Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Seinnapartin sunnudagin verð ur fótbóltsárið av álvara skotið í gongd, tá før oya meistararnir í HB og steypa vinnararnir í Víkingi hitt ast í Gundadali til ár sins Stórsteypadyst, ið sam stund is er til frama fyri væl ger andi endamál Hetta er fjórða árið á rað, at Lions Club í Føroyum saman við Fótbólts­ sam bandi Føroya skipar fyri Stór­ steypa dysti millum føroya meist ar­ ar n ar og steypavinnararnar frá ári­ num fyri. Dysturin, sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali sunnudagin klokk an 15, verður millum HB, sum er føroyameistari, og Víking, sum er steypa vinnari, og vinnarin sunnu­ dag in fær stóra Lions­steypið í varð­ v eitslu komandi árið. HB hevur havt steypið hetta síðsta árið, tí liðið í fjør vann 3­1 á EB/Streymi, sum eisini var við í 2008, tá tað tó gjørdist til eitt 0­4 tap fyri NSÍ. Í fyrsta stórsteypadystinum, sum var í 2007, vann B36 á HB eftir brots sparkskapping, sum mátti til, tí tað eftir teir 90 minuttirnar stóð á jøvn um 1­1. Til gott endamál Sum vanligt, fer ágóðin frá dystinum til vælgerandi endamál, og hesa ferð hevur Lions Club gjørt av, at peng arnir skulu fara til felagsskapin KRIS, sum veitir teimum hjálp og veg leiðing, sum hava verið fyri kyns­ li g um ágangi. Undanfarnu árini er ágóðin frá Stór steypa dystinum farin til verk æt­ lan ina »Tú hevur rætt« hjá Barna­ bata, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keyp mannahavn og ung dóms­ deildina hjá Føroya Barnaheimi. Atgongumerkjaprísurin er tann van ligi, 70 krónur, men fólk eru væl­ komin at lata meira, um tey hava hug at stuðla endamálinum. Í hálvleikinum og eftir dystin er møgu leiki fyri at fáa ein kaffimunn í FSF­húsinum. Fyrireikingarnar av Stór steypa­ dystinum eru býttar soleiðis, at Fót­ bólts samband Føroya tekur sær av tí fótbóltsliga, og Lions Club í Fø r­ oyum skipar so fyri øllum hinum, sum er rundan um dystin. hil ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. mars 2010 HB, sum vann Stórsteypadystin í fjør, er aftur í ár í finaluni, sum hesa ferð verður ímóti Víkingi Mynd: Sofus D. Johannesen – At vinnarin í okkara bólki sleppur at spæla finalu í Keypmannahavn, samstundis sum EM-endaspælið er har, man vera størsta avbjóðingin, føroyskir spælarar kunnu fáa júst nú, heldur landsliðsvenjarin hjá hondbóltskvinnunum, Claus Rasmussen Fyrst í næsta mánaði fer kvinnu­ landsliðið í hondbólti til Tallin í Estlandi, har liðið skal spæla tríggjar dystir í Challenge Trophy­kapp­ ingini. Fyrsti dysturin er fríggj­ akvøldið 2. apríl ímóti vertstjóðini, Es t l andi, og síðani verður spælt leyg ar dagin 3. apríl ímóti Finnlandi og sunnumorgunin 4. apríl ímóti Mol dova. Fyrireikingarnar hava verið í gongd í eina tíð, og ein liður í tí var vitjan in av danska U18­landsliðnum í februar, sum vann heili 32­20 á før­ oyska liðnum. Harumframt eru reglu ligar venjingar alla tíðina, og nú fríggjakvøldið skulu hond bólt s­ kvinnurnar aftur venja í Kollafirði. – Vit venja hart og royna at fáa tað síðsta upp á pláss, so vit kunnu hava góða verju, góða kontrafasu og gott álopsspæl, tá vit fara til Estlands. Samstarvið og samspælið millu m spælararnar á vøllinum hev­ ur sera nógv at siga, so tað leggja vit stóran dent á nú. Kropsliga venj ing­ ar støðan skuldi verið nøkulunda í ordan hjá spælarunum nú, sigur Claus Rasmussen, landsliðsvenjari. Av mótstøðuliðunum er Finnland tað, hann kennir mest til – millum annað, tí Føroyar fyrr hava spælt ímóti finska liðnum. Júst hesin dyst­ urin, ið er tann mittasti av teimum trim um, kann sambært venjaran gerast lykladysturin í bólkinum. – Eg havi fingið lyfti um, at eg skal fáa ein dvd við finska liðnum, so vit kunnu kenna tað uppaftur betur, sig ur Claus Rasmussen, ið heldur hesa Challenge Trophy­kappingina vera eina serliga stóra avbjóðing hjá landsliðnum og spælarunum. – At vinnarin í okkara bólki slepp­ ur at spæla finalu í Keyp man nahavn ímóti vinnaranum í hinum bólki­ num, samstundis sum EM­ enda­ spælið er har, man vera størsta av bjóðingin, føroyskir spælarar kun­ nu fáa júst nú. Tað hevði verið fan­ tast iskt fyri bæði kvinnurnar og før­ oyskan hondbólt. Í hinum bólkinum eru Ísrael, Ky pros, Armenia og Malta, og tann bólk urin verður avgreiddur í Ísrael um eina góða viku, frá 19. til 21. mars. Stórsteypadysturin byrjar árið Størsta avbjóðingin einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Venjarin hjá kvinnu lands­ liðnum í hondbólti, Claus Rasmussen, leggur í hesum døgum síðstu hond á fyri­ reik ingarnar til Challenge Trophy­kappingina í Estlandi fyrst í næsta mánaði Mynd: Álvur Haraldsen