Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 10. mars 2010 – Nr. 48 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 – Samstundis sum vit hava al samt fleiri kappingar og fleiri íðkandi, fáa vit eisi ni meira brúk fyri fólk um at hjálpa okkum við prak tisk­ um uppgávum, tá kapp­ ingar eru, sigur Tóra Øre Han sen, ítróttarskrivari hjá ÍSB Síðstu árini er virksemið hjá Ítróttar­ sam bandinum fyri brekað vaksið mun andi. Bæði, tí fleiri eru farin at íðka ítrótt, men eisini, tí ítróttar­ grein ir nar eru blivnar fleiri. Nú skip­ ar ÍSB árliga fyri fleiri kappingum í bæði boccia, svimjing, frælsum ítrótti og borðtennis. Samstundis er tørvurin á hjálpar­ fólkum til kappingarnar eisini vaks­ in, og tí roynir ÍSB nú at koma í sam­ band við fólk, sum vilja rætta eina hjálp andi hond, tá kappingarnar eru. – Samstundis sum vit hava alsamt fleiri kappingar og fleiri íðkandi, fáa vit eisini meira brúk fyri fólkum at hjálpa okkum við praktiskum upp­ gávum, tá kappingar eru. Nú skipa vit fyri í minsta lagi trimum kapp­ ingum um árið í hvørjari av ítróttar­ greinunum, og tað krevur altso fleiri hjálparfólk til kappingarnar, sigur Tóra Øre Hansen, ítróttarskrivari hjá ÍSB. Hon sigur, at tað eisini ger seg gald andi, at onkur av teimum, sum trú l iga hava hjálpt til, eru flutt uttan­ lands, og at ÍSB tí vónar at finna onnur, ið kunnu koma í teirra stað – umframt gjarna nøkur fleiri aftrat. Onkran at heita á – Øll kunnu bjóða seg fram, tí vit seta ikki nakrar serligar treytir, tí tað snýr seg fyri tað mesta um sovorðið, sum at taka tíð og syrgja fyri, at ítróttarfólkini koma upp á pláss. Venjar arnir eru ofta upptiknir av teim um, sum er í kapping, so tí hava vit brúk fyri øðrum, ið kunnu hjálpa okkum at fáa alt at ganga, sum tað skal, sigur hon. Eitt nú er ætlanin at útbúgva nakr ar boccia­dómarar, og ítróttar­ skrivarin hjá ÍSB sigur, at er tað onk­ ur, ið hevur hug at hjálpa til á tí øki­ num, so ber til at koma á skeið. Og hava fólk kunnleika til onkra av ítróttargreinunum, kunnu tey sjálv­ andi eisini sleppa at hjálpa meira ítøki liga til. – Tað stutta av tí langa er, at vit ikki endiliga vilja hava, at fólk skulu binda seg til so og so nógv, men at tey kunnu vera til at heita á hjá okk­ um, tá brúk er fyri einari hjálpandi hond. Er tað ongur, sum hevur hug til tað, er bara at venda sær til ÍSB, sig ur Tóra Øre Hansen. Fundast um kvinnufótbólt Í annaðkvøld, frá klokkan 18 og einar tveir tímar fram, verður fundur í FSF­húsinum, har feløgini í 1. og 2. deild hjá kvinnum fara at fundast um kvinnufótbóltin. Hvørt av feløgunum kann hava trý umboð við á fundin, sum stutt hyggur aftur á kappingina í fjør, men mest snýr seg um komandi kapping, áðrenn tikið verður samanum at enda. Sverri segði seg frá Tórshavnar Súkklufelag hevur havt aðalfund, og har hendi tann broyting í nevndini, at Sverri Mohr Edvinsson seg frá, og í hansara stað var valdur Ingemar Johansen. Geyr Gilsteinsson og Eyðfinn Lenvig halda fram í nevndini, og Geyr tekur enn eitt tørn sum formaður. Tiltakslimir eru Esmar Joensen og Torkil Veyhe. Líkt er til, at fimtanda útgávan av súkklu kappingini, Kring Føroyar, verður tann størsta nakrantíð. Hóast góð tíð enn er at melda seg til kapp­ ingina, hevur áhugin longu víst seg at verið munandi størri, enn hann plagar at vera hesa tíðina á árinum. – Enn eru meira enn fýra mánaðir, til kappingin verður, men kortini hava longu 24 súkklarar meldað seg til kappingina. Tað er eitt óhoyrt høgt tal so tíðliga, og tá skulu vit hava í huga, at fleiri av okkara egnu súkklarun og teir úr Íslandi enn ikki hava meldað seg til, sigur Geyr Gil­ steins son, formaður í Tórshavnar Súk k lu felag og fyriskipari av kapp­ ing ini. Í ár verður kappingin frá mikudegi 21. juli til sunnudag 25. juli, og súkklað verður eftir stórt sæð sama leisti sum vanligt. Tó er tann broyt­ ing hesa ferð, at nú verður farið í Vágar nar fríggjadag í staðin fyri í Sand oynna, sum vanligt hevur verið. Kring Føroyar var í fjør fyri fyrstu ferð skipað sum liðkapping, og tað gjørdi kappingina munandi meira spenn andi og áhugaverda. So er aft­ ur hesa ferð, umframt at kappingin framvegis eisini er ein ein stak ling­ ak apping fyri menn, mansunglingar, kvinn ur og veteranar. hil Væl mannað Kring Føroyar ÍSB søkir hjálparfólk einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Fyri ein og hvønn, ið ber brek, skal tað vera heilt náttúrligt at søkja sær styrk kropsliga, heilsuliga og sosialt í einum hóskandi ítrótti. Ítróttur og rørsla er heilsugott, minkar um strongd, gevur vælveru og økir um sjálvsvirði og sjálvsálit. Ítróttur er og skal tí vera fyri øll. ÍSB arbeiðir fyri at fáa øll við breki at røra seg. Tað veri seg sum motión­ ella kappingarítrótt. FAKTA Tað er óhoyrt, at 24 súkklarar eru meldaðir til súkklukappingina, Kring Føroyar, so tíðliga á árinum, so okkurt bendir á, at talan kann gerast um metstóra luttøku í ár Mynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir ÍSB skipar fyri í minsta lagi trimum kappingum um árið í boccia, svimjing, frælsum ítrótti og borðtennis, og ynskir ÍSB at fleiri hjálparfólk til kappingarnar Mynd: ÍSB