hósdagur 11. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
Partabrævamarknaðirnir
eru allir hækkaðir seinastu
vikuna, og tað eru serliga teir
europeisku marknaðirnir,
ið standa seg væl. OMX C20
hækkaði við 3%, meðan bæði
týska DAX og bretska FTSE100
hækkaðu við 4,8%, sigur Føroya
Banki í vikukunning síni
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Farna vika hevði ein hóp av búskapar
ligum tíðindum. ISMvísitølini, arbeiðs
marknaðarfrágreiðingin úr USA og
rentufundir hjá ECB og Bank of England
vóru nøkur av teimum mest tyngjandi
fyri marknaðirnar.
ISMvísitølini fyri framleiðslu og
tænastugeiran vórðu kunngjørd ávika
vist seinasta mánadag og mikudag.
Framleiðslugeirin fall úr 58,4 niður í
56,5. Sjálvt um eitt fall var væntað, so
gjørdist tað størri enn roknað var við.
Tænstugeirin vísti hinvegin eina fram
gongd úr 50,5 upp í 53, og tað var so
aftur fyri nakað meira, enn marknaðurin
hevði væntað.
Væntanirnar til ISM vísitølini eru
grundleggjandi, at hesi fara at halda
sær í 50unum, sum er tekin um búskap
arliga framgongd, men at framgongdin
fer at verða varlig, nú tey ymisku
hjálpitiltøkini frá tjóðbankanum byrja
at detta burtur.
Væntandi fer amerikanski tjóðbankin
saman við tjóð og miðbankum kring
heimin at stegða hjálpartiltøkunum
aftur, so hvørt sum búskapirnir byrja at
vaksa aftur soleiðis, at tað verður
javnvág millum búskaparvøksturin og
afturtøkuna av hjálpartiltøkunum. Tí
væntast ein hóvligur búskaparvøkstur
komandi tíðina.
Grikkaland á skránni
Grikkaland hevur eisini verið nógv á
skránni seinastu vikurnar. Stjórnin
hevur lagt uppskot fram fyri at minka
um undirskotið á fíggjarlógini og fyri at
minka um skuldina. Hetta varð væl
móttikið frá umheiminum, men stak
illa frá grikkum sjálvum, sum boðaðu
frá verkfalli.
Eisini lat Grikkaland upp eina
lánsbrævarøð á umleið fimm milliardir
evrur, sum bleiv yvirteknað tríggjar
ferðir. Hetta eru positiv tíðindi, tí tað
merkir, at íleggjarar framvegis trúgva
upp á Grikkaland og eru áhugaðir í at
gera íløgur har.
ECB og Bank o England hava havt
rentufundir í síðstu viku, har leiðandi
útlánsrenturnar vórðu hildnar óbroyttar
á ávikavist 1% og 0,5%. ECB boðaði
eisini frá, at teir so líðandi komandi
árið fara at taka aftur tey hjálpartiltøk,
teir settu í verk.
Hinvegin kom Bank of England ikki
við nakrari ábending um nær teirra
»exitstrategi« byrjar, tí tað hevur verið
og er munandi verri at fáa gongd aftur á
búskapin í Onglandi.
Nýggjasta arbeiðsmarknaðarfrágreiðin
gin úr USA vísti, at arbeiðsloysið ikki
veksur eins skjótt, sum áður hildið.
Marknaðurin
hevði
væntað
eitt
arbeiðsloysi fyri febsuar á 9,8%, men tað
vísti seg at vera »bert« 9,7%.
Partabrævamarknaðirnir hava tikið
væl ímóti nýggjastu arbeiðsmarknaðar
tølunum, og eru tað serliga tey syklisku
partabrøvini,
sum
hækka,
skrivar
Føroya Bank í vikukunning síni.
Partabrøvini hækkað
seinastu vikuna
Grikkaland er fyri okkum eitt hitt mest idylliska staðið í heiminum, men grikkar sjálvir
eru í hesum døgum í øðini inn á stjórnina og hennara strammu fíggjarligu kós
Icesave onga ávirkan
Teir flestu limirnir í uttanríkisnevndini hjá Evropatinginum
siga, at ríkis og stjórnarleiðararnir eiga at taka undir við, at
ES skal samráðast við Ísland um limaskap, sama um ein
nýggj avtala er fingin um Icesaveskuldina ella ikki. Ríkis
og stjórnarleiðararnir hittast seinni í hesum mánaðinum.
Kommiserurin Stefan Füle, sum umsitur umsóknir um
limaskap í samveldinum, segði mánadagin, at ósemjan
millum Ísland øðrumegin og Bretland og Niðurlond hinu
megin um Icesave eigur ikki at ávirka gongdina í málinum
um møguligan íslendskan limaskap í samveldinum.
Krevja meiri mat
Fyrradagin segði forsetin í Haiti, René Preval, at
umheimurin sendir alt ov nógva neyðhjálp til Haiti, og
hann bað USA og onnur lond senda minni. Hetta
tykist eitt sindur ørkymlandi, tí í gjár mótmæltu fólk í
einari legu nærhendis høvuðsstaðnum PortauPrince,
at tey fáa ov lítið at eta. Ein talsmaður hjá ST sigur, at
meiri enn ein millión fólk eru í leguni, og at tey hava
kært seg um, at legan hevur ikki fingið matvørur í
fleiri vikur. Í gjár stongdu mótmælisfólk vegin til
høvuðsstaðin, til løgreglan rak tey burtur.