hósdagur 11. mars 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 11. mars 2010
5
Úr Áarstovu komu Áarstovubrøðurnir. Mætu skald okkara, Janus og
Hans Andrias Djurhuus, vóru bornir í heim í tí lítla og eyðmjúka
húsinum, sum krøkti seg fast millum Havnará og Áarvegin,í gomlu
Havnini.
Veik og vesæl lá Áarstova sum næsti granni undir Amtmansborgini,
men inni birtist skaldskapurin og tónleikurin. Áarstova var
savningarstaðurin hjá teimum ungu havnarmonnunum, sum brendu
fyri listini seinast í 19. øld. Har komu Geilabrøðurnir á gátt, Bakar
Hansen, sum birti undir eitt blómandi tónleikatíðarskeið, og ungi
skúlalærarin Christian Ludvig Johannessen.
Úr Áarstovu høvdu Janus og Hans Andrias stutt inn til farbróðurin Dia
áVertshúsinum, sum átti Hotel Djurhuus.
Áarstova er ikki longur. Húsið er burtur, men týdningurin stendur eftir.
Áarstova í dag er reist úr søgunum, minninum og stóra týdninginum,
sum teir tríggir Dia, Janus og Hans Andrias Djurhuus høvdu fyri
Havnina og hava fyri Føroyar í dag.
Vertshúsið og Hotel Djurhuus var savningarstað í Havnini í teimum
døgum.Tann tíðindafróði Dia áVertshúsinum segði søgur og
skrøggaði um stóru verð. Hann var miðdepilin, sum dró fólk úr øllum
samfelagnum og úr øllum londum til sín.
Har varð skift orð um mentanarviðurskifti og politik, har var rúm fyri
øllum. Søgurnar siga um skotskar lordar, hálendskar greivar og
drigin at Dia og søgunum uttan úr heimi.
Saman við Áarstovu varVertshúsið, Knútsstova og Hotel Djurhuus
staðið har alheimurin rann saman við tí heimliga, eitt frírúm har
mentanarlív, tónleikur, skaldskapur, politikkur og gerandislív vuksu
saman í eina hægri eind, og har býur og bygdin funnu saman.
Vit vita, at íblásturin og andin frá teimum, sum undan fóru, enn livir.
Vón okkara er at Áarstova skal gerast savningarstaðurin einaferð enn
12 og 13 marts
Tlf. 33 30 00
Upplatingartilboð
5 Rættir
við víni og øli
650,-
prkuvert.
Einans
ÍVERKSETAN
Tíindaskriv
Vinnumálaráðið hevur valt
nýggjan nevndarlim í nevnd
ina hjá Íverksetarahúsinum.
Talan er um Finn Jóhannesen,
sum er ættaður úr Klaksvík,
men búsitandi í Suðuroy. Finn
er íverkseti við Stóra Í. Hann
eigur og rekur Vilt í Suðuroy.
Eisini rekur hann heilsøluvirk
semi.
Íverksetarahúsið
eigur
virknan lut í at tryggja eina
samanhangandi íverksetara
skipan og er ábyrgdarhavari í
fleiri átøkum hjá landsstýr
inum at menna hesa. Millum
annað kann nevnast, at fáa
undirvísingarverkið at gerast
ein meira virkin partur at ala
fram íverksetarahugburð.
Finn Jóhannesen er ein
fongur hjá Íverksetarahúsin
um. Hann er ein eldsál, sum
fer at gera stóran mun hjá
okkum. Vit fegnast um, at
sleppa at arbeiða saman við
Finn um íverksetan í Føroy
um, sigur Kitty May Ellef
sen nevndarforkvinna.
Hinir nevndarlimirnir í
Íverksetarahúsinum
eru
Kitty May Ellefsen, nevnd
arforkvinna og Hilmar Sam
Lamhauge. Rani Nølsøe er
stjóri.
Finn Johannesen nevndina
í Íverksetarahúsinum
Klaksvík er partur av
einum virknum skúla
samstarvi við vinar
býir sínar, Sisimiut,
Kópavog, Odense,
Tróndheim, Norr
køping og Tampere
SAMSTARV
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í hesum døgum eru umboð
fyri vinarbýir Klaksvíkar á
vitjan í sambandi við fund í
skúlasamstarvinum,
sum
Klaksvík hesaferð er vertur
fyri.
Klaksvíkar býráð sigur í
tíðindaskrivi, at hetta sam
starvið, sum varð sett á
stovn í 1995, er partur av
vinabýasamstarvinum mill
um hesar kommunur. Sam
starvsavtalan hevur heitið
”Nordisk Platform”, har
ásett er, hvussu samstarvað
verður um útbúgving, ment
an, vinnulív og umhvørvi í
vinarbýarhøpi.
Í tráð við hesa avtalu hev
ur síðani 1996 verið eitt
virkið samstarv millum fólka
skúlar í vinarbýunum. Skúla
stjórar hittast regluliga, sama
gera lærarar, og so er eisini
avtala gjørd um setursskúlar,
ið skifta millum vinarbýirnar
hvørt ár. Talan er um 8. flokk
ar, ein úr hvørjum vinarbýi,
sum hittast. Í ár hevur Norr
køping boðið inn til seturs
skúla 20. – 24. sept. 2010.
Samskiparar í skúlahøpi
hava í vikuni havt fundir í
Klaksvík, har ætlan nú er
løgd fyri víðari samstarvið
3 ár fram. Eisini er avtalað,
hvørji málsøki samstarvið
skal snúgva seg um næstu
árini. Her er avrátt, at
leggja seg á, hvussu tilber
at eggja til lesing og góðar
lesivanar hjá børnunum í
øllum lærugreinum.
Við á fundinum hesaferð
vóru Knud Jensen úr
Odense, Boel Johnsson frá
Norrkøping og Rannvá
Joensen úr Klaksvík.
Gestirnir fingu eisini høvi
at síggja seg um í Klaksvík.
Tey sóu Vevskúlan, Kokka
og Sjómansskúlan, Húsar
haldsskúlan,
Serskúlan,
Dávavirkið, egningaskúrar
nar á Stongunum, nýggja
Skúlan við Ósánna og ymist
annað. Tey vóru eisini
umborð á Norðborg, sum
hugtók tey nógv.
Gestirnir, sum eisini fingu
høvi at heilsa upp á borgar
stjóran, formannin í Mentan
arnevndini, mentanarleiðar
an, og báðar skúlastjórarnar,
fóru avstaðaftur mikudagin
10. mars 2010.
Vinarbýir í Klaksvík á
skúlasamstarvsfundi
Finn Johannesen, nýggjur nevndarlimur í Íverksetarahúsinum, Kitty May Ellefsen, forkvinna og
Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur