Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 48 • 10. mars. 2010 verkætlanir. Eina tíð hevði hann bátin ”Staksafoss”, og ein norðmaður kom upp at føra hann. Tað gekk ikki nakað serligt. Norðmaðurin fór av stað aftur, og Evensen seldi bátin. Um tær ætlanir, sum Johan annars hevði skrivar Petur Háberg í sínum “Hugbirtingum” um sildina: “Tað var eisini ein undangongu­ maður í øllum sínum stillføri, og tað var fabrikanturin, Johan Evensen í Havn, ið hevði virkið úti við Sandá, har bæði var spunnið og vovið. Hann arbeiddi við teirri ætlan at byggja ísvirki sum grundarlag fyri sínum dreymi um at flyta út feskan fisk og undir tí sild. Ikki vóru tað mong, ið vistu hvussu nógv hann hevði virkað og ofrað av peningini, og hvussu nógvar dreymar um framtøk fyri Havnina fóru í grøvina við honum.” Men sjúka kom uppí leikin. Tá seldi Johan spinnaríið til sín felaga Edvard Samuelsen í Horni. Men Elsebeth Christina hevð arbeiði fram til 1. mai 1935, tá hon fór á skrivstovuna hjá royndarstøðina í Hoyvík. Um hetta leitið fingu Berghild og Johan sonin Johan, sum í dag býr í Danmark. Á heysti 1935 doyr Johan spinnarin, og hann gjørdist tann fyrsti, sum varð jarðaður í “nýggja” kirkjugarði í Havn. Johan og Berghild fingu tvey børn. Anna var gift við Gundur Schiller, og tey áttu døturnar Ann­ Britt og Ingun. Ingun livir saman við Eirik Lindenskov. Tey eiga tvey børn Anna og Jónas. Tey trý eru tískil einastu eftirkomarar hjá Onnu og Jens Christian Evensen í Føroyum. Systir Ingun, Ann­Britt, býr niðri og eigur tríggjar gentur. Gundur doyði í 1986 og Anna í 1985. Johan býr niðri og er giftur við Ingelise. Tey eiga trý børn: Lars, Helle og Keld. Minningarorð Tá ið Johan var deyður høvdu ”Nakrar spunakvinnur” hesi minningarorð í Dimmalætting: Tann 26. september frættist tey sorgarboð higar úr Keyp­ mannahavn, at Johan Evensen, fabrikantur, ið stutt framman­ undan var farin til Danmarkar at søkja sær heilsubót, var deyður á ríkishospitalinum aftaná eina operatión. Fyri tey sum ikki vistu, hvussu heilsubrekaður, hann hevði verið gjøgnum langa tíð, máttu deyðsboðini koma ógvuliga illa við. Men eisini hjá okkum, sum arbeiddu hjá honum á ullvirkinum, og tí kendu hann so gott sum nakar, kendust boðini óvæntað og ósigilig tung. Vit vistu, at hann var sjúkur, vistu at hann ofta mátti fara heim mitt í arbeiðstíð og liggja í daga­ og vikuvís. Og meira minnist vit, at hann sjálvur helt fyri, í tí hann segði okkum farvæl til Danmarkarferðina, at hann neyvan kom at síggja okkum aftur her. Kortini dugdu vit ikki at fata, at hann skuldi fara hiðanifrá so brádliga, sum hann fór. Í eftirfylgjandi reglum vilja vit undirskrivaðu fegin siga nøkur orð um okkara gamla arbeiðsgevara til áminningar. Øll sum kendu hr. Evensen vilja vera á einum máli um, at hann var ein sjáldsama blíður og fryntligur maður – altíð kurteisligur og ímøtikomandi. Hann var tann sami móti tí minna sum tí størra. Og soleiðis sum hann var í almanna eygum, var hann eisini sum arbeiðsgevari og fyristøðumaður. Hann tók vanliga sjálvur lut í tí dagliga arbeiðinum á Ullvirkishúsinum. Hann var leiðarin ”respekteraður” og heiðraður, men tó var hann vanur at starvast okkara millum sum ein annar almindiligur arbeiðsfelagi. Tað var týðiligt, at hetta dámdi honum eisini best. Tað hóskaði fyri hann, náttúrligur og likatíl, sum hann altíð var. Tað var í 1910, at hann stovn­ aði tað núverandi Ullvirkishúsið. Húsið var tá 12x14 alin. Í fyrst­ uni vóru bert fáar maskinur, og tær gingu tey fyrstu tíggju árini einans við vatnkraft. Men fyritøkan vaks í stórum, og skuldi virkið kunna ganga soleiðis sum tað átti, mátti húsið víðkast og motorur fáast til maskinurnar. Stutt aftaná kríggið (1914­1918) fekst eisini ein slík víðkan í lag, og ein stórur motorur varð tá keyptur. Ta seinastu stóru útvíðkan gjørdi hr. Evensen fyri gott fýra árum síðan. Húsið er nú 31 alin langt og 28 alin breitt. Har eru fýra sett av karumaskinum, 2 spinnimaskinur, 1 blandimaskina, 3 tvinnimaskinur og 2 vevstólar. Tá ið arbeiðið um veturin er av, plaga o.u. 20 fólk at starvast í Ullvirkishúsinum. At tað viðhvørt kundi verið heldur snópisligt at møta til arbeiðis, áðrenn motorurin var komin, og síggja slúsuna, ið skuldi leiða vatnið, tilfrysta, kann ein og hvør ætla. Hetta kundi í teirri fyrstu tíðini ofta henda um veturin. Og tá summarini komu, til tíðir við øgiligum turki, var eisinu manga ferð ov lítið vatn at fáa. Hesi viðurskifti broyttust skjótt til tað betra, tá fyrsti motorurin var komin. Saknurin yvir okkara gamla arbeiðsgevarara kundi ikki verið størri, um tað var ein av okkara egnu, ið var deyður. Og í takksemi vilja vit minnast ta tíð, hann arbeiddi saman við okkum. Hann sendi okkum heilsu aftan á at vera innlagdur á ríkishospitalið. Eitt seinasta dømi um hansara hjartaliga sinnalag yvirfyri sínum arbeiðarum. Heiður veri við minni hansara. F.v. Frida, dóttir Jens Christian, Johan, sonur spinnaran, Elisabeth, dóttir Fridu, Anna dóttir Spinnaran, Berghild, kona Spinnaran Spinnaríið, sum royndi at útvinna vatnorkuna Johan Evensen, spinnarin, gjørdis bert 54 ára gamal Komandi og fyribils seinasti partur í hesi røð er um Ebbu Müller, sum var ein heilt serlig kvinna Hetta eru teir eftirkomarar, sum Anna og Jens Christian eiga í Føroyum. F.v. Jónas, Ingun og Anna