Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. mars 2010 – Nr. 48 Arsenal prógvaði í gjár, at lið ið avgjørt skal takast í álvara í ár, samstundis sum Nicklas Bendtner svar aði atfinnarum sínum aft ur við trimum málum, tá Arsenal við sannførandi 5-0 sigri á heimavølli móti Porto spældi seg í fjórðingsfinalurnar í Champ ions League Tað gongur skjótt fyri seg í fótbólti. Leygardagin brendi danski fram­ herjin, Nicklas Bendtner, fýra upp­ lagd ar møguleikar, tá Burnley var á vitjan. Fjølmiðlarnir vóru skjótir at seta spurnartekin við 22 ára gamla dan an, men í gjár svaraði Bendtner so sjálvur aftur. Hann fekk tríggjar møgu leikar og skoraði trý mál! – Hatta var fantastiskt! Tað er langt síðani, at eg havi skorað hat­ trick. Eg hevði lagt dystin leyg ar­ dag in aftur um meg, og hugsaði bara um dystin í dag. Sigurin gevur okk um nógv sjálvsálit. Vit vilja vinna Champ ions League, tí tað hevur felag ið ongantíð megnað, segði Bendt ner eftir dystin. Tá tað undan dystinum gjørdist greitt, at liðskiparin og snún ings­ depil in á Arsenal­liðnum, Cesc Fabre gas, ikki fór at verða tøkur, kom spurningur: Klárar Arsenal seg utt an Fabregas? Liðið hevði jú tapt fyrra dystin 2­1, men venjarin, Arse­ ne Wenger, segði undan dysti num, at tað var ongin umbering, at Fabre­ gas var skaddur. Tvær málperlur Arsenal prógvaði allan dystin ígjøgn um, at liðið eisini klárar seg utt an Fabregas. Maðurin, ið avloysti hann á miðjuni, var Samir Nasri. Um ­ framt at spæla ein góðan dyst, so skoraði hann eisini eitt fram úr skar­ andi mál til 3­0. Við einum ein mans­ avriki dribblaði Nasri fram við helm­ ing inum av Porto­spælar ar unum, og endaði við at smekka bólt in á aftaru stongina og inn úr spísk um. Tríggjar minuttir seinni vísti Arse­ nal ein aðra síðu av vakra fót bólts­ spælinum. Eftir eitt hornaspark til Porto, fór Arsenal í mótálop. Verjan hjá portugisunum kláraði slett ikki at fylgja Andrei Arshavin, ið legði bólt in fyri føturnar á Emmanuel Eboue, sum dró fram við mál manni­ num og skoraði. Tvey mál, ið vístu Arse nal, tá liðið er best. Eftir dystin var venjarin hjá Arse­ nal, Arsene Wenger, væl nøgdur, men hann spardi tó eitt sindur upp á rósandi orðini til Nicklas Bendtner. – Vónandi fær Bendtner ikki alt ov gott sjálvsálit av hesum, men tað er gott fyri hann. Eg eri glaður hansara vegna. Hetta vísur eisini, hvussu skjótt tað gongur í fótbólti. Vónandi gev ur hetta honum hug at arbeiða harð ari, segði Wenger við einum smíli, samstundis sum hann stað­ festi, at hann ikki ræðist at møta ein­ um enskum liði í fjórðingsfinaluni. Nicklas Bendtner skreiðar her bóltin í mál til 1-0, sum skuldi vísa seg at gerast bara tað fyrsta av trimum málum hjá honum – og tað fyrsta av fimm hjá Arsenal ímóti Porto í gjárkvøldið Mynd: Ian Kington/Polfoto Bendtner í røttum málrúsi argetrondur@ofit.net Tróndur Arge Robben- perla bjargaði Bayern Tað sá leingi út til, at Fiorentina fór at koppa týska risanum úr Bayern München. Italska liðið var á odda bæði 2-0 og 3-1, men tá avtornaði, komu týskararnir víðari Fiorentina skuldi á heimavølli í Firenze venda einum 2­1 tapi móti Bayern München, fyri at koma víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Og tað sá eisini út til at ganga eftir ætlan, tá Juan Vargas legði Fiorentina á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki økti Stevan Jovetic til 2­0, áðrenn Mark van Bommel minkaði um munin til 2­1. Stevan Jovetic kom aftur á máltalvuna løtu seinni, tá hann gjørdi tað til 3­1, men minuttin seinni skoraði Arjen Robben eina perlu av einum máli. Hann dribblaði fram við fleiri Fiorentina­spælarum og smekkaði bóltin í handara mál horn. Hetta málið sendi Bayern München í fjórðingsfinaluna. Samanlagt endaði tað 4­4, men týska liðið skoraði fleiri mál á útivølli og kemur sostatt víðari. tróndur Risalønir í Rosenborg Norska stórfelagið, Rosenborg, skal í ár rinda spælarum og starvsfólkum yvir 90 milliónir krónur í lønum, og tað hevur fingið fyrrverandi leiðsluna í felagnum at tala at, tí stóri lønar­ vøksturin í felagnum ger, at Rosenborg eitt nú hevur tvær ferðir so stórar lønarútreiðslur sum tvey av hinum størru feløgunum, Vålerenga og Stabæk. FA kannar Gerrard Liverpool­liðformaðurin, Steven Gerrard, verður nú kannaður av enska fótbóltssambandinum, FA, eftir at hann mánakvøldið vísti dómaranum í dystinum ímóti Wigan tveir fingrar, tá hann fekk eina ávaring. Sum um tað ikki var nóg ringt, at Liverpool tapti dystin, kann tað nú eisini enda við karantenu til Gerrard.