hósdagur 11. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
Tað er eitt stórt
afturtig fyri skúlan,
at gjaldið fyri trygdar
skeið er tríduplað, tí
tað hevur skúlin ikki
ráð til. Ein avleiðing
kann eisini blíva
vantandi tilgongd
av ungum folki til
fiskiflotan, halda
tingfólk
Fiskivinna og skúli
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í mai í fjør kom Kapping
arráðið til ta niðurstøðu, at
trygdarskeiðini á Trygdar
miðstøðini vóru alt ov bílig.
Tey vóru so bílig, at privatar
fyritøkur ongan møguleika
høvdu at kappast. Tí álegði
Kappingarráðið Trygdarmið
støðini at hækka kostnaðin í
seinasta lagi 1. august.
Trygdarmiðstøðin
so
gjørdi, og kostnaðurin fór
úr 1700 upp í 4500 krónur.
Nú rópa skúlar við fram
haldsskeið varskó. Fleiri
skúlar hava givið 10. floks
næmingum sínum tilboðið
at fara á trygdarskeið, og
tað tilboðið hevur fingið
góða
móttøku
millum
næmingarnar.
Ikki bara framhaldsdeildir
við sjóvinnubreyt hava givið
næmingunum tilboðið.
Men nú skeiðini eru
vorðin dýrari, hava skúlarnir
ikki ráð at senda næming
arnar á skeið.
Á tingfundinum miku
dagin
tók
tingmaðurin
Andreas Petersen málið
upp í einum munnligum
fyrispurningi
til
lands
stýrismennnar Johan Dahl
og Jacob Vestergaard, og
málið fekk nógva umrøðu.
Klárir at mynstra
Fleiri næmingar, sum hava
fingið trygdarskeið, hava
staðið klárir at fara umborð
á onkran bát í summarferiuni,
og lærlingar hava eisini
havt henda møguleikan og
so kunna farið onkran túr,
sigur Andreas Petersen.
Trygdarskeið er treyt fyri
at kunna mynstra.
Andreas Petersen nevnir
eisini, at við at geva 10.
floksnæmingum møguleik
an at fara á trygdarskeið er
hetta eisini ein máti at rekru
tera und fólk til fiskivinn
una. Tey fáa møguleikan at
fara til skips sum heilt ung
og kunnu so finna útav
beinanvegin, um sjómans
lívið er nakað fyri tey.
Annars seti eg spurnar
tekn við, hví trygdarskeið
skulu
lúka
handilsligar
treytir. Fyri ungdómin eru
skeiðini skúli. Tey stóru
útlendsku reiðaríini kunnu
gjalda fyri at senda síni fólk
á
trygdarskeið,
sigur
Andreas Petersen.
Ov dýrt fyri skúlarnar
Tingmaðurin Bjarni Djur
holm, sum annars er vara
skúlastjóri á Eysturskúlan
um í Havn heldur tað eisini
vera sera harmiligt, um
næmingarnir í 10. flokki
ikki fáa møguleikan at fara
á trygdarskeið.
Nú kostnaðurin fyri
skeiðið er farin upp á 4.500
krónur fyri hvønn næming,
hava skularnir ongan livandi
møguleika at geva næm
ingunum tilboðið, og tað er
stórt spell Ikki minst nú
arbeitt verður við at gera
10. flokk meira lokkandi,
sigur Bjarni Djurholm.
Hansara uppskot er at gera
eina serskipan fyri hendan
partin av ungdóminum.
Bjarni Djurholm sigur, at
sjóvinnubreytin
er
væl
umtókt. Næmingarnir fáa
ein lærdóm og við at fara á
trygdarskeið, fáa teir eisini
eitt prógv í hondina, sum
gevur teimum møguleikan
at fara til skips.
Hetta kann kveikja áhug
an hjá teimum fyri fiskivinn
uni, sigur Bjarni Djurholm.
Marjus Magnussen, stjóri
á
Trygdarmiðstøðini
í
Klaksvík upplýsir, at mill
um 4. og 5. vvør næmingur
á Trygdarmiðstøðini er úr
10. flokki.
Skúlanæmingar missa
trygdarskeiðini
Krevja størri kvotur
Fiskamarknaðirnir í Íslandi vilja hava teir politisku
myndugleikarnar at hækka kvoturnar á toski, hýsu, upsa,
kongafiski, brosmu og longu. Í brævi til stjórnina skriva
fiskamarknaðirnir, at tann stóri niðurskurðurin í kvotun
um í fjør hóttir við at taka grundarlagið undan marknað
unum. Harafturat hóttir niðurskurðurin eisini fleiri fiska
virkir og teirra arbeiðsfólk. Í brævinum siga fiskamarkn
aðirnir, at sambært teimum seinastu metingunum hjá
fiskifrøðingunum er tað ráðiligt at hækka kvoturnar á
toski, hýsu, upsa, kongafiski, brosmu og longu.
Springer afturgongd
Tað gekk ikki so væl hjá týsku fjølmiðlafyritøkuni Axel
Springer í fjør sum undanfarin ár. Í roknskapinum, sum
bleiv kunngjørdur í gjár, sæst, at rakstraravlopið minkaði
heili 40 prosent frá 2008 til 2009 og endaði á 152 milli
ónum evrum. Roknskapurin vísir eisini, at inntøkurnar
vóru 2,6 milliardir evrur í fjør ella 4,3 prosent minni enn
árið fyri. Felagið sigur, at minkandi lýsingainntøkur eru
ein meginorsøk til inntøkumissin. Axel Springer hevur
virksemi í 35 londum og gevur út 170 dagbløð, teirra
millum Bild, sum er mest selda dagblaðið í Evropa.
Myndir: Snorri Brend