hósdagur 11. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
Manglandi politiska
dirvið til at skilja
ímill um ítriv og
yrkis list er drepandi
fyri alt tað listarliga
umhvørvið í Føroy
um, var ein av niður
støðunum á kjakfundi
í Miðlahúsinum
gjárkvøldið
Listakjak
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Møguliga var tað eitt tekin,
at onki umboð fyri ment
anarpolitiska mynduleikan
hevði ómakað sær á kjak
fund í gjárkvøldið, um hvør
skal gera av, hvat góð list
er, hvat slag av list skal
stuðl ast ella um listin í Før
oyum yvirhøvur eigur at
fáa almennan stuðul. Í øll
um førum var breið semja á
fundinum um, at manglandi
politiska dirvið til at skyna
ímillum úrvalslist og fólks
liga list endar við, at hvørg
in fær røttu karmarnar at
arbeiða í og harvið heldur
ikki møguleika at menna
seg.
Palleba sum
serfrøðingur
Ræðslan hjá føroyskum
politikararum fyri at peika
út serliga góðu listina og
har við tey fólkini, sum
duga at meta fakliga um
list, er ein tann størsti
trupul leikin í listarliga um
hvørvinum í løtuni, vildu
fleiri vera við. Tí sum onkur
tók til »Fellur úrvalslistin,
so tekur hon áhugalistina
við sær í fallinum«. Hví
politikarar eru so bangnir
fyri at lata listarligu faklig
heitina sleppa framat, er ilt
at gita um, men kanska er
tað óttin fyri at missa at
kvøður í breiðu fjøldini,
fyrislóð Sjúrður Skaale,
orðstýrari og stigtakari til
fundin, sum Tjóðveldi skip
aði fyri.
Sambært Inger S. Søren
sen má listarliga umhvørvið
í øllum førum bara stað
festa ferð eftir ferð, at tað
ikki fellir fólki ella politik
arar um natúrligt at lurta
eftir mein ingunum hjá fak
fólk um, tá tað ræður um
list. Sjálv hevði hon undr
ast yvir, at fleiri eftirlýstu
Palle ba í panelinum, nú
hesin kjakfundurin um list
skuldi fáast í lag, har hon
sjálv sum listfrøðingur,
Oddfríður M. Rasmussen,
sum rithøvundi og for mað
ur
fyri
Listafólka sam
bandið, og Jenny Petersen,
stjóri á Tjóðpallinum vóru
biðin at taka lut.
– Hevði tað eisini verið
nátúrligt at biðið Palleba
komið við einum innleggi á
einum fundi um búskapar
ligu støðuna í landinum ella
um krabbameinsgransking?
Hví er tað so umráðandi at
hava ófaklærd fólk við, júst
tá tað ræður um list? Jú, tað
er sjálvandi tí, vit ikki vilja
hava serfrøðingar at fortelja
okkum, hvat vit skulu dáma,
og hvat góð list er Hetta
hóast tað bæði krevur vitan
um og fatan av list at skapa
røttu umstøðurnar, so listin
kann mennast, segði Inger
Smærup Søren sen
Um onkur allíkavæl hevði
hug at fýlast á, at panelið
hetta kvøldi var nakað
innetið, kundi hon ugga
við, at hugburðurin um at
»Alt er list« hevur tað betri
enn nakrantíð. Bæði í miðl
unum og á Facebook eins
og hjá politikararum og
stuðulsskipanum, so tann
síðan av sakini skal nokk
klára seg.
Verri er við yrkislistini, tí
sum er, klárar onki listafólk
seg fíggjarliga í longri tíð
við stuðlinum, sum tað al
menna letur, minti Odd
fríður M. Rasmussen á. Og
møgulig
snýr
tað
seg
nettupp um politiskar at
kvøður, helt hann.
– Um list var ein banki
ella Smyril Linie, so skuldu
milliónirnar nokk komið á
borðið. Sjálvt tey, sum
aldrin ferðast við Smyril
Line, mugu finna seg í, at
teirra skattakrónur máttu
spýtast í fyritøkuna. Hví
skal tað so vera ein grund
geving, at vit ikki kunnu
stuðla úrvalslist, tí so fá
brúka hana, spurdi Odd
fríður M. Rasmussen.
Listin eigur ongan
Pál Joensen
Møguliga hongur tað sam
an, við at list ikki kann
mát ast, skjeyt orðstýrarin
upp. Kanska orsøkin er, at
listin ongan Pál Joensen
eigur, sum kann peika
politik ararum á, hvussu
nógv sekund hann svimur
skjót ari enn onnur. Ein um
sókn um stuðul frá venj ar
anum hjá Pál fleyg gjøg
num løgtingið, uttan at nak
ar settir spurnartekin við
tað, tí úrslitini hjá svimj ar
anum jú kundu mátast,
minti orðstýrarin á.
Hetta helt Jenny Petersen,
stjóri á Tjóðpallinum, vera
eina heldur ullinta grund
geving.
– Um politikararnir ikki
halda seg duga at máta list,
so skulu teir jú nettupp
kalla listarligu fakfólkini
inn, at vísa teimum, hvussu
man ger, helt hon.
Alt gott um Pál Joensen,
»men hann kann jú bróta
beinið í morgin«, sum Inger
S. Sørensen tók til. Tí dugdi
hon heldur ikki at síggja,
hví manglandi vissan fyri
ítøkiligum úrslitum skal
vera ein grundgeving fyri,
at tað er truplari at stuðla
listini
Eisini Andrea Heindriks
dóttir, tónleikari, fýltist á
samanberingina við ítróttar
fólk. Veruleikin er, at nógv
av teimum ítróttaravrikum,
sum verða blást upp í miðl
unum, ikki standa mát í
altjóða høpi, vísti hon á.
– Onkur føroyingur endar
sum nummar 44 í onkrari
ítróttarkapping uttanlands,
og beinanvegin verður tað
hálova sum nakað heilt
fantastiskt. Veruleikin er, at
nógv føroysk ítróttarfólk
klára seg munandi verri enn
nógv føroysk listafólk utt
an lands, men hava kortini
nógv lættari við at fáa al
mennan
stuðul,
segði
Andrea Heindriksdóttir.
40.000 kr fyri 7 ár
Ein orsøkin kann vera, at
føroysk listafólk ikki duga
nóg væl at gera seg sjálvan
sjónlig, helt Birgir Kruse,
ritstjóri.
– Sum er, hevur listin
ong an
veruligan,
aftur
vendandi platform at gera
vart við seg á. So kravið til
listafólk má vera, at tey
leggja størri orku í at gera
vart við seg eisini uttan
lands, segði Birgir Kruse.
Men tað er kanska ikki
heilt so einfalt, tí nógv før
oysk listafólk eru bundin av
føroyska
heima marknað
inum – ikki minst tey sum
skriva, minti Carl Jóhan
Jensen, rithøvundur, á.
– Mín skaldsøga Ó hevur
selt á leið 1200 eintøk, og
tað gevur mær 40.000 krón
ur í løn fyri sjey ára arbeiði.
1200 eintøk høvdu svarað
til eini 100.000 í Danmark,
og tað hevði givið mær eina
milliónainntøku, segði Carl
Jóhan Jensen.
Eisini Tróndur Patursson,
listamaður, avdúkaði, at
hann ongantíð hevur havt
fíggjarligt rásarúm til savna
seg um sína list í longri,
samanhangandi tíðarskeið.
– Tí havi eg eisini hugsað
um at taka av einum tilboði
um at gerast lærari í glaslist
uttanlands. Eisini tí tað er
so óliviligt her sum lista
fólk, so leingi ófaklærd fólk
stinga listarligar kósir út í
kortið og tey faklærdu, sum
vit hóast alt hava her heima,
áhaldandi verða ignorerað,
segði Tróndur Patursson.
Kopiveldið
má steðga
Uttan listina, sum skarar
framúr, flyta vit heldur ongi
mørk, staðfesti Sunleif Ras
mussen, komponistur.
– Vit halda okkum vera so
ómetaliga
original,
men
veruleikin er, at vit liva í eini
listarligari kuvøsu, har lítil
og ongin luft kemur úti frá. Tí
eiga listafólk at fara út um
land oddarnar og royna at
gera seg galdandi aðrastaðni,
um vit skulu mennast listar
liga. Hetta listarliga kopi
veldið, sum ræður her heima,
má steðga. Og fyrsta treytin
er, at vit duga at skyna á, hvat
veru liga góð list er, segði
Sun leif Rasmussen, sum eis
ini fýlt ist á, at eitt nú Sosial
urin er farin at kalla ann
aðhvørt fólk fyri listafólk.
Besta
dømið
um
at
politik ararnir ikki duga at
anda inn, tá verulig góðsku
luft endiliga kemur úitfrá er
lagnan hjá stóru Lista
Politiskt støðuloysi
Nógv fólk var møtt til fundin um
støðuna hjá listini í Føroyum, men
onki umboð fyri mentanarpolitiska
mynduleikan var at hóma
Emanuel í andróðri
Starvsfólkaleiðarin í Hvítu Húsunum, Emanuel Rahm,
sum er ovasti embætismaður hjá Barack Obama, forseta,
er komin í politiskan andróður. Ein demokratiskur
politikari vil vera við, at starvsfólkaleiðarin kom við
illsinnisglepsum og hóttanum ímóti sær í einum
skiftirúmi í Kongressini. Sum embætismaður skal
Emanuel Rahm royna at tryggja uppskotum forsetans
nóg nógvar atkvøður í Kongressini, men fleiri
kongresslimir siga, at hann er bæði ógvusligur og
ósiðiligur í sínari framferð.
Rotin fiskur í Rio
Tað luktar sera illa á teirri annars so væl umtóktu
Ipanemastrondini í Brasil í hesum døgum, tí nakað
norðari liggja umleið 80 tons av deyðum fiski. Tað er líkt
til, at fiskurin rak á land seinasta vikuskiftið, og fiski
frøð ingar halda, at hann kann vera deyður av eitrandi
algum. Ein onnur frágreiðing kann vera, at fiskurin
doyði, tí sjógvurin kølnaði ógvuliga knappliga, skrivar
AP. Myndugleikarnir halda ikki, at tilburðurin hevur
nakað við dálking at gera, men tann møguleikin verður
kortini kannaður.