Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2010 Bretskur Fritzl Í meiri enn 25 ár hevur ein maður í Bretlandi gjørt seg inn á tær báðar genturnar, sum hann eigur. Hann hevur neyðtikið tær fleiri ferðir. Blaðið The Times skrivar, at genturnar hava verið við barn 18 ferðir. Níggju ferðir kastaðu tær burtur, tvey børn vóru deyðfødd, og tvey av teimum sjey børnunum, sum eru á lívi, hava likamlig brek. Tann 56 ára gamli maðurin hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing. Í gjár bóðu teir bretsku myndugleikarnir um umbering fyri, at teir sviku familjuna. Tað er komið fram, at 25 ymsir myndugleikar høvdu samband við familjuna, uttan at nakað bleiv gjørt. Hvørt sín veg Mangar eru søgurnar um fólk, sum ferðast við flogfari úti í heimi, og sum standa við ongum viðføri, tá tey halda seg vera komin vegin fram, tí at viðførið er farið onkran annan veg. Hetta hendi millum annað í gjár, tá tvey flogfør hjá íslendska flogfelagnum Icelandair fóru úr Íslandi til ávikavist Keypmannahavnar og Oslo. Ferða­ fólkini komu hagar, tey høvdu ætlað sær, men tað vísti seg, at viðførið hjá teimum, sum vóru farin til Oslo, var endað í Keypmannahavn og øvugt, skrivar Morgunblaðið. Lærarafelagið hevur ein sterkan illgruna um, at samgongan hevur eina fjalda dagsskrá við ætlanini at umleggja føroyska fólkaskúlan og tí er ætlanin við at syndrast Fólkaskúlin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Stórfingna ætlanin hjá Helenu Dam á Neystabø um at umskipa allan tann føroyska fólkaskúlan, er við at verða bumbað í knús. So avgjørdur er Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag. Tað var annars við opnum sinni, at Lærarafelagið tók undir við Helenu Dam á Neystabø, tá ið hon kunngjørdi ætlanina um ein umfatandi skúlareform, har skúlar skuldu samanleggjast og samskipast og skúlarnir skuldu fækka munandi í tali. Endamálið var at spara pening! Men landsstýriskvinnan legði dent á, at spardi pen­ ingurin skal verða verandi í skúlaskipanini. Men við umleggingunum fer at bera til at fáa ein nógv betri fólkaskúla við tað, at játt­ anin verður gagnnýtt betri til eina betri undirvísing. Landsstýriskvinnan var sannførd um, at hetta er einasti máti at lyfta fólka­ skúlan upp á eitt hægri støði, tí tað er ikki væntandi, at játtanin fara at hækka nakað serligt tey næstu árini. Fjald dagsskrá ­ Hetta var ein ætlan, sum Føroya Lærarafelag tók fult undir við og sum felagið var sinnað at samstarva við landsstýriskvinnuna um, sigur Magnus Tausen. Men nú hevur Lærara­ felagið ein sterkan illgruna um, at samgongan arbeiðir við eini fjaldari dagsskrá. ­ Vit hava ein illgruna um, at veruliga endamálið við at umskipa skúlan, er at spara pening, sum síðani skulu brúkast til at typpa hol aðrastaðni í fíggjarlógini við, sigur Magnus Tausen. Hann sigur, at tað eru ymsar fráboðanirnar úr politiska umhvørvinum seinastu tíðina, sum hava kynt uppundir illgrunan um, at veruliga endamálið við at leggja skúlar saman, er ikki at frígeva pengar, sum síðani skulu verða ver­ andi í skúlaskipanini fyri at lyfta skúlan upp á eitt hægri støði. ­ Vit hava ein sterkan illgruna um, at endamálið er eina og aleina at finna sparingar, sum so skulu brúkast til at fíggja ymisk hall aðrastaðni á fíggjar­ lógini við. ­ Sostatt fara sparingarnar ikki at koma fólkskúlanum til góðar og so er endamálið við umskipingini eisini fokið. Magnus Tausen leggur dent á, at hann ivast ikki í, at sjálv hevur landsstýris­ kvinnan í mentamálum spælt við púra opnum kort­ um og at hennara veruliga ætlan er, at styrkja skúlan. ­ Tað hevur alla tíðina verið grundarlagið undir samskiftinum millum lær­ arafelagið og mentamála­ ráðið um skúlareformin. Tað eru meiri fráboðanir frá øðrum kreftum í sam­ gonguni, sum ørkymlað hann. Í sambandi við fíggjar­ lógina hevur landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum beinleiðis nevnt í fjøl­ miðlunum, at fólkaskúlin skal umleggjast fyri at útvega eina sparing fyri at minka hallið á fíggjarlógin. Samstundis hevur fólka­ flokkurin gjørt seg til tals­ mann fyri lønarsteðgi og fyri at skerja almennu útreiðslurnar. Samstundis verður alsamt tosa um, at almenni geirin skal minka. Dottið sundur Magnus Tausen sigur, at so er alt endamálið við skúla­ reforminum dottið sundur. ­ Tað verður greiðari og greiðari fyri okkum, at veruliga endamálið við umleggingini er at finna ein posa við pengum, sum skal takast burtur úr skúlaverki­ num og avleverast til landsstýrismannin í fíggjar­ málum, so at hann kann brúka peningin til at minka hallið á øðrum økjum á fíggjarlógini við. Magnus Tausen staðfestir, at hetta hevur gjørt, at hugurin hjá Lærarafelagnum at vera við í skúlareform­ onum, er við at fella heilt burtur. ­ Tað er ótrúliga ørkyml­ andi, at politisku fráboð­ anirnar um sama mál eru so ymiskar. Rokning til børnini Hann leggur dent á, at Lærarafelagið fer ikki at vera við í eini ætlanin, sum hevur til endamáls at drena skúlaskipanina fyri pengar. ­ Vit vera ikki við í eini slíkari ætlan, uttan at vit fáa politiska trygd fyri, at penga­ rnir, sum verða spardir, verða verandi í skipanini. Formaðurin í Lærara­ felagnum sigur, at hann kundi væl ført fram, at skúlaverkið hevur brúk fyri væl størri játtan. ­ Men sum støðan er nú, skilir hann, at rúm verða ikki fyri at hækka játtanina nakað serligt. Men so mikið størri týdn­ ing hevur tað, at játtanin held­ ur ikki minkar, men verður gagnnýtt sum frægast. ­ Næstan allar útreiðsl­ urnar til skúlaverkið eru læraralønir og tað slepst ikki uttanum at hvør einasta króna, sum verður skarvað av játtanini til skúlaverkið, er ein króna, sum verður tikin frá undirvísingini. Og sostatt er tað ein rokning til eitt barn, sum ikki hevur nóg nógv frammanundan. Berjast við hond og fót Magnus Tausen vísir á, at hesi næstu nógvu árini, hækkar útreiðslan til skúla­ verkið einar 2,5 milliónir um árið, bara til eftirløn til sáttmálasettu lærararnar, sum verða settir í starv fyri tænastumannasettar lærarar og til broytingar í sambandi við starvsaldur. ­ So bara tað, at játtanin stendur í stað, førur við sær, at játtanin til undirvísingina minkar næstan 2,5 milliónir um árið. ­ Bara fyri at halda støðið, skal játtanin til skúlaverkið sostatt hækka næstan 2,5 milliónir um árið. Og tá er enntá ikki rokna við einari krónu í lønarhækking til lærarar. Hann leggur dent á, at kravið frá Lærarafelagið verður sostatt, at trygd skal fáast fyri, at játtanin til skúlaverkið í minsta lagi verður varðveitt. ­ Tað er øgiliga grund­ leggjandi fyri okkum og fáa vit ikki hesa trygdina, fara at vit at arbeiða við hond og fót ímóti skúlareforminum og ímóti hvørjari krónu, ætlanin er at skarva av játtanini. ­ Men fáa vit tað trygdina, skulu vit ganga í fremstu røð at seta reformin í verk, leggur hann afturat. Ætlanin at leggja skúlar saman er bumbað í knús Fáa vit ikki neyðugu trygdina frá politisku skipanini, fara vit at arbeiða við hond og fót ímóti ætlaða skúlareformninu, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at eftir hansara tykki skal játtanin til fólkaskúlan ikki lækka, men geva nakað lyfti vegna samgonguna, kann hann ikki Fólkaskúlin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Játtanin til skúlaverkið skal ikki lækka. Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann tekur fult undir við, at endamálið við ætlaða skúlareforminum skal vera, at upphæddin, sum verður spard, skal ikki takast úr skúlaskipanini, men skal brúkast til at styrkja skúlan við. Hóast landsstýrismaðurin ikki heldur, at tað er ráðiligt at lækka játtanina, tosar hann um, umleggingin kann gera, at játtanin kann frystast føst í nøkur ár. ­ Og tað í sær sjálvum er ein stór sparing og hetta er tann sparingin, eg havi sipað til, sigur hann í stuttari viðmerking. ­ Eg eri púra samdur í, at endamálið við skúlareforminum skal ikki vera at typpa hol onkra aðrastaðni í fíggj­ arlógini, men skal brúkast til at styrkja pedagogiska tilboðið í skúlanum. Tú heldur hann ikki, at hald er í illgrunanum, sum læarafelagið luftar í greinini omanfyri. Men kanst tú lova formanninum í lærarafelagnum, at samgongan ikki fer at brúka hetta høvi til at lækka játtanina til skúlaverkið fyri at bøta um hallið á fíggjarlógini. ­ Eg kann lova tað, so langt, sum eg kann ávirka, men at geva nakað lyfti fyri alla samgonguna, kann eg ikki, váttar Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgard er rørandi samdur