hósdagur 11. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
Suu Kyi sett uttanfyri
Andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, og meiri enn
2.000 aðrir politiskir fangar sleppa ikki at stilla upp á tjóðar
tingsvalinum, sum hernaðarstýrið hevur ætlanir um at skipa
fyri. Stýrið kunngjørdi í gjár eina nýggja vallóg, sum millum
annað sigur, at fólk, sum sita í fongsli, kunnu ikki vera í
flokkum, sum stilla upp á valinum. Ein onnur grein í lógini
sigur, at fólk, sum hava verið gift útlendingi, kunnu ikki
stilla upp. Tað kann hava við sær, at Aung San Suu Kyi
verður sett uttan fyri sín egna flokk, NDI, undan valinum,
tí hon situr í fongsli og hevur verið gift útlendingi.
USA meiri sólorku
Í USA vísir ein nýggj frágreiðing, at við at seta upp
10 milliónir sólskermar kunnu amerikanararnir fáa
10 prosent av sínari orkunýtslu frá sólini um tjúgu ár.
Frágreiðingin hevur vakt ans og hevur fingið serliga
góða móttøku frá teimum politikarunum, sum vilja
hava samfelagið at útbyggja sólorkuna. Hesir politik
ararnir vísa á, at á hvørjum ári keypir USA olju úr
øðrum londum fyri 350 milliardir dollarar, og at tað
tí er umráðandi at útbyggja orkukeldur sum sólork
una og harvið avmarka oljuinnflutningin.
Móttøka verður
í dag frá klokkan
14 til 17 í nýggju
matstovuni, Áarstova,
og so verða dyrnar
lætnar upp fyri
viðskiftafólki sjálvan
Grækarismessudag
MATSTOVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Fyri tveimum árum síðani
keypti
Beinta
Jacobsen
gamla Hotel Djurhuus. Síð
ani hevur verið arbeitt við
spurninginum um, hvussu
bygningurin best kom til sín
rætt, og hvussu hurðarnar
høgligast kundu sláast upp
fyri almenninginum.
Úrslitið gjørdist ein mat
stova, sum skal rekast av
eigaranum av Café Natúr,
Rúna Olsen.
– Vit settu okkum í sam
band við Rúna at vita, um
hann hevði áhuga fyri einari
matstovu, og hann tók
beinanvegin av. Ætlanin er,
at bæði støðini skulu arbeiða
saman soleiðis, at matligi
parturin av virkseminum fer
fram her í Áarstovu, sigur
Petur Jacobsen, stjóri á P/F
Løkir, sum er sonur Beintu
og Ejler Jacobsen.
Farið var rættiliga í holt
við at seta bygningin í stand
í september í fjør, og nú er
so klárt at byrja matstovu
virksemið.
– Vit vildu fegin varðveita
gamla stílin, og tí settu vit
okkum í samband við
Sverra Heinesen frá Sp/F
Rúm, sum hevur designað
hølini. Húsini rúma jú
stórari mentan, og tað hevur
eydnast okkum at fingið
fatur á nøkrum søguligum
lutum, sum eisini verða
umrøddir í sanginum hjá
Hans Andreas Djurhuus,
»Ein
gomul
kista
av
kamfertræ«. Millum annað
seymimaskinan, sum gamli
Dyrhuus seymaði segl á,
sigur Petur Djurhuus.
Føroysk rávøra
Hølini eru sera hugnalig,
og tey beinleiðis osa av
atmosferu. Soleiðis sum
upprunasniðið
var,
eru
húsini deild upp í fleiri
ymisk smá høli, sum hvørt
hevur sítt søguliga navn.
– Pláss er fyri 50 gestum,
og matskráin verður norður
lendsk. Tó verða eisini før
oyskir specialitetir at fáa, og
vert er kanska at nevna, at
borðreitt fer at verða við ræst
ari súpan. Aðrir serføroyskir
verðar verða eisini at fáa, eitt
nú nógv gott frá havinum, og
dentur verður lagdur á, at rá
vøran í størstan mun er før
oysk, sigur Petur Jacobsen.
Somuleiðis verður dentur
lagdur á mentan, og eitt nú
verða ymsar framsýningar
havdar av og á í hølunum.
Móttøka verður í dag frá
klokkan 14 til 17, har Petur
Jacobsen fer at bjóða væl
komin,
áðrenn
Finnur
Johannesen fer at greiða eitt
sindur frá søguni á staðnum.
Borgarstjórin,
Heðin
Mortensen fer at innvíga
hølini,
og
Jens
Marni
Hansen fer at syngja nøkur
løg, eitt nú »Ein gomul
kista av kamfertræ«
Áarstova osar av atmosferu
Matstovan Áarstova er gamla
Hotel Durhuus og Knútsstova
Sera hugnaligt er inni í Áarstovu, og staðið osar av atmosferu
Gamla seymimaskinan, sum gamli Dyrhuus seymaði segl á, er
millum lutirnar í matstovuni