hósdagur 11. mars 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
Trolveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá
Fiskimálaráðið
gav
lemmatrolaranum
Eydnu
royndarloyvi at partrola,
var ætlanin hjá landsstýris
manninum í fiskivinnumál
um ikki, at fleiri skip av
hesi støddini skuldu leggjast
á
upsastovnin
innanfyri
fiskidagaringin, sum hann
verður róptur.
Teir, sum eiga Eydnu,
funnu sær ein makkara, og
hesin gjørdist lemmatrolarin
Beinissvørð.
Nú eru so eisini Sjaga
klettur og Vesturleiki, sum
øll árini hava trolað hvør
sær, farnir at partrola.
365 fiskidagar
Sosialurin er í vikuni upp
ringdur av monnum, sum
argast um, at hesi skip nú
liggja og partrola eftir upsa
millum aðrar ísfiskatrolar
ar.
Lemmatrolararnir
eru
ikki við í fiskidagaskipanini,
og kunnu tí fyri tann skuld
fiska í 365 dagar um árið.
Vit hava vent okkum til
Fiskiveiðieftirlitið og hava
spurt, um teir ikki hava
heimild til at taka hesi skip
og ákæra tey fyri ólógliga
veiði, men svarið er, at tað
kann eftirlitið ikki. Lógin
er ikki nóg fullfíggjað, og tí
kunnu hesi skip ikki takast
og sektast fyri brot á fiski
veiðiskipanina.
Hetta sigur maður, sum
siglir við einum av okkara
ísfiskatrolarum, og sum á
seinasta túri upplivdi, at
Eydna og Beinissvørð fisk
aðu upsa millum aðrar par
trolarar.
Órógvandi støða
Líkt er til, at bæði Fiski
veiðieftirlitið og landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
eru ikki sørt í døpurhuga,
nú fýra lemmatrolarar eru
farnir at partrola eftir upsa
á somu leiðum sum aðrir
partrolarar.
Landsstýrismaðurin,
Jacob Vestergaard, dylur
ikki fyri, at gongdin er
órógvandi og heldur ikki, at
støðan er haldbar.
Vit hava gjørt eitt upp
skot fyri umleið 14 døgum
síðan, har lemmatrolararnir
í fyrsta lagi koma upp í fiski
dagaskipanina við sínum
avmarkingum í dagatali.
Her verða eisini ásetingar
og avmarkingar um veiði
eftir bæði upsa, kongafiski,
blálongu, stinglaksi og eisini
gulllaksi, sigur hann.
Jacob Vestergaard sigur,
at spurningurin, sum hevur
tikið seg upp um, at lógin
um vinnuligan fiskiskap
ikki er nóg fullfíggjað, tá
ræður um lemmatrolararnar,
er til viðgerðar í Fiskimála
ráðnum í løtuni.
At einki er í lógini, sum
forðar lemmatrolarum í at
partrola, er nýtt fyri okkum,
leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at sambært kanningum,
sum gjørdar eru av partroli
í mun til lemmatroli, fæst
ikki meiri fiskur við par
troli, men her er peningur
at spara í olju og øðrum
útreiðslum.
Tí skuldi partroling hjá
hesum skipum ikki økt um
trýstið á upsastovnin, sigur
Jacob Vestergaard.
Lóglig ránsveiða
Fiskimaðurin, sum vendi
sær til Sosialin í gjár, held
ur, at talan er um lógliga
ránsveiði hjá hesum stóru
trolarum, sum nú eru farnir
at partrola uttan avmark
ingar – og eftir øllum at
døma við heimild í lógini.
Upsaveiðan verður søgd
at vera burðardygg, men
við hesi royndini aftrat man
vera ivasamt, hvussu burð
ardygg veiðan verður. Eg
haldi, at politiska skipanin í
stundini átti at gjørt nakað
við hetta mál, soleiðis at vit
ikki seinni standa sum ryssa
yvir deyðum fyli.
Fiskimaðurin heldur tað
vera ov vánaligt, at hann
sum vanligur eygleiðari
skal noyðast at langa so
hart út, tá vit skuldu havt
eina politiska skipan og eitt
fiskiveiðieftirlit, sum átti at
tikið sær av slíkum máli.
Eitt annað, sum eisini
spælir inn, nú hesi skip eru
farin at partrola á júst somu
leiðum sum vit, er, at tað
hugsandi eisini verður upp
aftur truplari at sleppa av
við upsan. Á seinasta túri
noyddust vit at bíða við at
koma inn til landing, hóast
skipið var fult undir lúkur
nar. So, hetta kann eisini í
aðrar mátar hava avleiðingar
Partroling hjá lemmatr
Bæði Fiskiveiðieftirlitið og landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum eru ikki sørt í døpurhuga, nú fýra
lemmatrolarar eru farnir at partrola eftir upsa á somu
leiðum sum aðrir partrolarar. – Eg haldi, at hetta órógvar
meiri, enn gott er, sigur Jacob Vestergaard. Reiðari sigur,
at teir gera bara tað, sum loyvini geva teimum heimild til,
men ásannar, at hetta sjálvandi ikki er haldbart í longdini
- Hetta er órógvandi, og vit hava tikið málið upp í Fiskimála-
ráðnum, sigur landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard
”
... vit hava gjørt eitt uppskot, har
lemmatrolarar í fyrsta lagi koma
upp í fiskidagaskipanina við sínum
avmarkingum í dagatali...”
(Jacob Vestergaard)
Beinissvørð (mynd) og Eydna eru nú
farnir at partrola eftir upsa, og nú
fara eisini Sjagaklettur og Vesturleiki
at partrola. Hin ”grái”, sum eisini
hómast fremst á myndini, kann eftir
øllum at døma einki gera við hesa
veiði, tí lógin er ikki nóg fullfíggjað á
hesum øki
Meiri løn hóast hall
Hóast blóðreyð tøl á niðastu linju og vánalig útlit fyri 2010, kann nevndarformaðurin í
danska reiðarínum, Torm, Niels Erik Nielsen, hála eina størri løn inn á konto sína fyri
arbeiðið í reiðarínum. Hann fær í alt 289.000 dollarar, savarandi til 1,6 milliónir krónur
fyri nevndarformanspostin, sæst í ársroknskapinum hjá Torm fyri 2009. Tað svarar til eina
árliga lønarøking á meiri enn 40%. Í 2008 fekk formaðurin, sum er meðeigari í
advokatfyritøkuni, BechBruun, 206.000 dollarar, ella 1,1 millión krónur í løn fyri
nevndararbeiði sítt í Torm. Í alt er samsýningin til nevndina heilar 1060 milliónir dollarar í
2009 móti 871.000 dollarar í 2008. Eisini samsýningin til advokatfyritøkuna hjá Niels
Erik Nielsen, BechBruun, er økt, og var í 2009 300.000 dollarar, sum er smáar 1,7
milliónir krónur, fyri løgfrøðiliga hjálp, skrivar danska blaðið Børsen.