Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2010 stevnuni, helt Carl Jóhan Jensen. – Listastevnan lyfti veru ­ liga støðið upp, tey árini hon var, har fólk høvdu høvi at uppliva list á hægsta støði. Tá Norður landahúsið ikki longur helt seg einsa­ malt kunna skipa fyri lista­ stevnuni longur, høvdu polit isku myndugleikarnir eitt gylt høvi at bjarga henni fyri lítlar pengar. Men tað vildi teir ikki, og man skuldi næstan trúð, at politikararnir vóru glaðir fyri at sleppa av við Listastevnuna Sambært Carl Jóhan Jen­ sen átti hetta kjakið ikki at verið so trupult, tí innast inni vita vit væl, hvat góð list er. Føroyingar uppliva nógva úrvalslist uttanlands og eru farin at seta somu krøv til heimligu listina. Bíð eftir politik­ ararnum Nú bíða vit so bara, til eisini politikararnir tora at taka støðu til úrvalslist og ítrívs­ list, legði Inger S. Sørensen afturat. Tað kann gott vera at søgan er full av dømum um listasøgufrøðingar, sum tóku feil, men dømini um makthavarar, sum tóku feil, eru nógv fleiri, minti hon á. Og sjálvt um politikararnir halda tað vera trupult at sam eina eliter sjónarmið við fólksligan politikk, so kunnu teir verða noyddir at gera tað. – Tí tað er longu gingið galið. Trúgvin hjá politik ar­ arnum uppá egnar førleikar at stýra listini hevur spælt fallitt. Tað kann verða trup­ ult at vita, hvussu man skal stuðla listarligari menning, men at lurta eftir teimum, sum vita nakað um list, merkir á ongan hátt, at vit harvið missa fólksligu ment anina. Tvørturímóti, legið list­ frøðingurin afturat. Tað ein asta vit vita við vissu er, at um yrkislistin má geva upp andan, so kódnar fólks­ liga listin eisini. drepur listina Tróndur Patursson, listamaður, umhugsar at rýma av landinum, tí her er so illa liviligt hjá professionellum listafólkum Av berum politiskum støðuloysi fór frálíka Listastevnan fyri bakka, hóast listarligi stimburin frá henni merktist allastaðni, harmaðist Carl Jóhan Jensen, rithøvundur Hetta kopiveldið, sum ræður í føroyskari list, má steðga, ávaraði Sunleif Rasmussen, komponistur – Tora politikarar ikki at stuðla úrvalslistini, tí teir eru bangnir fyri at missa atkvøður hjá breiðu fjøldini?, spurdi Sjúrður Skaale, orðstýrari og stigtakari til fundin Við pallborðið sótu Inger S. Sørensen, listfrøðingur, Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum, og Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listafólkasambandinum Grækarismessuhaldið í Klaksvík í nýggjum hami Á Grækarismessu eru vit von við skrúðgongu, skótar, hornorkestur og eina røðu, ið bjóðar tjaldrinum og várinum vælkomnum, men í ár verður ein roynd gjørd at hátíðarhalda Grækarismessuna í Klaksvík á ein øðrvísið hátt. Tað var í 1952, at Klaksvíkar Hornorkestur tók stig til at skipa fyri grækarismessuhaldi, og síðani hevur dagurin verið hildin á hvørjum ári, antin sjálvan dagin 12. mars ella tann sunnudagin, ið liggur næstur 12. mars. Í ár verður eingin skrúðgonga. Grækarismessan verður flutt inn í KFUM, har Jónleif Johannesen, lærari, flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir marsjir og várløg, og tjaldurssangurin verður sungin. Skótarnir bjóða ein kaffimunn. Tiltakið byrjar kl. 15:00, sunnudagin