hósdagur 11. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2010
olarum er órógvandi
við sær, leggur fiskimaðurin
aftrat.
Ein rættur
Í samrøðu við Dimmalætting
herfyri, segði reiðarin á
Beinissvørði, Hans Joensen,
vanliga róptur Hans í Líð
ini, at royndin, sum skipini
nú gera, er ein rættur, sum
teir hava havt í fimtan ár.
Allir myndugleikar vita
í dag, at einki er í lógini,
sum forðar okkum í at par
trola, so her er einki at
koma eftir, sigur reiðarin.
Hans Joensen vísir á, at
stóru trolarunum nýtist ikki
serligt loyvi úr Fiskimála
ráðnum fyri at partrola, tí
hetta er ein rættur, sum skip
ini hava sambært galdandi
loyvum.
Í samrøðu við Dimma
lætting sigur Hans Joensen,
at lemmatrolararnir ynskja
at koma upp í fiskidaga
skipanina.
Men soleiðis, sum lógin
er sett saman, er einki sum
forðar okkum í at fiska
hvønn tann einasta dag á
árinum, sigur reiðarin, sum
kortini ásannar, at hetta ikki
kann ganga í longdini.
Hans Joensen vísir í sam
røðuni á, at um allir trettan
lemmatrolararnir koma á
innaru leið at royna, er talan
um 4750 dagar afturat, sum
verða brúktir at fiska upsa.
Tað fer sjálvandi ikki at
bera til, sigur reiðarin á
Beinissvørði, Hans Joen
sen.
- Her er einki at koma eftir. Vit gera bara tað, sum loyvi gevur
okkum heimild til, sigur Hans Joensen, reiðari á Beinissvørði
”
”... eg haldi, at politiska skipanin í
stundini átti at gjørt nakað við hetta
mál, soleiðis at vit ikki seinni standa sum
ryssa yvir deyðum fyli...”
(Fiskimaður)
”
... allir myndugleikar vita í dag, at
einki er í lógini, sum forðar okkum í at
partrola, so her er einki at koma eftir...”
(Hans Joensen, reiðari)
Heimsins ríkasti
Meksikanski telefyritøku matadorurin, Carlos Slim Helu, er nú ríkasti maður í heiminum.
Seinastu 12 mánaðirnar hevur 70 ára gamli meksikanarin økt um sítt ríkidømi við 18,5
milliardum dollarum. Við sínum 53,5 milliardum dollarum á kontoini er hann harvið
heimsins ríkasti maður anno 2010. Microsoftmilliarderurin, Bill Gates, ið var heimsins
ríkasti frá 1995 til 2008, er fluttur av triðja plássi upp á eitt annað pláss í ár. Toppin av
kransakøkuni tekur Carlos Slim Helu frá amerikanska handilsmanninum Warren Buffet,
hvørs tap hála hann niður á triðja plássið. Eisini danir teljast millum milliarderarnar, og á
ársins lista eru tveir danir. Ríkasti maður í Danmark er Legomilliarderurin, Kjeld Kirk
Kristiansen, sum kann reypa av 3,5 milliardum dollarum, sum gevur honum eitt 258.pláss
á listanum, og nummar 655 á listanum hjá Forbes er Coloplast arvingin, Niels Peter
LouisHansen, við einum virði á 1,6 milliardir dollarar, skrivar Politiken.