mikudagur 10. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 • 10. mars. 2010
MIÐvIkaN
17
T
að vóru bert tvey av børnunum
hjá Onnu og Jens Christian,
sum búsettust í Føroyum,
nevniliga Andreas og Johan. Av
teimum er tað bert Johan, sum
eigur eftirkomarar í Føroyum.
Meðan tað er nógv skrivað um
Andreas, so er minni skrivað
um Johan. Hann var eisini ein
merkismaður.
Johan Evensen varð vanliga
kallaður Spinnarin. Hann hevði
spinnaríið við Sandá. Tað var
bygt yvir sjálva ánna og kundi
nýta orkuna í fossinum. Hetta var
eitt sera framkomið hugskot fyri
nærum 100 árum síðani.
Í 2003 hevði FF-blaðið samrøðu
við Elsebeth Christinu Wang
f. Simonsen úr Hoyvík, vanliga
kallað Ebba, sum hevði arbeitt hjá
Johan sum ung genta.
Í september 1931 fór hon
16 ára gomul at arbeiða hjá
Johan Evensen. Hann var
føddur í 1881 og hevði 50 ára
føðingardag, beint eftir, at
Ebba var komin hagar. Jacob
Lützen, mammubeiggi Johan,
innrættaði spinnaríð í Rættará í
1903, og Johan skuldi blaðungur
standa fyri spinnarínum. Jacob
og sonurin, Valdemar Lützen,
góvust í 1908. Johan keypti alla
útgerðina og bygdi virkið við
Sandá, og tað var tá, at hann fór
at nýta vatnorkuna.
Johan hevði verið trý ár í
Týsklandi og hevði útbúgvið seg
sum spinnara har. Mannfólkini,
sum arbeiddu á spinnarínum,
vóru Johan, Edvard Samuelsen,
ættaður úr Horni í Havn, og
Mortan á Argjum. Restin var
konufólk. Elsebeth Christina
hevði avgreiðsluna um hendur.
Men henda gekk fyri seg á gamla
hospitali, sum Johan átti, og har
hann búði.
M.a. skuldi Elsebeth Christina
skriva øll postuppkrøv. Alt varð
sent við postuppkrav, um ikki
annað var avtalað. Hon skuldi
eisini bera umsorgan fyri, at
posarnir við ull vóru væl og
virðiliga merktir, so teir kundu
koma aftur til sín rætta eigara.
Tað var ikki lukkuligt, um hetta
ikki varð gjørt. Men tað kom sera
sjáldan fyri, at merkingin hvarv.
Ull kom allastaðni frá í landinum,
so tað var eisini nógv at halda
skil á.
Ullin skuldi eisini skiljast og
turkast. Hon kundi turkast úti,
men vóru ikki líkindi til tess,
kundi hon viðhvørt verða turkað
uppi á loftinum undir væðingini á
gamla hospitali, áðrenn hon við
hestavogni ella seinni bili varð
koyrd út til spinnaríið at verða
spunnin.
Eisini veving
Umframt at spinna varð eisini
vovið. Hetta var gjørt í 3-4
ymiskum kvalitetum, sum vóru
frá fínum til minni fínt. Hetta var
tweed, ið var tiltikið fyri vakran
lit. Toyið varð sent niður til
Danmarkar at tøva og farga. Tá
tað kom upp aftur, var tað klárt
at verða selt. Hetta virksemið
steðgaði annars, tá sambandið
við Danmark varð kvett í 1940.
Elsebeth Christina hevði fingið
greið boð um, hvussu hon skuldi
avgreiða kundarnar, tá teir komu
at keypa tilfar til buksur. Var
tað til stuttar buksur til stóran
mann, skuldi nýtast 1,1 metur av
klæði. Til ein miðal mann kravdist
1 metur, og til lítlan mann 0,9
metur. Til einar langar buskur
skuldi 0,25 m leggjast afturat.
Johan legði saksin á borðið, og
nú var tað ábyrgdin hjá Ebbu at
klippa. Elsebeth Christina var
í fyrstuni bangin fyri at klippa
skeivt, men hetta bilaði ongantíð.
30 krónur um
mánaðin og weekend
Elsebeth Christina búði heima
hjá Johan og Berghild, sum var
systir Petur Mohr Dam. Hoyvík
var jú langt burturi. Hon fekk
fullan kost og 30 kr. í løn um
mánaðan. Tað var als ikki so galið
tá. Johan og Berghild áttu Onnu
tá, og seinni varð Johan føddur í
1935. Elsebeth Christina var fyri
ein part eisini arbeiðskona heima
hjá teimum. Tað kom eingin við
ull um summarið, men um heystið
var nokk at gera.
Jóan Karl var
góður nokk
Ein maður kom ein dagin at keypa
klæði til buksur. Hann spurdi
eftir Evensen. Elsebeth Christina
pakkaði inn, og segði hvat tað
kostaði. Maðurin hevði verið á
útróðri og hevði ikki pening uppi
á sær. Men Elsebeth Christina
hevði fingið boð um bert at
lata út, um hon fekk peningin í
hondina. Men maðurin segði,
at beint nú lá tað altso fyri hjá
konuni at seyma buksurnar, og
tað kundi ikki klárast, um hann
skuldi heim eftir peningi fyrst.
Elsebeth Christina var rættiliga
í døpurhuga. Hon hugdi uppá
mannin. Hann sá ikki óskikkiligur
út, so hon letur hann fáa klæðið.
Og hon fær at vita, at navnið
var Jóan Karl av Skála, kendur
útróðrarmaður.
Evensen kom seinni og fekk
søguna. Elsebeth Christina segði
sum var. Maðurin sá út til at vera
erligur! Tá flenti Evensen og
segði, at Jóan Karl á Skála var
góður nokk.
Eina tíð hevði Evensen danskan
skræddara, sum m.a. seymaði
klædningar. Evensen spurdi
Elsebeth Christinu, um hon kundi
koma og seyma fóður, og tað
gjørdi hon.
Elsebeth Christina letur væl at
Johan Evensen og eisini konuni
Berghild. Tey vóru stás fólk. Her
fekk hon nakað so forkunnugt
sum weekend, og tá slapp hon
heim til Hoyvíkar. Víst var tað
ikki fyrr enn leygarkvøld, men
kortini...
Var framburðsmaður
Johan var ein
framburðsmaður og
hevði eisini aðrar
Johan Evensen var ein framburðsmaður
➘
A. Andreas Christian, sera kendur prestur og próstur, f. 6.12
1874. Fyrra konan var Nelly Engelsted. Tey vóru barnleys. Seinna
konan var Kristine Sofie Joensen f. 17.9 1885. Tey fingu børnini
Tórarin, Rannva, Gunnhild, Jens Kári og Arnóra.
Í 1903 varð fyri fyrstu ferð prædikað varð á føroyskum í kirkju.
Tað var, tá A. C. Evensen fekk loyvi úr Kirkjumálaráðnum at
prædika á føroyskum í Skopunar Kirkju, eftir at skopuningar í 1902
høvdu savnað undirskriftir við áheitanini.
122 av 146 skopuningunum skrivaðu 122 undir.
6. mars 1902 gava danska kirkjumálaráðið Andreas Christian
Evensen loyvi til at prædika á føroyskum, og tann 20. apríl sendi
Fríðrikur Petersen, próstur, loyvið suður til A. C. Evensen. Óvist er
tó, hvønn dag, prædikan varð hildin, men skopuningar meta, at
tað hevur verið sama várið.
A. C. Evensen tók embætisprógv í 1901 og tók við presta-
embætinum á Sandi í 1902. Hetta starv røkti hann, til hann í 1917
var tilnevndur Føroya Próstur, tá Fríðrikur Petersen doyði. Men
honum untist bert fáar mánaðir í embætinum, tí hann doyði 21.
oktober í 1917.
B. Elisabeth Frederikke f. 12.6 1877. Hon giftist við Søren
Sørensen, lærara og organistur í Bregninge, hagar foreldrini
fluttu, tá ið tey fóru úr Føroyum. Søren var einkjumaður við fimm
børnum. Tey fingu í 1914 sonin Jens, sum gjørdist gartnari i
Assistence kirkjugarðinum í Keypmannahavn. Hann var giftur,
men tey fingu ikki børn. Abbabørn hjá Søren Sørensen hava góð
ummæli av Elisabeth, sum helst er jarðað saman við foreldrunum.
C. Frida Frederikke f. 2.6. 1879. Hon giftist við systkinabarninum
Johan Evensen, og hann var kolonistjóri í Grønlandi, sum fyrr
umrøtt. Teirra børn vóru Elisabeth, Aage, Vagn og Gudmund.
D. Johan Edvard f. 2.10 1881.
E. Johannes Ewens f. 22.2 1885. Giftur við Juttu Mary
Bruun f. 23.10 1886. Fingu børnini Leif og Inga Signe. Hann var
høvuðsgrannskoðari í danska Landbúnaðarráðnum.
Børnini hjá Onnu og Jens Christian
Evensen. Umframt Jens, sum
doyði heilt lítil, vóru tey:
Anna og Jens Christian liggja saman við dótrini Elisabeth
grivin við kirkjuna í Bregninge
Systkinabørnini Johan Evensen og Bodil Davidsen vitjaðu í 2003 Bregninge,
har tey eisini vóru á grøvina hjá ommuni og abbanum. Millum tey stendur
Dorte Lindskov Weiss, sum saman við Esther Djurhuus eigur heiðurin fyri, at
henda søgan er komin fram