæla tey Nina Simone, ella Suede, ella okkurt annað við einum ánilsi av tyngd ella seksualiteti. Tíverri ger hetta bara ringt verri, av tí at tey spæla tónleikin sum “fínur” bakgrundstón­ leikur; sovorðin sum tú hoyrir í elevatorunum í Fields, tá ið til dømis Suede er ætlað at vera elektriskt sum berur fanin. Sjálvandi, tað eigur at standa fólki í boði at gera effinett tað, teimum lystir, men tá ið henda “festliga” ella táravætandi skræpa so treytaleyst, og uttan ávar­ ing, verður grýtt at tær frá øllum hugsandi vinklum, so skjótt sum tú traðkar inn í almenna rúmið, endar tú í einum filosofiskum kjaki um frælsi og sosialistiska realismu, ið hevði hildið tann kritiska partin av Setrinum til í áratíggju, sum tey høvdu ætlað um moralsku fylgjuna av at, við makt, fáa tey at lurta eftir Chris de Burghsa “Lady in Bloody Red”. Til tíðir, tá í tí kátara horninum, spæli eg eitt úrval av maniskum norður­ londonskum glamrokki, Fosca til dømis, ella indie­ klassikaran hjá Stone Roses, ella okkurt hjá tí undurfulla Jacques Brel. Men eg hevði ongantíð í verðini skotið upp, at hetta nú eisini skal blásast inn í hvørt kaffihús, móttøku og goymsluhús. Ókey, meðni, kanska hevði eg tað – skal eg vera heilt erligur. Men poengið er, at eg hevði ikki sloppið at gjørt tað. Eg hugsi bara “neyðars medmenniskju, ið skulu lurta at hesum ein heilan dag, hvønn dag”. Stakkala­ dýrini kring fundarborðið hjá Eik høvdu heldur viljað stillað inn á Tannlækni FM, hvørs diskari sigur, “Minnist tú hesa lítlu fram­ tonnina frá 1992, ein apsa­ luttur klassikari – vvvzzzzhhhhh vvvzzzzzvvzzzz.” Sum um tey ikki hava tað nóg ringt... Einasti uggin er, at vit búgva í einum so evarska lítlum landi, tí annars høvdu aðrar útvarpsstøðir gjørt tað sama, enntá víðkað um sín lurtaraskara til hasi yvir 65. Tí tað er presiss soleiðis, einræði byrja. Eg veddi uppá, at um tú spyrt onkran skáps­ kommun ist, um hvussu tað var í Sovjettsamveldinum í 1930, fært tú at vita, at har var ein ordiliga feit útvarps støð, sum spældi nøkur heilt fá tankaleys løg allan dagin tvørvegis bóndagarðarnar, og áðrenn tú visti av, var fólkið í transu við útvarpsvertinum murrandi: “Ókey, tað eru 27 minusgradir har úti, men legg onki í tað; og ert tú við at sálast av at arbeiða í einum saltnámi, sama ger, tí her er Everybody Hurts!” Í veruleikanum er tað so, at eg slettis ikki havi hug at dáma tykkum. Tað er bara tað, at eg kann ikki bara mær at gera tað. Tí onkuntíð uppímillum er tað so óluksáliga herligt at lurta eftir onkrum eins tómum og innbakkin hjá Ólavi Rasmussen við so minimalum feministiskum paranoia, sum yvirhøvur til ber. formaður, Kommunu­ samskipan Føroya Heðin Mortensen Loksins kemur bunkringskunngerðin Tilfeingisgjald?? eyðun MoHr Viderø Hjálp, lættlivandi tónleikur er allastaðni! meining@meyl.fo AggA niclAsen